Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-17, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. desember 2013síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. desember 2013 · Nr. 146 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Við at skatta pensjónir við inn­gjaldi hevur samgongan rykt funda­ment­ ið und­an fram­tíð­ar vælferð Føroya. Rokningin fyri flatskattin verð­ ur send børnum okkara. Sam­gong­ an ímyndar sær, at kom­andi pen­ sjón­ist­ar skulu ikki rinda skatt til fel­ags­skap­in, og harvið til væl­ferð­ ar­sam­fel­ag­ið. Við verandi gongd verða vit 4000 færri løn­tak­ar­ar og 4000 fleiri pen­ sjón­ist­ar um 25 ár. Sjálv­sagt fara tey vinn­u­føru ikki at góðtaka, at tey eins­a­møll skulu rinda fyri væl­ ferð­ina, meðan teir alsamt fleiri pen­sjón­is­t­arn­ir onki lata til fel­ags­ skap­in. Tí er grund­að­ur vandi fyri, at pen­sjón­ir­nar verða skattað­ar av nýggj­um tá, ella at væl­ferð­in má fíggjast við brúk­ar­a­gjøld­um. Flatskatturin, fíggjaður við for­ skatt­ing av pensjónum, er tí ein stokk­utt­ur fløvi, sum fer at níva fleiri ættarlið fram. Øktur stættamunur Samgongan krevur, at øll rinda 15 prosent av lønini til sína egnu persónligu pensjón. Fyrsta pro­ sent­ið komandi ár, síð­an eitt pro­ sent árliga, til øll eru kom­in á mál í 2028. Hetta nív­ir sjálvsagt meinast hjá lág­løntum, sum ikki hava megn­ að at spara nakað upp hig­ar­til. Tá partarnir á ar­beiðs­markn­að­i­num f­ara til sam­ráð­ing­ar­borð­ið, er tískil vandi fyri, at fel­øgini hjá tíma- og lág­lønt­um mugu leggja alt upp á pen­sjón­ina fleiri ár fram í tíðina. Hetta merk­ir, at stætt­ar­mun­ur­in og ó­javnin í sam­fel­ag­num øk­ist. Fer upp í umsiting Nýggja pensjónsskipanin verð­ur um­sit­ing­ar­liga fløkt og kostn­að­ ar­mikil. Hvør borg­ari skal hava sína egnu pen­sjóns­konto (polisu), sum skal um­sitast. Eisini verður um­sit­ing av at í mesta lagi 15 pro­ sent kann vera kap­i­tal­pen­sjón, 45 prosent lívrenta og 40 pro­sent ratupensjón. Avtaka fólkapensjónina Persónliga eftirlønin og onn­ur inntøka verður mót­rokn­að í fólka­ pensjónini – og av grund­ar­upp­ hædd­ini.­ Um­framt, at hetta krevur um­sit­ing, merkir tað, at sam­gong­an, sum fyrsta landið í norð­ur­lond­um, avtekur fólka­pen­sjón­ina, sum vit kenna hana í dag. Stakkalahjálp Liggur tað til samgonguna, fáa bert tey, sum ikki hava havt fulla lívs­inntøku, fulla pen­sjón frá tí almenna. Tey, sum fáa veitingar frá tí almenna, verða sann­líkt øðrvísi stillað enn onn­ur, og sostatt verður sam­halds­fasti aðaltankin um, at øll fáa fólka­pen­sjón ó­an­sæð inn­tøku, sleptur – og eyð­mýkj­andi olm­uss­ u­tank­in, ella stakk­al­a­hjálp­in, sett í verk aft­ur í Før­oy­um. Hetta man vera tað nær­m­asta vit koma ó­men­ ning! Loysir seg ikki at arbeiða Pensjónistar, sum hava hug og møg­uleika at arbeiða, verða fíggj­ ar­liga revsaðir­, tí inn­tøka verður mótroknað í fólka­pen­sjón­ini. Onki eggjar teim­um at arbeiða, hóast ar­beiðs­styrk­in mink­ar, og talið av pen­sjón­ist­um økist. Milliardir av landinum: Tað er óheppið fyri før­oysk­an búskap, at 15 pro­sent av øllum lønum, ella 1,1 mia. árliga, verður send beint av landinum um­veg­is eft­ir­løn­ar­fel­øg­ ini. Meðan útlendsk eft­ir­løn­ar­fel­øg brúka eft­ir­løn­ar­upp­spar­ing­ar­nar til stór­ar í­løg­ur í lok­ala bú­skap­in og út­bygg­ing­ar av sam­fel­øg­u­num, har tey hoyra heima, senda føroysk