týsdagur 17. desember 2013síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. desember 2013 · Nr. 146
46
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
fótbóltur
ítróttur
UEFA Youth League er ein Champions League kapping fyri U19 lið. Kappingin byrjaði við, at verða eitt kopi av Champions League
kappingini. Bólkarnir og dystirnir vóru teir somu og spældir á sama leikdegi sum teir í Champions League. Nú byrjar endaspælið
og spælt verður í fyrsta umfari ein dystur. Tað verður bólkavinnarin, sum hevur heimavøll í avgerandi dystinum. Fyri FCK merkir
tað, at teir skulu spæla móti Barcelona á útivølli í áttindadeilsfinaluni. Í fjórðingsfinalunum verða so tveir dystir, ein heima og ein
úti. Skuldi tað eydnast Brandi og FCK at koma víðari, so skulu teir spæla móti vinnaranum av Arsenal og Shakhtar Donetsk.
Tróndur Arge
Frederiksberg Idrætspark
Tað er kalt, men stilt í veðr
inum, tá U19 liðini hjá FCK og
Real Madrid koma á vøllin á
Frederiksberg
Idrætspark
at hita upp. Dreingirnir úr
FCK eru fyrstir á vøllin. Teir
renna nakrar ferðir aftur og
fram. Tað gera teir einar tvær
ferðir, tá ein myrkhærdur
spælari byrjar at ótolnast.
Hann vil hava ein bólt at hita
upp við. Tað gongur eina løta,
so roynir hann aftur at fáa
fatur á onkrum, sum hevur
við bóltarnar at gera.
Jú, nú koma bóltarnir til
stóra gleði fyri skálvíkingin,
sum tímur best at spæla
fótbólt við einum bólti. Tað
vitnar bóltførleikin eisini
um.
Dysturin verður spældir
á Frederiksberg Idrætspark.
Talan er um fótbóltsvøll
við rennibreyt og áskoðara
plássum á aðru langsíðuni.
Fyribils ljósmastrar eru settar
upp í hvørjum av teimum
fýra hornunum kring vøllin.
Hinumegin áskoðaraplássini
eru íbúðarblokkar. Onkur
hevur tikið av møguleikanum
og sett seg at hyggja út
gjøgnum vindeygað.
Tað er ókeypis at koma
inn og nógv fólk er komið
at
hyggja.
Umframt,
at
áskoðaraplássið
er
fult,
so standa fólk eisini kring
vøllin.
Enzo, sonur Zidane
Á vøllinum renna bestu ungu
spælararnir hjá FCK og Real
Madrid. Navnframasti spæl
arin á vøllinum er óiva Enzo
Fernández. Tað ljóðar ikki
av so nógvum, men fulla
navnið er Enzo Alan Zidane
Fernández. Hann er sonur
fronsku legenduna, Zinedine
Zidane.
Hann vil helst verða
kendur
undir
navninum
Enzo Fernández, fyri ikki at
blíva tyngdur av stóra eftir
navninum og skugganum
hjá pápanum. Hetta er eisini
nakað Andreas og Mads
Laudrup, synir hjá Michael
Laudrup, hava víst á, at tað
kann verða ein byrða at
verða sonur ein legendariska
heimsstjørnu.
Á vøllinum er eisini langt
frá Zinedine Zidane á topp
inum til Enzo Fernández
á
U19
liðnum
hjá
Real
Madrid. Enzo hevur 10 talið
á rygginum og spælir á fram
rættaða miðvøllinum. Hann
er íblandaður tí mesta, sum
Real Madrid fyritekur sær,
men tað verður sjáldan um
sett til nakað.
Tað
er
ilt
at
meta
um
hvussu
góður
Enzo
Fernández kann blíva, men
um yvirleggjarin er støðið
hjá pápanum, so hevur hann
ongan kjans og tað er eisini
órættvíst at leggja so stórt
trýst á unga mannin.
Brandur í álopinum
og leggur upp
Tá dómarseðilin kemur út, er
Brandur settur sum áleypari.
Hann hevur annars spælt
allar dystirnar á miðvøll
inum í eini 4-4-2 spæliskipan,
har hann er 8’arin, sum hevur
eina meiri framrættaða upp
gávu enn 6’arin, ið somuleiðis
spælir mitt á miðjuni. Hesa
ferð var skipanin nakað
broytt, tí Brandur lá longur
frammi á vøllinum.
– Tann íslendski áleyparin
hjá okkum(Kristján Flóki
Finnbogason, blðm.) hevur
leikbann, og tí bleiv eg settur
í álopið. Meiri sum ein 10’ari
og tað var fínasta slag, sigur
Brandur.
FCK kemur á odda, tá
dysturin er eitt stórt korter
gamal. FCK fer í mótálop, tá
bólturin endar hjá Brandi.
Hann er knappur í vendingini
og setur ferð á. Hóast hann
hevur bóltin millum beinini,
so hyggur hann fleiri ferðir
upp. Úr eygnakrókinum sær
hann
framherjan
Younes
Felfel. Við neyvari og hegnis
ligari avlevering lyftur hann
boltin upp um verjuna til
Felfel, sum í aðru atløgu
skorar.
Eftir
hetta
fær
Real
Madrid tamarhald á dyst
inum. Fáar minuttir fyri hálv
leik javnar Real Madrid eisini
uppiborið. Hesa løtuna fær
Brandur lítið burtur úr og er
ónøgdur, tá viðspælararnir
byrja at sparka vekk, heldur
enn at spæla bóltin. Einasta
ljóspunktið er, tá Brandur í
besta Zinedine Zidane stíli
ger roulettina. Tað er tá ein
spælarin traðkar á bóltin,
fyri síðani at føra bóltin
víðari við hinum beininum,
meðan hann sneiðir rundan
um seg sjálvan.
Brandur avgerandi
– reytt kort til
Real Madrid
Í seinna hálvleiki er Real
Madrid omaná frá byrjan.
FCK er víðari í UEFA Youth League, eftir at teir koppaðu
favorittunum úr Real Madrid, sum høvdu sonin hjá Zinedine
Zidane við á liðnum. Tað hjálpti lítið, tá FCK hevði Brand
Hendriksson Olsen. Nú stendur FC Barcelona á skránni
Myndir: Tróndur Arge
Barcelona
Madrid – nú bíðar
Brandur vann
á Zidane og Real
Brandur vann