týsdagur 17. desember 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. desember 2013 · Nr. 146
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Heilsugóðir kostvanar fyri at
umgangast yvirvekt og at fyribyrgja
krabbameini eru júst teir somu.
- Tú skalt eta meira frukt og
grønt, fullkorn og fisk. Samstundis
skalt tú avmarka nøgdina av svína-,
oksa-og seyðakøti eins og feitar
mjólkarvørur.
www.cancer.dk mælir til, at fólk
skulu finna javnvágina millum tann
mat, tú etir, og hvussu nógv tú rørir
teg.
- Tá tú rørir teg, brúkar tú orku
og fyribyrgir soleiðis, at vektin
gerst ov høg.
Mælt verður til, at vaksin røra
seg í minsta lagi ein hálvan tíma
um dagin - og at børn røra seg í
minsta lagi í ein tíma.
- Tá tú rørir teg, fyribyrgir tú
samstundis krabbameini, sigur
www.cancer.dk
vilmund@sosialurin.fo
Loysir seg at
eta heilsugott
Vilmund Jacobsen
Liðagikt er ein av teimum 200
sjúkugreiningum, sum koma undir
felagsheitið gikt.
Vitanin um, hví sjúkan kemur, er
lítil, og eingir møguleikar eru at gerast
frískur. Í dag er viðgerðin tó so góð
og effektiv, at umleið 50% av teimum
raktu liva uttan sjúkueyðkenni, og tey
flestu eru eisini før fyri at halda fram
við sínum arbeiði.
Royking og liðagikt
Tá sjúkan rakar, vita læknar sum
oftast ikki, hvat tað er, sum útloysir
sjúkuna. Tí er tað eisini trupult at
fyribyrgja sjúkuni. Tó er samanhangur
funnin millum royking og framvøkstur
av liðagikt.
Royking
elvir
til
skaða
á
proteinirnar í lungnavevnaðinum.
Hjá nøkrum fólkum ger immunverjan
antievni móti oyðiløgdu proteinunum,
ið immunverjan ”sær” sum eitt
hvørt fremmant, og sum verjan
soleiðis vil vinna á. Eftirhondini,
sum fleiri antievni, sum ganga undir
felagsheitunum ACPA ella anti-CCP,
gerast, kann immunverjan gerast
yviraktiv og byrjar at leypa á liðirnar.
Ein lang gongd
Kim Hørslev-Petersen er professari í
liðagikt og arbeiðir hjá Kong Christian
X’s Giktasjúkrahúsi í Gråsten í
Danmark.
Hann sigur, at talan er um eina
langa gongd. Tú ert ikki sjúkur, tó at
kroppurin hevur gjørt anti-CCP, men
tað er ein fyritreyt, at tú hevur arvað
”gávurnar” at gera hesar serstøku
verjuproteinirnar til at berja niður
”skeivu proteinirnar”.
- Tá tú roykir, hevur tú alla tíðina
bruna í lungnavevnaðinum, og líkt
er til, at ”ketan leypir av” eitt bil, og
at verjuproteinirnar byrja at leypa á
tilsvarandi proteinur í liðunum.
Professarin vísir á, at nógv fólk
hava anti-CCP í blóðinum í 10, 20 ella
30 ár - uttan, at nakað hendir, men
um tú roykir, mennast antievnini, og
títtleikin av sjúkuni verður tá 20 ferðir
størri.
Gikt og ovurfiti
Fara vit 30 ár aftur í tíðina, vóru
sjúklingar við liðagikt ofta ov tungir, og
í dag viga tveir av trimum sjúklingum
ov nógv. Um tað er liðagiktin, sum
elvir til yvirvekt – ella, um tað er
yvirvektin, sum elvir til liðagikt, veit
læknavísundin ikki sum er, men hesi
viðurskifti verða í løtuni kannað.
- Feitt í búkrúminum gevur eina
brunastøðu í kroppinum, men um
samanhangur er til liðagikt, er óvist,
sigur professarin í liðagikt.
Líkamikið, hvørt samanhangurin
er, mælir professarin, Kim Hørslev-
Petersen, til, at vektin verður hildin
innan tað rímiliga, tí meira enn
helmingurin av teimum, sum hava
liðagikt, hava eisini trupulleikar við ov
høgum kolesteroli.
Kelda: www.helse.dk
Liðagikt - immunverjan fer av lagi
- Fara vit 30 ár aftur í tíðina, vóru sjúklingar við liðagikt ofta ov tungir, og í dag viga tveir av trimum
sjúklingum ov nógv. Um tað er liðagiktin, sum elvir til yvirvekt – ella, um tað er yvirvektin, sum elvir
til liðagikt, veit læknavísundin ikki sum er, sigur professarin í liðagikt, Kim Hørslev-Petersen
Vilmund Jacobsen
Tú ert ikki bara í størri vanda fyri at
fáa krabbamein, um tú vigar ov nógv.
Tú ert eisini í størri vanda fyri at fáa
aðrar sjúkur.
Tað skrivar heimasíðan www.
cancer.dk
Fyribyrg yvirvekt
Tá tú fyrst vigar ov nógv, kann tað
gerast trupult at tapa teg. Tí er tað
týdningarmikið at fyribyrgja yvirvekt.
Uppskriftin at halda vektina á
hóskiligum støði kann tykjast einføld.
Boðskapurin er: Et heilsugott og rør
teg.
Hyggja vit at Danmark, eru tað ikki
allir danir, sum duga at finna góðu
javnvágina.
www. cancer.dk siga, at 1,3 miljónir
danir viga ov nógv.
Heimasíðan hevur eisini ymisk
uppskot um at eta heilsugott, og nær
tú hóskiliga rørir teg.
Heilsubetri lív
Tú ert ikki einsamallur í tínari stremban
eftir at halda vektina.
Kræftens Bekæmpelse í Danmark
gevur eisini sítt íkast til, at fólk kunnu
liva heilsugott og soleiðis kunnu
umgangast yvirvekt.
vilmund@sosialurin.fo
Samanhangur er millum
yvirvekt og krabbamein
Nýggjar reglur raka kronisk sjúk: Tað kann fara at gerast rættiliga kostnaðarmikið fyri kroniskt
sjúkar danir at fáa læknahjálp uttan fyri Danmark, um stjórnin fer at gera gula sjúkutryggingarkortið
óbrúkiligt uttan fyri landið. – Tað er ógvuliga keðiligt, um vit nú skulu siga farvæl til núverandi
skipanina, sum gevur tryggleika á ferðum í útlandinum, sigur danska Læknafelagið
vilmund@sosialurin.fo
Vilt tú halda vektini á hóskiligum
støði, er boðskapurin einfaldur:
Et heilsugott og rør teg
- Fólk, sum viga ov
nógv, fáa lættari
krabbamein, og tað
er truplari at viðgera
krabbamein hjá fólki
sum viga ov nógv,
sigur www.cancer.dk