týsdagur 17. desember 2013síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Mikudagur 18. desember 2013 · Nr. 146
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
Gjarna praktiskar loysnir, og
ein styrki hjá mær er, at eg
dugi at síggja loysnir og eisini
finna upp á loysnir. Tað havi
eg lært frá teimum mongu
sangleikunum, eg havi verið
partur av at framleiða, og
eisini frá tíðini, tá eg arbeiddi
sum framleiðslustjóri í Sjón
varpi Føroya. Tað, at duga at
síggja loysnir, er avgjørt nak
að, sum eg kann brúka hesa
komandi tíðina sum rektari,
heldur Herleif Hammer fyri.
Ein góð seinasta tíð
Tá lýst varð eftir nýggjum
rektara til skúlan í Hoydølum,
var Herleif Hammer als ikki í
iva um, at hann skuldi søkja.
– Orsøkin til, at eg bjóðaði
meg fram um rektari, er, at
eg kenni skúlan ógvuliga
væl, havi sitið í leiðsluni í
seks ár og havi undirvíst á
skúlanum í tilsamans 11 ár,
so eg kenni starvsfólkini og
skúlaskipaninar væl. Eg haldi,
at hatta eru nakrar fortreytir,
sum skulu til, um tað skal
eydnast væl at fyrireika
skúlan til at leggja saman
við hinum skúlunum, og tá
eg hevði hasar fortreytirnar
kendist tað natúrligt at bjóða
meg fram, greiðir Herleif
Hammer frá.
Nýggi
rektarin
hevur
gjørt sær tankar um, hvussu
seinasta tíðin í Hoydølum
skal verða.
Eg havi ambitiónir um,
at hetta skal vera eitt gott
stað at vera, og at tey, sum
eru her hesi árini, merkja, at
hóast skúlin bleiv avviklaður,
so bleiv tað gjørt upp á ein
tryggan og virðiligan máta,
sigur Herleif Hammer.
Hóast tað í fleiri ár
javnan hevur verið frammi
um vánaligu umstøðurnar
á skúlanum heldur Herleif
Hammer ikki, at tað skal
verða tað, sum skal fylla
mest hesa seinastu tíðina.
– Onkursvegna skulu vit
royna at leggja alt tað aftur
um okkum, tí eitt nú parker
ingsviðurskifti og vánaligu
fysisku karmarnar á skúl
anum, fái eg ikki gjørt nakað
við. Og hóast trupulleikarnir
framvegis eru, so eiga vit
heldur at hugsavna okkum
um innihaldið í skúlanum og
hugsa, hvat gott vit kunnu
hava seinastu tíðina, heldur
enn hvat vit mangla, sigur
Herleif Hammer.
Hann sigur seg ikki hava
nakrar beinleiðis hugsjónir
fyri skúlan, men meira fyri
produktunum, sum skúlin
framleiðir.
–
Næmingarnir
skulu
mennast
fakliga
og
menniskjaliga, soleiðis at teir
fara frá skúlanum sum sjálv
støðug, kritisk menniskju,
ið eru før fyri at velja tað,
sum er rættast fyri tey, sigur
hann.
Ikki stjóri á
Skúladeplinum
Tá
nýggi
Skúladepilin
í
Marknagili stendur klárur
at brúka í 2016, skal eisini
nýggjur stjóri finnast til
depilin. Tó skal eingin vænta
at síggja Herleif Hammer í tí
sessinum.
– Eg havi ongar ætlanir
um at standa á odda fyri
Skúladeplinum, og eg kann
longu nú siga við vissu, at eg
fari ikki at søkja tað starvið,
sigur Herleif Hammer, sum
sigur seg ongantíð hava havt
ætlanir um at vera topp
stjóri.
– Eg havi altíð verið skúla
menniskja, og longu sum
smádrongur ynskti eg at blíva
lærari. Nú havi eg undirvíst í
11 ár á Studentaskúlanum, og
mær dámar tað stak væl, og
tí veit eg, at tá mín tíð sum
rektari í Hoydølum er av, fari
eg aftur at undirvísa, sigur
Herleif Hammer og leggur
afturat:
– Ella eisini endi eg í
onkrari leiðslu, tí eg havi
nógvar royndir. Men stjóra
starvinum á Skúladeplinum
fari eg ikki eftir, sigur Herleif
Hammer.
rannva@sosialurin.fo
Eg kenni skúlan
ógvuliga væl, havi sitið í
leiðsluni í seks ár og havi
undirvíst á skúlanum í
tilsamans 11 ár, so eg
kenni starvsfólkini og
skúlaskipaninar væl
Herleif Hammer
Aldur: 43 ár
Bústaður: Hoyvík
Útbúgving: Cand. phil. í søgu
– Næmingarnir skulu mennast fakliga
og menniskjaliga, soleiðis at teir fara
frá skúlanum sum sjálvstøðug, kritisk
menniskju, ið eru før fyri at velja tað, sum
er rættast fyri tey, sigur Herleif Hammer
Mynd: Álvur Haraldsen