týsdagur 17. desember 2013síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 18. desember 2013 · Nr. 146
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Grundleggjandi halda vit, at øll eiga
rætt til eina virðiliga, samhaldsfasta
pensjón, har øll rinda inn og øll fáa
pensjón úr somu skipan – óansæð
inntøku ella uppsparing.
Skipanin skal vera haldfør og
byggja á sosialu kontraktina, so hon
bæði gagnar verandi og komandi
pensjónistum.
Hon skal vera einføld, so mest
fer til pensjón og nærum onki til
umsiting.
Hon skal hvørki revsa ella noyða
fólk at arbeiða eftir pensjónsaldur,
men eggja fólki at vera virkin eftir
67 ára aldur.
Tað skal standa øllum frítt at
spara meira upp, um teimum lystir,
uttan at samfelagið leggur seg út í
tað.
Útbyggja Samhaldsfasta
Okkara tankar byggja á, at vit út
byggja Samhaldsfasta, so hann
er almenna pensjón føroyinga. Í
løtuni er fólkapensjónin partur av
fíggjarlóg landsins og er umleið
500 mió. kr. Við at leggja um til
Samhaldsfasta fólkapensjón, fáa
vit eina skipan uttan fyri fíggjar
lógina, so til ber at lækka skattin
við í minsta lagi tí, sum inngjaldið
til samhaldsfasta hækkar. Soleiðis
fyribyrgja vit vanlukkuligu væl
ferðar-avleiðingunum av at skatta
pensjónir við inngjaldi, tí Sam
haldsfasti verður framvegis skatt
aður við útgjaldi.
Øll rinda og øll fáa
Hækka vit inngjaldið til Sam
haldsfasta úr verandi 1,75 upp í 7,5
prosent frá báðum pørtum, kem
ur ongin at rinda meira enn í dag
í skatti og pensjónsuppsparing,
kanska heldur minni. Sum áður
nevnt lækkar skatturin meira enn
inngjaldið til samhaldsfasta hækk
ar fyri løntakaran, meðan arbeiðs
gevarin kemur at rinda 5,75 meira
enn í dag, sum er munandi minni
enn samgongan ætlar við at tvinga
15 prosent í pensjónsuppsparing.
Fyri privatar arbeiðsgevarar verður
neyðugt at seta skipanina í verk yv
ir nøkur ár. Á hendan hát ber til at
hækka útgjaldið til góðar 12.000 kr.
um mánaðin áðrenn skatt, ella áleið
500 kr. meira enn fólkapensjón og
Samhaldsfasti geva tilsamans í dag.
Øll verða tí tryggjað eitt minimum,
men tó virðiligt, livistøðið á ellisár
um, høg sum lág.
Haldfør og einføld skipan
Samhaldsfasta fólkapensjónin er
ein einføld skipan, har allur pening
urin fer til eftirløn og at kalla onki
fer til umsiting.
Við at hækka inngjaldið við 5,75
prosentum frá hvørjum parti, og
við teimum fólkaframskrivingum,
sum vanliga verða brúktar, javnvig
ar skipanin. Eisini er stóri fyrimun
urin í longdini, at samhaldsfasta
fólkapensjónin verður skattað við
útgjaldi.
Ongin mótrokning
Eisini er tað ein umsitingarligur
lætti, at útgjaldið úr Samhalds
føstu fólkapensjónini ikki verður
mótroknað í aðrari inntøku - held
ur ikki hjá hjúnafelaga. Pensjónist
ar, sum orka og vilja, verða eggjaðir
at arbeiða longri, uttan at verða
fíggjarliga
revsaðir.
Framtíðar
fólkasamanseting krevur lutfals
liga størri arbeiðsstyrki, sum aftur
gevur hægri skattainntøkur og inn
gjald til samhaldsfasta.
Fer beint í ringrásina
Í løtuni hópa vit eftirlønarupp
sparingar upp í privatum feløgum,
sum eru sárbær mótvegis búskap
arkonjukturum og fíggjarkrepp
um. Ein serføroyskur trupulleiki
er tað, at peningurin verður kan
aliseraður beint av landinum til
útlendskar íløgur. Hetta er sera
óheppið fyri føroyska búskapin. Í
Samhaldsfasta verður peningurin,
sum kemur inn, sendur beint út í
umfar aftur, og hevur tað sjálvsagt
positiva ávirkan á føroyska búskap
in. Meirvirðið, sum verður skapt av
virksemi í samfelagnum, kemur tí
samfelagnum til góðar her og nú og
framyvir.
