Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. desember 2013síða 9

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 20. desember 2013 · Nr. 147 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FAKTA Sambært fíggjarlógaruppskotinum fyri 2014, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum legði fram 30. september í ár, verður hallið á fíggjarlógini 250 milliónir næsta ár. Eftir allar broytingarnar í løgtinginum, vísir nú samtykta fíggjarlógin eitt hall á 219 milliónir krónur. 23 tinglimir atkvøddu fyri fíggjarlógini við 3. viðgerð. Aksel V. Johannesen, Eyðgunn Samuelsen, Henrik Old úr Javnaðarflokkinum og uttanflokkatingmaðurin Gerhard Lognberg atkvøddu saman við samgonguni. Høgni Hoydal og Sirið Stenberg út Tjóðveldi og Rigmor Dam úr Javnaðarflokkinum atkvøddu ímóti fíggjarlógini, meðan sjey atkvøður vóru blankar. Andstøðan fekk einki Eins og vanligt kom andstøðan við eini røð av broytingaruppskotum, men samgongan feldi tey øll Jón Brian Hvidtfeldt Undan 2.viðgerð av fíggjarlógini fyri 2014 kom andstøðan við eini røð av broytingaruppskotum, men øll 29 broytingaruppskot fullu. Undan 3. viðgerð mikukvøldið gjørdi andstøðan enn eina roynd og legði hesaferð fram 18 broytingaruppskot, sum kosta tilsamans 98,5 milliónir krónur. Her er eitt yvirlit yvir, hvat andstøðan mælti til mikukvøldið. Yvirlit yvir útreiðslur: 800.000 krónur av til at seta á stovn sendistovu í Nuuk. 2,5 millión krónur til Hvalbiartunnil Fimm milliónir til nýtt havrannsóknarskip Fýra milliónir í stuðulsjáttan til orkumál, soleiðis at Føroyar gerast minni heftar av olju og minka útlátið av vakstrarhúsgassum 3,5 milliónir í stuðulsjáttan til næmingaheim 2,5 milliónir til at styrkja skúlatilboðið til ung við breki 15 milliónir til at styrkja Granskingargrunnin 2,3 milliónir afturat til at økja lestrarstuðulin, soleiðis at stakir uppihaldarar fáa stuðul í 12 mánaðir Fimm milliónir til Tjóðleikhús 2,6 milliónir til afturat til barnaískoyti, soleiðis at stuðulin til stakar uppihaldarar kann økjast úr 544 krónum upp í 800 krónur um mánaðin 6,1 millión krónur afturat til eldrarøkt 17 milliónir krónur afturat til fólkapensjón Tvær milliónir afturat til Strandferðsluna, soleiðis at skipini kunnu sigla hvønn dag í árinum Tilsamans er talan um 68,3 milliónir krónur í eyka útreiðslum Eisini mælir andstøðan til at lækka skattir og avgjøld. Ítøkiliga er talan um: 21 milliónir krónur, soleiðis at barnafrádrátturin kann hækka úr 6500 krónum upp í 8000 krónur fyri barnið Tríggjar milliónir krónur til at lækka meirvirðisgjaldið á matstovuvirksemið Tríggjar milliónir krónur til at lækka ferðaavgjaldið 3,2 milliónir krónur, soleiðis at heildarveitingin úr danska ríkiskassanum ikki verður javnað Tilsamans er talan um 30,2 milliónir krónur, sum skattir og avgjøld skulu lækka. tíðindi B arnaverndarstovan fær 500.000 krónur í stuðli til at reka Barnahúsið fyri næsta ár. B arnabati fær 200.000 krónur í stuðli til at reka ”Tú og eg ráðgevingina” fyri næsta ár. Eisini hetta uppskotið var aftur og fram undir fíggjarlógarviðgerðini. Fyrst vildi samgongan ikki játta pengarnar, men undir 3. viðgerð vendu vindarnir og pengarnir eru nú játtaðir. Hóast fíggjarnevndin hjá løg­ tingi­num hevur gjørt eina røð av broytingum til tað fíggj­ar­ lóg­ar­uppskot, ið lands-stýrið bar í tingið 30. sep­tember, so fegnast løg­mað­ur um endaliga úrslitið. Samanumtikið er eisini talan um smærri broytingar, ið ikki broyta stóru myndina tað stóra. Kaj Leo Holm Johannesen fegn­ast um, at undirskotið á fíggjarlógini fyri 2014 er kom­ ið niður á 219 milliónir krón­ur, og hann samanber við fíggj­ar­ lógar­viðgerðina fyri fimm árum síðani, tá politikarar tosaðu um eitt hall á eina milliard krónur. - Eisini má eg fegnast um, at ar­beiðsloysið er komið niður á 3,9 prosent og at fólkatalið økist við 134 fólkum, segði Kaj Leo Holm Johannesen av tingsins røðara­palli mikukvøldið. Somuleiðis nýtti løg­mað­ur høvið at vísa á, at út­flutn­ings­ virð­ið økist eini 400 milliónir krón­ur. - Hetta eru eisini avleiðingar av fíggjarlógararbeiði síðstu ár­ ini. So okkurt rætt hava vit gjørt, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Løgmaður fegnast - Eg minnist aftur á fíggjar­lógar­við­gerð­ ina í 2008, tá vit tosaðu um eitt hall á eina milliard. Nú eru vit komin niður á eitt undirskot, sum er 219 milliónir, og tað fegnist eg um, segði Kaj Leo Holm Johannesen, tá hann tók orðið við endan av 3. viðgerð mikukvøldið