hósdagur 19. desember 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. desember 2013 · Nr. 147
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
U
mboðsmaðurin fær eina
millión krónur afturat,
soleiðis at stovnurin eisini kann
virka sum eitt óheft eftirlit á
barna- og ungdómsøkinum.
Umboðsmaðurin skal nú gera
neyðugu fyrireikingarnar, so
leiðis at vit í Føroyum fáa eitt
barnaumboð.
L
øgmansskrivstovan fær
1,5 millión krónur afturat
til at seta á stovn sendistovu í
Russlandi. Pengarnir koma afturat
500.000 krónum, sum longu
eru settir av til endamálið, og tí
hevur løgmaður tvær milliónir til
sendistovu í Russlandi.
N
íggju milliónir krónur
skulu brúkast til at gera
innkoyringarveg til høvuðsstaðin,
umframt at ein millión er sett av
til at breiðka vegi millum Signabø
og Oyrareingir
F
íggjarnevndin hjá
løgtinginum vil hava, at
Ferðaráðið varðveitir stuðulin
til kunningarstovurnar kring
landið. Tað er tí sett inn sum
ein viðmerking til játtanina til
Ferðaráðið
F
íggjarnevndin vil hava, at
frískúlar kring landið skulu
hava 200.000 krónur aftur at
í stuðli, sammett við tað, ið
Fíggjarmálaráðið upprunaliga
ætlaði.
A
rbeiðið at umvæla og
útbyggja studentaskúlan
á Kambsdali dregur út, og tí
hevur Fíggjarnevndin skorið
fýra milliónir av teimum 11
milliónunum, sum ætlandi
skuldu játtast til arbeiðið í ár.
Pengarnir verða í staðin settir av á
fíggjarlógini fyri 2015.
U
ndirvísingin hjá útlendingum
í føroyskum skal styrkjast,
sigur Fíggjarnevndin, sum tí
játtar 250.000 krónur afturat
teimum 5,8 milliónunum, sum
longu eru játtaðar á konto til
frítíðarundirvísing.
S
tudni skal fáa meira burtur
úr pengunum, sum stovnurin
lænir út sum lestrarlán.
Inntøkurnar frá lestrarlánunum
skulu tí hækka 500.000 krónur,
metir Fíggjarnevndin.
H
ondbóltssambandið er í
peninganeyð, hevur ikki ráð
at senda landslið av landinum og
er tí útihýst úr kappingum Tað
gongur ikki, metir Fíggjarnevndin,
sum tí játtar 300.000 krónur
afturat til ítróttin, og eru
pengarnir markaðir til hondbóltin.
H
eilsumálaráðið skal hava
300.000 krónur afturat
til raksturin. Og harumframt
skulu aðrar 300.000 krónur
játtast afturat til kt-økið
hjá heilsuverkinum, sigur
Fíggjarnevndin.
J
áttanin til læknakanningar
av børnum verður økt 100.000
krónur, upp í 950.000 krónur
næsta ár.
F
íggjarnevndin skerjir játtanina
til heilsutrygdarveitingar við
1,2 milliónum krónum.
F
íggjarnevndin skerjir
somuleiðis játtanina til
Almannamálaráðið við 1,2
milliónum, men her er mest talan
um teknikk, tí pengarnir eru
fluttir til aðrar konti.
K
T-heildarskipanin til
Almannastovuna, nú
Almannaverkið, hevur verið ávegis
í eftirhondini nógv ár. Ætlanin
er fleiri ferðir seinkað og verður í
løtuni eftirmett. Fíggjarmálaráðið
ætlaði at seta fimm milliónir av
til hesa skipan næsta ár, men
Fíggjarnevndin skerjir játtanina
við einari millión.
F
íggjarnevndin játtar 400.000
krónur til hitastovuna hjá
Herberginum. Játtanin hevur
verið aftur og fram undir
fíggjarlógarviðgerðini – sett á,
strikað og síðani sett á aftur.
Pengarnir eru settir á kontona,
sum eitur stuðul til fyriskipanir
fyri heimleys.
Seinasta
sprellið
frá Fíggjar
nevndini
Ein samd fíggjarnevnd hevði 19 broytingar til fíggjarlógaruppskotið, áðrenn
fíggjarlógin fyri 2014 varð endaliga avgreidd við 3. viðgerð mikukvøldið. 18 onnur
broytingaruppskot frá andstøðuni vórðu hinvegin øll feld. Fá eitt yvirlit her
Lagt til rættis: Jón Brian Hvidtfeldt
tíðindi