hósdagur 19. desember 2013síða 21
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Fríggjadagur 20. desember 2013 · Nr. 147
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hvøllir lógvabrestir um alla lon
ina.
Eitt vikuskifti í mars mánaði í
2011 helt Javnaðarflokkurin ein týð
andi fund, har ið flokslimirnir vóru
serliga fegnir.
Hetta var landsfundurin, tá ið
eitt ættarliðsskifti fór fram í ovastu
leiðsluni.
Flokkurin takkaði gamla full
veldissinnaða formanninum fyri
drúgva tænastu.
Nýggi maðurin, Aksel V. Johanne
sen, bleiv borðin á lógvabrestum
inn í formanssessin.
Javnaðarflokkurin
kom heim aftur
Mong vóru spent eftir at vita, um
nýggi, ungi formaðurin mundi fara
at halda fram í fullveldissporinum.
Ella um hann mundi fara at leiða
Javnaðarflokkin hagar, ið javnaðar
fólk flest munnu kenna seg heima: í
Ríkisfelagsskapinum.
Tíbetur valdi Aksel rætt.
Á landsfundinum lat hann al
heimin vita, at nú skuldi Javn
aðarflokkurin
aftur
verða
ein
"samríkisflokkur" - ein, ið tekur
fult og heilt undir við Ríkisfelags
skapinum.
Javnaðarflokkurin var loksins
komin heim aftur.
Ljóðið í pípuni broyttist
Síðani tá er nógv hent.
Pípan hjá Javnaðarflokkinum
fekk brátt annað ljóð.
Fleiri munnu minnast, at tveir
mánaðir eftir landsfundin var ein
sekterisk uppgerð í Tjóðveldinum.
Garparnir vóru í hornatøkum.
Stríðið endaði við, at Høgni Hoydal
lá oman á floksfelaganum Sjúrði
Skaale - ein av ídnastu fullveldis
monnunum á Løgtingi. Hann stakk
í tjóðveldissekkin og fann síðani
dyrnar sjálvur.
Bert fimm mánaðir eftir sam
ríkis-landsfundin
í
Javnaðar
flokkinum varð fullveldismaðurin
Sjúrður Skaale innlimaður í sam
ríkisflokkin.
Politiskt skurraði hetta ikki
sørt.
Ikki nokk við tað.
Í einari taktiskari manøvru varð
fyrrverandi tjóðveldistingmaðurin
rullaður í positión sum "spísskandi
datur" til fólkatingsvalið í septemb
er 2011.
Manøvran virkaði. Sum takk
fyri seinasta nápaði Sjúrður Skaale
fólkatingssessin frá Høgna Hoydal,
og - hokus pokus filiokus - so var
ein fullveldismaður vorðin umboð
fyri samríkisflokkin á Fólkatingi.
Smart? Ja, men í stríð við útmeld
ingina hjá Akseli V. Johannesen á
landsfundinum.
Nógv javnaðarfólk, ið kenna seg
sum samríkisfólk, vóru illa við. Vit
ríkisfelagsskapsfólk, ið hildu, at
Javnaðarflokkurin var komin heim
aftur, máttu seta spurnartekin við,
um Javnaðarflokkurin er samríkis-
ella fullveldissinnaður.
Spurningurin gnaddar framveg
is.
Tveir reiðmenn á
sama gangara
Líka síðani fólkatingsvalið í 2011
hava tveir reiðmenn - tveir harrar
- verið í Javnaðarflokkinum: for
maðurin og fólkatingsmaðurin.
At síggja til, vilja reiðmenninir
ríða javnaðargangaran hvør í sína
ætt. Annar vil fullveldisleiðina, og
hin roynir at vera samríkissinn
aður.
Hvussu hevur hetta verið at sæð
í nevnda tíðarskeiði?
Her eru nøkur dømi:
•
Formaðurin sigur, at tað ikki er
ráðiligt at tosa um ella arbeiða
við at skerja ríkisveitingina.
Fólkatingsmaðurin
sigur,
at
Ríkisveitingin skal frystast og
"útfasast".
•
Formaðurin sigur, at flokkurin
hevur ikki sum mál, at fara úr
ríkisfelagsskapinum. Fólkatings
maðurin samanber føroyingar í
Ríkisfelagsskapinum við kúg
aðar myrkar amerikumenn í
´50´unum.
•
Formaðurin sigur, at ráð eru ikki
til yvirtøkur. Fólkatingsmaðurin
arbeiðir júst í hesum døgum
við yvirtøku saman við einum
landsstýrismanni úr Fólkaflokk
inum.
Og so framvegis.
Taktiskt ella veruligt
Dømini omanfyri vísa, at við aðrari
hondini er Javnaðarflokkurin sam
ríkissinnaður og við hinari full
veldissinnaður.
Man kann spyrja seg sjálvan,
um talan er um ein ætlaðan tak
tikk, ella um Javnaðarflokkurin
veruliga er ósamdur við seg sjálvan,
tá ið umræður Ríkisfelagsskapin,
Ríkisveitingina og yvirtøkur av
málsøkjum.
Nakað eintýðugt svar havi eg
ikki.
Møguliga er hetta eitt bland av
báðum, tí um Javnaðarflokkurin
skal vaksa, skulu samríkisatkvøður
til. Og um fólkatingsmaðurin hjá
Javnaðarflokkinum
skal
aftur
veljast, er brúk fyri fullveldisat
kvøðum.
Tað álvarsliga er, at samríkis
sinnað í Føroyum ikki vita, hvar ið
Javnaðarflokkurin stendur.
Nakað á sama hátt, sum sam
bandsveljarar seinastu tvey árini
hava staðið spyrjandi yvir fyri
Ríkisfelagsskapspolitikkinum hjá
pørtum av Sambandsflokkinum.
Saman um tikið ber hetta í
sær, at fullveldiskreftirnar hava
meira ella minni frítt spæl í einum
landi, sum hevur harðliga brúk fyri
stabiliteti og tryggleika.
Sum kunnugt fáast hesi bæði í
Ríkisfelagsskapinum.
Nú er brúk er fyri erligum og
greiðum útmeldingum á sambands-
og samríkisvonginum í Føroyum.
tíðargrein
Edmund Joensen
fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin.
Tórbjørn
Jacobsen
Jóannes
Eidesgaard
Hans Pauli
Strøm
Hergeir
Nielsen
Jógvan
Sundstein
Edmund
Joensen
Reiðmenn Javnaðar
floksins ríða
hvør í sína ætt
Órógvandi er at uppliva, at Javnaðarflokkurin er - ella letst vera - ósamdur við seg sjálvan,
tá ið umræður Ríkisfelagsskapin, Ríkisveitingina og yvirtøkur av málsøkjum