Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-16, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. desember 2013síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 16. desember 2013 · Nr. 145 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Burtur við marknaforðingum millum Føroyar, Danmark og Grønland Nú byrjar eitt skipað ar­beiði fyri at beina burtur innan­ hýsis marknaforðingar (dk: "grænsehindringer") mill­um Føroyar, Danmark og Grøn­ land. Hetta er greitt, eftir at før­oysku fólkatingslimirnir, Edmund Joensen úr Sam­ bands­flokkinum, Sjúrður Skaale úr Javnaðar­flokk­in­ um, og grønlendski fólka­ tingslimurin Sara Olsvig úr IA, hava verið á fundi við Manu Sareen, ráðharra fyri norðurlendskt samstarv. Á fundinum varð avtalað við ráðharran, at ein røð av marknaforðingum mill­um Føroyar, Danmark og Grøn­ land eiga at verða burtur­ beindar. - Talan er ofta um viður­ skifti, ið gera tað óhøgligt, tíðar­krevjandi og beinleiðis irriterandi hjá borgarunum og fyritøkum at ferðast og flyta seg millum tey trý londini. Tí vilja vit í felag arbeiða fyri at gera hetta smidligari, lættari og skjótari, siga Edmund Joensen og Sjúrður Skaale. Føroysku fólkatings­ menn­inir hava handað Manu Sareen eitt felags upplegg, sum lýsir marknaforðingar og vísir á, hvussu tær kunnu rudd­ast av vegnum. Her eru nakrar av broyt­ ingunum, ið arbeitt verður við at fremja: Frítíðarpeningur: Borg­ar­ ar eiga at hava rætt til at taka forvunnan frítíðarpening í einum landi við sær til heim­ landið, tá ið teir flyta heim at búgva og arbeiða Føroyskir lastbilar og bussar í DK og ES: Føroyskir lastbila- og bussførarar eiga at hava møguleika at koyra við akførum sínum í Dan­ mark o.ø. ES-londum og lúka kravið um serligt førarakort Altjóða koyrikort: Før­ oyska koyrikortið eigur at geva beinleiðis atgongd til altjóða koyrikort Flyta pensjónir til Føroya: Tað eigur í einari skiftistíð at gerast gjørligt hjá føroy­ ingum at flyta sínar pensjónir úr Danmark til Føroya uttan at rinda avgjald til danska statin Varðveita stuðul til ný­út­ búgvin: Tað eigur at ger­ast møguligt hjá nýút­bú­n­um føroyingum og grøn­lend­ ingum í Danmark at koma til Føroya og Grønlands at leita eftir arbeiði, uttan at missa stuðulin til nýútbúgvin í Danmark, tann sonevnda dimittend-satsin Smidligari fyri pensjón­ istar: Tað eigur at gerast smid­ligari hjá føroyskum fyri­tíðarpensjónistum at flyta til Danmarkar, tvs. utt­ an at skula ígjøgnum um­ fat­andi pappírsarbeiði og eina røð av kanningum, ið framm­anundan eru gjørdar í Føroyum CPR-nummar og NemID: Tað eigur at gerast møguligt at fáa atgongd til donsku CPR-nummar skipanina og harvið NemID-skipanina, áðrenn føroyingar fara av landinum í arbeiðs-, sjúkra- ella lestrarørindum Arbeiðs­marknaðar­út­ búgving: Tað eigur aftur at gerast møguligt hjá føroy­ ingum at luttaka í arbeiðs­ marknaðarútbúgving í Dan­ mark Keypa og eiga akfør: Tað eigur at gerast møguligt hjá borgarum at keypa og eiga akfør í londunum hjá hvørj­ um øðrum – Føroyingar í hópatal venda sær millum ár og dag til okkum fólkatingslimir, før­oyskar og danskar stovn­ar og myndugleikar, tí markna­ forðingar elva til trupulleikar. Okkara vón er, at arbeiðið, sum nú er sett í verk, kann bera í sær, at hesi fólk sleppa und­an trupulleikunum, siga føroysku