Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-17, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. desember 2013síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 Mikudagur 18. desember 2013 · Nr. 146 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tøkk Eina tøkk til tykkum øll sum mintust meg á 70 ára degnum. Tøkk til tykkum, sum hjálptu so væl til. Við ynskjum um signað jól og nýttár. Heilsan frá okkum Magnus Jensen Sunnbøur Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið á ymsan hátt gjørdu brúdleyp okkara 18/05 - 2013 einastandandi gott og ógloymandi. Takk fyri hjálp, heilsur, vitjan og gávur bæði á sjálvum brúdleypsdegnum, og ikki minst dagin eftir í heimi okkara. Gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár, ynskja Rúni og Súsanna Tøkk Ein hjartans tøkk til øll tykkum, ið gjørdu mín 90 ára føðingardag sera hugnaligan og ógloymandi fyri meg. Bestu heilsanir Ada Petersen Sandur Tøkk Hjartans tøkk til tykkum øll, sum gjørdu okkum gullbrúdleypsdagin ógloymandi. Somuleiðis ynskja vit øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár við tøkk fyri brátt farna árið. Asbjørn og Elseba Dahl Oyri 60 ára føðingardagur Leygardagin 21.des verður Anfinn Gærdum 60 ár.Dagurin verður hildin í Bygdahúsinum frá kl.20. Øll eru hjartaliga vælkomin. Silvurbrúdleyp 30. desembur hava Dagmar & Johan Beder silvur­brúdleyp. Dagurin verður hildin á Dugna á Kambsdali við sjálvtøkuborði frá kl 16. Øll eru hjartaliga vælkomin at hátíðarhalda dagin saman við okkum. Vinarliga Dagmar og Johan Gullbrúdleyp Leygardagin 21. desembur hava Malmberg og Bodil Olsen á Strondum verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin saman við børnum við familju í heiminum á Strondum. Gullbrúdleyp 8. januar hava Sonja og Dávid Hansen, Kvívík, verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin í Glæmuni í Kvívík leygardagin 11. januar frá kl. 14–19. Øll eru hjartaliga vælkomin.