Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-17, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. desember 2013síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. desember 2013 · Nr. 146 32 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Rannvá G. Fossaberg Føroya Studentaskúli og HF- skeið í Hoydølum hava fingið ein nýggjan rektara. Talan er um 43 ára gamla Herleif Hammer, sum hevur verið vara­rektari síðani í summar, tá Mikkjal Helmsdal fór frá. Nýggi rektarin er settur í eitt tíðaravmarkað starv, tí tá Skúladepilin í Marknagili stendur klárur í 2016, er skúlin í Hoydølum ein farin tíð. – Eg haldi avgjørt ikki, at mín uppgávu nú bara er at avvikla skúlan. Tað snýr seg um, at skúlin skal stýrast og leiðast fram til tað, sum verður í Marknagili, men hin­vegin skal hetta vera eitt gott stað at vera inntil ta tíð. Næmingarnir skulu hava sína útbúgving og trívast á staðnum, og eisini skal hetta vera eitt gott arbeiðspláss fyri lærarar og onnur starvs­ fólk á skúlanum. Tí síggi eg ikki hetta sum eitt starv, har skúlin bara skal avviklast, greiðir Herleif Hammer frá. Ein kúllasligur næmingur Herleif Hammer er upp­ vaksin í Tórshavn og Norðra­ dali. Í 1989 fekk hann sjálvur sítt studensprógv, og júst tíðina í Hoydølum minnist hann væl. – Fyri at siga sum er, so var eg nokk ein av teimum næmingunum, sum eg havi trupulleikar av í dag, sigur Herleif Hammer, ristir eitt sindur við høvdinum, smílist og heldur fram: – Eg gjørdi heimaarbeiðið onkuntíð, men tað at ganga í studentaskúlanum var so nógv meira enn bara tað. Umhvørvið var so fantastiskt upp á fleiri mátar, og eg lærdi nýggj fólk at kenna og fekk vinmenn, sum eg enn tann dag í dag havi samband við. Fyri meg var tað nokk meira alt tað sosiala rundan um skúlan, sum var minst líka so týdningarmikið sum sjálvur skúlin. Men samstundis var tað eisini ein búning í tí, sigur Herleif Hammer. Umframt at gera ymsar fyristingarligar upp­gáv­ur er ein partur av rektara­starv­ inum, at harta næmingar, um teir ikki gera sínar skyldur á skúlanum. Eisini tað er nakað, sum nýggi rektarin á ein hátt hevur royndir við. – Í míni tíð á studenta­ skúlanum var eg eisini inni hjá rektaranum. Ikki ofta, men nakrar ferðir, sigur Herleif Hammer og er skjótur at leggja afturat, at tað ikki bara var í teimum førunum, har hann eitt nú ikki hevði gjørt heimaarbeiðið ella hevði havt fráveru. – Tað var soleiðis, at eg sat í samstarvsnevndini í næm­inga­ráðnum, so onkun­ tíð bleiv tað líkasum saman­ tvinna, sigur Herleif Hammer og smílist. Ein kreativur rektari Herleif Hammer leggur stór­ an dent á, at umhvørvið á skúlanum framhaldandi skal vera skapandi, eins og tað var, tá hann gekk á skúla­num. Sjálvur dámar honum væl sang og er eisini partur av mann­fólkakórinum Bollar­ nir, sum plaga at fara heim til fólk at syngja, tá serligt høvi er. – Tann kreativi parturin er nakað, sum eyðkennir skúlan, og vit hava eitt nú skipað fyri fleiri stórum sangleikum, sigur Herleif Hammer, sum sjálvur hevur verið við til at framleiða seks teir seinastu sang­leikirnar, sum hava verið. Longu nú eru greitt, at skúlin fer at seta upp enn ein sang­leik í heyst. Hóast Herleif Hammer ikki sigur seg vera skapandi á tann hátt, at hann ikki dugir at mála ein málning, so vil hann lýsa seg sjálvan sum ein kreativan persón. – Eg haldi, at eg eri krea­ tivur, tá tað kemur til loysnir. Fyri at siga sum er, so var eg nokk ein av teimum næmingunum, sum eg havi trupul­- leikar av í dag – Eg kenni meg aftur í nógvum av tí, sum rørir seg millum studentarnar og teir trupulleikarnar, næmingarnir kunnu hava. Tað, haldi eg, er ein stórur fyrimunur nú. Soleiðis sigur nýggi rektarin í Studentaskúlanum í Hoydølum, Herleif Hammer, sum longu hevur tikið avgerð um, at hann ikki verður at síggja í stjórasessinum í Skúladeplinum í Marknagili. – Eg fari at royna at gera hesi seinastu tíðina í Hoydølum so góða og virðiliga sum gjørligt, sigur Herleif Hammer Rektarin var kúllasligur næmingur