Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-17, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. desember 2013síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. desember 2013 · Nr. 146 36 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tøkk Hjartans tøkk til tykkum, ið vóru við til at gleða okkum á hjúnabandsdegi okkara, 04.08.13. Takk tit, sum vóru við til vígsluna og veitsluna, takk fyri heilsanir, gávur, røður, sangir og ikki minst takk fyri alla hjálp, ið vit fingu. Vit høvdu ein ógloymandi dag. Fríðálvur & Tina Tøkk Hjartaliga takki eg øllum sum gjørdi 80 ára dagin so sera hugnaligan og ógloymandi. Takk til øll sum hjálptu so væl til. Somuleiðis tøkk til tykkum øll sum á ymiskan hátt mintust til mín. Øllum verða ynskt eini gleðilig jól og Harrans signing í komandi ári. Kærar heilsanir Sigga Andreassen Norðskáli Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum við gávum, blómum, heilsanum og vitjanum gjørdu gullbrúdleypsdag okkara so sera góðan og hátíðarligan. Ein serlig tøkk til starvsfólk og leiðslu á Ellis og Røktarheiminum, fyri tykkara umsorgan og vælvild. Vit vilja eisini nýta høvið at ynskja øllum vinum, familju og kenningum, eini gleðilig jól og eitt av Harranum vælsignað nýggjár. Við ynskjum um Guðs ríku signing í komandi ári. Emly og Terje Vestergaard Tøkk Vit vilja takka øllum, sum á ein ella annan hátt vóru við til at gera okkara hjúnabandsdag 10. august 2013 til ein ógloymandi dag. Vit vilja eisini nýta høvi at ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum vælsignað nýttár. Ólavur og Tórhild Tøkk Øllum tykkum mongu, sum gleddust saman við okkum á gullbrúdleypsdegi okkara tann 18. Mai, takka vit hjartaliga. Eingin nevndur og eingin gloymdur Vit ynskja øllum eini gleðilig jól og Harrans ríku signing í komandi ári Ågot & Óli Tøkk Hjartans tøkk sendi eg øllum, sum heilsaði uppá meg á 75 ára degnum, Tøkk til tykkum øll, sum gjørdi mær dagin so hugnaligan, Somuleiðis ynski eg eini góð jól og eydnuberandi nýttár. Blíðar heilsanir Kristina Magnussen Tøkk Hjartaliga takka vit fyri gávur og øllum tykkum, sum á ymiskan hátt hjálptu til, at gera hjúnabandsdag okkara 24.08.13 so sera góðan og ógloymandi. Somuleiðis verður ynskt øllum eini góð og gleðilig jól og eitt av Harranum vælsignað nýggjár. Ynskja Miriam & Uni Lamhauge