fólkatings­menn­ inir. Teir báðir vilja eisini, at frameftir skal ein føst mannagongd verða fyri at kanna avleiðingarnar fyri ríkisfelagsskapin, áðrenn nýggjar lógir og reglur verða samtyktar og settar í verk. Bæði Sjúrður Skaale og Edmund Joensen leggja dent á, at arbeiðið við at burturbeina markna­forð­ ingar er tvørpolitiskt, og tí er rætt at samstarva og finna loysnir í felag. Besta gávan??? Vida Akselsdóttir Højgaard Í hesum døgum fram til jóla veksur rúgvan av lýsing­ar­ bløðum fyri hvørja post­út­ bering. Her hjá okkum báðum fer nógv av tí ólisið í skrell - tað er mark fyri, hvussu nógv­um okkara heili kann rúma ísenn. Men onkrum verður hugt eftir, treyðugt so. Og tað er heldur onki petti skeivt í, at handilsfólk royna at selja sum mest, ella at vit geva hvørjum øðrum gávur. Sælari er at geva enn at fáa, og Gud elskar ein glaðan gevara. Meeeen, alt veldst um stíl. Sum eg skimmi ígjøgnum Vikublaðið, fangar ein lýsing mítt eyga: BESTA JÓLA­ GÁVAN NAKRANTÍÐ. Ein fyri­tøka bjóðar sær at gera jóladekoratiónir fyri fólk og ókeypis fáa tær út til mót­ takarar kring alt landið. Absolutt ein vakur tanki, men heitið er púra burturvið. Eg øsi meg eina løtu, men so fyllist mítt hjarta við gleði um ta bestu og størstu jólagávuna nakrantíð givin til nakað menniskja. Til øll menniskju. Hon missir ong­ an­tíð sítt virði, fer ongantíð av móta og kostar okkum onki at ognast. Okkara væl­ signaði frelsari, sum Gud gav, tí Hann elskaði ta falnu mannaættina. Dýrasta gávan, ein kann hugsa sær, bæði nú og um ævigar tíðir. Tað skal vera mín vón og heilsan til mínar landsmenn, tá nú skjótt kirkjuklokkurnar fara at ringja jólini inn, at tann sanni friðurin skal fylla okkara hjørtu við hátíð og takksemi. Gleðilig jól. Edmund Joensen og Sjúrður Skaale Musikkskúlin aftur á rættari kós Jógvan Arge varaborgarstjóri úr Tjóðveldi wTórshavnar býráð hevur tikið enn eitt týðandi stig í málinum um nýggjan musikk­skúla í Sortudíki. Býráðið hevur einmælt samtykt ein fíggjarkarm og at bjóða byggingina út, tá projekteringin verður liðug í vár. Ætlanin er at bjóða út í fakentreprisum. Stígur kom í musikk­skúla­ málið herfyri. Meðan steðgur var í, fóru býráðsumsitingin og mentamálaráðið at kanna møguleikarnar fyri at byggja tjóðpall og musikkskúla sam­ an á økinum hjá Tórs­havnar kommunuskúla. Hesum mótmælti eg harð­liga av fleiri grundum. Eitt var, at tað fór at seinka musikkskúlan almikið, varð farið undir eina nýggja ætlan. Annað var, at eg av ringum royndum ikki trúgvi eitt fimmoyra upp á húsaloysnir saman við landsstýrinum. Nú saman um kom, samtykti fyrst menta­mála­ nevnd­in og síðani fíggjar- nevnd­in hjá býráðnum at mæla býráðnum til at halda fast við verkætlanina í Sortu­ díki og játta tann pening, sum neyðugur verður. Tann ætlaði musikkskúlin verður umleið 2000 fer­me­ trar og innrættaður til enda­ málið. Tað merkir eitt nú, at nógv verður gjørt burt­ur úr teimum akustisku loysn­un­ um. Eis­ini verður gjørt burtur úr út­sjónd­ini, bæði innan og uttan, so húsið stendur seg í mentanar­økinum framvið Sundsvegnum/Ringvegnum. Málið byrjaði tíðliga í seinasta valskeiði. Nú er tíð upp á at farið verður undir byggingina, so ungdómurin í Havn og hansara lærarar fáa ein virðiligan karm um víðari menningina av tónleika­ lívinum í Havn og landinum sum heild.