Frívillig uppsparing
Tey, sum vilja hava hægri pensjón
at liva fyri, eru vælkomin at spara
meira upp í øðrum skipanum, eitt
nú gjøgnum avtalur sum fakfeløg
ini hava. Hetta skal tað almenna
ikki leggja seg útí, hvørki við frá
dráttum ella revsandi tiltøkum.
Fáa øll góðar 12.000 kr. úr Sam
haldsføstu fólkapensjónini, er ikki
vist, at tey mongu, sum longu nú
rinda 15-17 prosent í eftirløn, hava
hug at halda fram við hesum.
Hesi prosent eru vunnin gjøgnum
frælsar samráðingar, og verður tað
tí upp til feløgini og limir teirra at
gera av, hvørt ein partur skal verða
lagt um til lønarhækkan. Tað hevði
í øllum førum komið væl við hjá
mongum, sum heldur vilja rinda
húsalán niður og lætta um í gerand
isdegnum, tá útreiðslurnar eru høg
ar meðan børnini eru smá, enn at
spara so nógv upp til aldurdómin,
sum í løtuni.
Upplegg til kjak
Sum áður nevnt, eru hesir tank
ar upplegg til framhaldandi orð
askifti. Alneyðugt er, at øll taka
saman hendur í stríðnum fyri sam
haldsfesti og vælferð Føroya. Við
forskatting av pensjónum er óbót
aligur skaði framdur, og við at seta
í verk privata, tvungna uppsparing,
ganga vit burtur frá tí vælferð og
tryggleika, sum eyðkennir skipan
ina í norðurlondum - og tað má ikki
henda.
Partarnir á arbeiðsmarknað
inum mugu, saman við politisku
skipanini, finna eina loyns, sum
tænir øllum. Ein nýggj pensjóns
skipan umfatar allar føroyingar
langt inn í framtíðina, og tí ber ikki
til at trýsta eina loysn niður yvir
og uttan um tey, sum skulu umsita
og liva við skipanini mong ár fram
í tíðina.
Samhalds
fasti í
stuttum
Eins og Fólkapensjónin, var
Samhaldsfasti Arbeiðsmarknað
areftirlønargrunnurin, vanliga
róptur Samhaldsfasti, eitt risa
framlop á vælferðarleiðini.
Vilhelm Johannesen, táver
andi landsstýrismaður í arbeiðs
marknaðarmálum, í samgong
uni millum Javnaðarflokkin,
Tjóðveldisflokkin,
Sjálvstýris
flokkin og Kristiliga Fólkaflokk
in frá 1985-1989, var oddamaður
hendan Samhaldsfasta. Fyrstu
inngjøldini vórðu goldin inn í
skipanina í 1992, tá ið Jóannes
Eidesgaard var landsstýrismað
ur í arbeiðsmarknaðarmálum.
Samhaldsfasti, sum er eitt
peningaligt ískoyti til fólkapen
sjónina, í løtuni 2.880 kr. mán
aðarliga, byggir á solidariska
prinsippið, har allir løntakar
ar rinda sama prosentpart av
lønini inn, meðan øll fáa somu
upphædd út frá 67. ári. Hetta
merkir, at hálønt rinda lutfals
liga meira inn enn láglønt, men
øll fáa somu upphædd út aftur.
Skipanin er einføld, so pen
ingurin fer til eftirløn og ikki
til umsiting. Av tí sama kostar
hon í dag bert 500 tús. kr. árliga
í umsiting. Hetta kemst av, at
meginparturin av tí, sum verður
goldið inn frá øllum løntakarum
síðst í hvørjum mánað, verður
kanaliserað beint út aftur til
pensjónistarnar, sum allir fáa
somu upphædd.
Samhaldsfasti er í grell
ari andsøgn við eitt nú ATP í
Danmark, sum ikki ógrundað
verður rópt ”Alt til pamperne”.
Her sparir hvør einstakur upp
til egin ellisár á egnari konto.
Umframt eina øgiliga umsiting,
er skipanin eisini ósolidarisk, við
tað, at hálønt fáa nógv meira út
enn láglønt – so har ræður onki
samhaldsfesti, og stættarmun
urin fylgir við inn í ellisárini. Tó
hava danir nakað hægri fólka
pensjón enn vit.
Okkara boð: Felagsskap
ur fram um sjálvsøkni!
vegamóti
Jóannes Eidesgaard og Vilhelm Johannesen
tíðargrein
Eftir at samgongan hevur sett bæði vælferðina og pen
sjónsøkið í vanda, er alneyðugt, at øll vísa ábyrgd
og samhaldsfesti. Hesir tankar eru fyrst og fremst
upplegg til diskussión, serliga millum partarnar á ar
beiðsmarknaðinum og politiska landsslagið.