eft­ir­løn­ar­fel­øg nær­um all­an kap­i­tal av landinum. Fólka­ pensjónin í stuttum Nú samgongan ætlar at avtaka fólkapensjónina fyri at lata tað upp í hendurnar á tí einstaka at tryggja ellisárini, er hóskandi at spyrja, um pensjón eigur at vera ein persónligur spurningur ella partur av vælferðartænastunum. Eftir okkara tykki er ongin ivi: Samhaldsfasta fólkapensjónin eigur at tryggja øllum borgarum virðilig fíggjarkor á ellisárum. Hugsjónarliga eru frontarnir langt frá hvørjum øðrum, og breiða semjan, sum lá í kortunum undan valinum er syndrað. Við hesum verður lagt upp til framhaldandi pensjónskjak, serliga ætlað pørtunum á arbeiðsmarknaðinum og øðrum við áhuga fyri framtíðar vælferð fólksins. Tað var ein tíð, har tað at ger­ ast eldri og óhjálpin merkti, at tú legðist inn til tey nærmastu. Fólk, sum høvdu klárað seg sjálvi alt lívið, máttu brádliga liva av náði frá næstringum. Hevði tú ongan góðan, men varð mett at vera ”værdigt træn­g­ende”, kundi tú fáa ol­muss­u­hjálp frá tí almenna, rópt fá­tækra­hjálp. Hendan eyð­mýkjandi støða var alt ann­að enn nøkt­andi, hvørki hjá tí gamla ella hjá teimum nærm­astu. Orsaka av teirri neyð og ar­ móð, sum eyð­kendi livikorini hjá eldri ættarliðinum, varð fólka­pensjónin sett á stovn, og fram­vegis í dag verður hon av mong­um mett at vera størsta vælferðarpolitiska fram­stig­ið í Føroya søgu. Tað var Peter Mohr Dam og sam­gongan við Jav­n­að­ar­flokki­ num, Sam­bands­flokk­i­num og Sjálv­stýr­is­flokk­i­num frá 1959- 1963, sum fostr­aðu hesa nýggju og koll­veltandi pensjónsskipan, sum eisini fevndi um nýggja al­ mannalóggávu. Hetta mikla nýbrot flutti alt sam­fel­agið fram á leið, og bøtti mun­andi um korini hjá goml­um, avlamnum, einkjum og for­eldr­ a­leysum, sum nú vórðu lyft úr fíggjarligari ar­móð og ol­mussu­ støðu yv­ir í skip­an­ir, sum bygdu á sosi­al­dem­o­krat­isku væl­ferð­ar­ hug­sjón­ina. Fólkapensjónin skuldi tryggja fólki ein virðiligari ald­ur­dóm, og bygdi á prin­sipp­ið um, at øll rinda eitt á­víst prosent av lønini til pen­sjón, og tí hava øll eisini rætt til fólkapensjón, høg sum lág. Ein hugsjón, har skyldur og rætt­indi ganga lið um lið; har øll rinda skatt og taka med­á­byrgd í felagsskapinum, og aft­ur­fyri fáa rætt til dygd­ar­góð væl­ferð­ar­ti­ lboð og veit­ing­ar, sum tryggja eitt virð­iligt lívs­grund­arlag, og til, um inn­tøk­an av einari ella aðr­ari orsøk svíkur, tað verið seg av sosialum, heilsuligum ella natúrl­igum ávum. Hendan sosiala kontraktin er ein av universellu meg­inregl­ unum í norð­ur­lendska væl­ferð­ ar­sam­fel­ag­num: at øll lata og øll fáa – høg sum lág. Sosiala kon­trakt­in fevn­ir bæði um all­ar nú­livandi borg­arar, og er sam­ stundis ein kontrakt mill­um ættarlið. Hetta merk­ir eitt nú, at tey, sum eru á ar­beiðs­markn­að­i­ num í dag, rinda pensjónina hjá ­núverandi pen­sjón­is­tum, með­an komandi ættarlið rinda pensjón til tey, sum eru gom­ul til ta tíð. Samgongan: Hvør sætir sær! Pensjónir á Peter Mohr Dam tíðargrein Aksel V. Johannesen og Rigmor Dam Løgtingsfólk fyri Javnaðarflokkin Nú allir løntakarar skulu tving­ast at rinda 15 pro­sent til egna eftirløn, brýt­ir sam­gong­an bæði meg­in­regl­una um sam­halds­fasta fólk­a­pen­sjón og sosialu kon­trakt­ ina, sum eyð­kenna norð­ur­lendsku væl­ferð­ar­sam­fel­øg­ini. Og við at skatta pen­sjón­ir við inn­gjaldi, hev­ur sam­gong­ an oyðslað burtur vælferð­ina hjá komandi ættar­lið­um.