týsdagur 17. desember 2013síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
47
Mikudagur 18. desember 2013 · Nr. 146
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
fótbóltur
ítróttur
Teir trýsta FCK í botn, sum
bara í einkltum álopum
megna at spæla seg um miðj
una. Tað er eisini uppiborið,
tá Marcos Legaz leggur Real
Madrid á odda 2-1, tá ein tími
er spældur. Nú eru góð ráð
dýr. FCK skal í minsta lagi
hava mál fyri at koma víðari.
Tíggju minuttir seinni kemur
aftursvarið.
Brandur verður spældur
leysur inn um verjuna. Hann
tvísporar eftir bóltinum og
rennur samstundis frá verjuni
hjá Real Madrid. Komin móti
brotsteigarmarkinum
er
hann ein brotpart av einum
sekundi áðrenn málverjin á
bóltin. Brandur verður feldur
og málverjin fær reytt kort.
– Tað var klárt fríspark og
reytt kort. Eg bleiv raktur á
tjúkkan. Tú hevur ikki nógva
tíð at hugsa teg um. Tað snýr
seg bara um at koma til bólt
in fyrst, og tað eydnaðist,
greiðir Brandur frá.
Lítla løtu seinni fær FCK
brotsspark,
sum
Mikkel
Wohlegemuth,
liðskipari,
umsetur til mál. Eitt korter
fyri tíð fellur avgerðin, tá
FCK eftir innlegg kemur á
odda 3-2.
Rómurin er til at fáa eyga
á. U19 liðið hjá FCK hevur
framt eitt satt bragd, og er
víðari til endaspæli í UEFA
Youth League.
– Hetta er fantastiskt.
Hetta høvdu vit ikki droymt
um, tá vit byrjaðu upp á
kappingina, men nú tá vit
standa her, so kennist tað
fantastiskt, sigur Brandur
Hendriksson
Olsen,
sum
eigur sín stóra lut í góðu
gongdini.
Tað kemur eitt óvart á,
at U19 liðið hjá FCK er kom
ið víðari í einum bólki, sum
telur Real Madrid, Juventus
og Galatasaray. Men tað
gongur
skjótt
upp
fyri
Brandi og hinum í FCK, at
teir kunnu klára seg móti
teimum stóru.
– Tað gera vit longu
í fyrsta dystinum, tá vit
spæla 2-2 móti Juventus.
Vit eru við allan dystin, men
eru eitt sindur trýstir, men
spæla fult upp við teir, sigur
Brandur, sum ikki ræðist
nakra mótstøðu nú.
Frá Real Madrid
til FC Barcelona
Mánadagin var lutakast til
Champions League, Europa
League og í UEFA Youth
League. Tá lutakastið er
liðugt er greitt, at FCK og
Brandur skulu spæla móti
katalanska
risanum,
FC
Barcelona á útivølli.
– Nú sótu vit allir saml
aðir og hugdu eftir lutakast
inum. Allir høvdu síni ynskir,
men teir fægstu mundu hava
Barcelona
sum
dreyma
mótstøðuna. Hetta var ikki
dreymamótstøðuliðið, men
altíð spennandi at møta
teimum bestu, sigur Brandur
og leggur afturat.
– Barcelona eru favorittar
til at vinna kappingina, so
vit møta einum sera sterkum
liði. Teir hava eitt tað besta
ungdómsakademiið í heim
inum, og eru kendir fyri at
fáa spælarar allan vegin.
Dysturin verður minst líka
krevjandi sum undarfarnu
dystirnir, og tað fara vit at
fyrireika okkum til eftir jól
ini, sigur Brandur.
– Tað størsta eg havi
upplivað higartil
Luttøkan
í
UEFA
Youth
League er tað størsta, sum
Brandur hevur upplivað í
fótbóltssamanhangi higartil,
sigur skálvíkingurin sjálvur.
– Tað er sjálvandi spenn
andi og eitt tað størsta, ið
eg hagartil havi upplivað
innanfyri fótbóltin. Vit møta
stórum feløgum og nøkrum
av
bestu
spælarunum
í
aldursbólkinum. Tað er við
til at menna okkum spælarar
nógv, tí at tú verður tvingaður
upp í eitt enn hægri tempo
og niveau enn vanligt, sigur
Brandur.
Brandur nevnir disiplin,
sum størstu orsøkina til góðu
gongdina.
– Vit hava allir verið væl
fyrireikaðir og verið saman
um hetta. Okkara disiplin
er størsta orsøkin til góðu
úrslitini, sigur Brandur H.
Olsen at enda, meðan hann
skrivar autografar til fleiri
av yngru fjepparunum, sum
somuleiðis fegnast um góða
úrslitið móti Real Madrid.
Brandur
Hendriksson
Olsen er bara 17 ár og hevur
longu sett sítt fingramerkið
á U19 liðið hjá FCK, UEFA
Youth League og á føroyska
U21 landsliðnum.
Í feburar mánaði skal
hann takast við kanska
besta U19 liðið í heiminum.
Brandur hevur av álvara
fingið sítt gjøgnumbrot í ár,
nú fáa vit at síggja, um trøini
eisini veksa í UEFA Youth
League himmiríki.
Myndir: Tróndur Arge
Bólkur B:
1 Real Madrid . . . . 11
2 FCK . . . . . . . . . . 10
3 Juventus . . . . . . . . 8
4 Galatasaray . . . . . 2
17/9: FCK - Juventus 2-2
2/10: Real Madrid - FCK 1-1
23/10: Galatasaray - FCK 0-1
5/11: FCK - Galatasaray 2-2
27/11: Juventus - FCK 2-2
10/12: FCK - Real Madrid 3-2
Í mun til Tórsvøll vóru ljósmastrarnar
á Frederiksberg Idrætspark
heldur meiri alternativar