Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-19, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. desember 2013síða 22

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 20. desember 2013 · Nr. 147 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur PROFILURIN Áki Leitisstein Hansen Úti á bygd í Ikast og langt frá danska stórbýarlívinum, Den lille Havfrue og Nyhavn býr ein føroyskur fótbóltsspælari. Í eini handarvending hevur hann givið seg til kennar og er vorðin Føroya fremsti gull­ fuglur og vón um ein fótbólts­ spælara, ið kann náa heilt upp á altjóða fótbóltstindin. Í fótbólti kann ganga skjótt, og áðrenn vit vistu av, var hann flogin úr reiðrinum frá 1. deildar fótbólti í Føroyum til danskan yrkisfótbólt. Aftan­fyri hesi ógvisligu fram­gongd liggur eitt hart og mið­víst arbeiði og ein sterkur vilji at menna seg. Hetta er søgan um óspilta og blaðunga miðvingin Sonna Ragnar Nattestad, sum bert 18 ára gamal klipti nalva­ strongin og fór út í stóru verð. Eitt ár seinni hevur hann vakt bæði undran og fagn­ að, tí eftir ongari tíð trein hann inn í danska fót­bólts­ heimin. Hóast vit eru fegin um at síggja Sonna Ragnar Nattestad í donskum yrkis­ fótbólti, eru vit ivaleyst fleiri, ið skriða okkum í nakkanum og spyrja: Hvør er Sonni Ragnar Nattestad, og hvar er hann brádliga komin frá? Hetta er søgan um ein fót­ bóltsspælari, ið hevur tikið so ruddiliga av tilboðnum um yrkisfótbólt, hóast heim­ longsul og annað hevur gjørt um seg. Við tíðini hev­ ur hann tó megnað at førk­ að allar hesar tankar til viks. Tankar, ið hava fingið og fram­vegis fáa einstakar fót­bólts­spælarar í útlegd at venda heimaftur til trygga føroyska umhvørvið mitt úti í Norðuratlantshavinum og uppgeva dreymin um yrkis­ fótbólt. – Í byrjanini longdist eg heim. Tað gekk ikki so gott, men eg dugdi ikki at síggja meg aftur í Føroyum. Eg hevði einki annað frægari at gera heima, og eg vildi ikki geva dreymin upp, greiðir Sonni Ragnar Nattestad frá, meðan vit sita í køkinum í venjingarmiðdeplinum hjá FC Midtjyllandi í Ikast. Vit kunnu øll uttan himpr staðfesta, at úrslitið av ikki at geva upp talar so ruddiliga fyri seg, tí innan eitt ár er til­ veran sum fótbóltsspælari full­komiliga vend á høvdið. Í FC Midtjyllandi hevur Sonni Ragnar Nattestad funnið sær eitt trygt umhvørvi, har ið øll, liðfelagar, venjari, hjálpar­ venjarar og liðleiðarar, taka hond um hann og tryggja hon­um góðar og gevandi um­støður. Tað er ikki uttan orsøk, at felagið hevur fostrað leikarar sum Simon Kjær og nýsælingin Winston Reid. Ein føroyskur klettur Við fyrsta eygnabragd er ógvu­liga lítið tekin um, at í FC Midtjyllandi búleikast ein føroyskur fótbólts­ spæl­ari. Kenna fólk hann av út­sjónd, kundi Sonni Ragnar Nattestad eins væl itið Adebayo Ogbulafor og var ættaður úr Nigeria. Pápi hansara, navnframi bjarg­ing­ar­maðurin Oben Poulsen, er ættleiddur úr Haiti, og við síni eksotisku út­sjónd hóskar Sonni Ragnar Nattestad nevniliga væl inn í stóru mongdina av fótbólts­ spælarum, ið felagið nærum hvørt ár dregur til sín úr afrikanska meginlandinum. Sum flestum kunnugt er FC Midt­jylland eitt felag við serligum kunnleika og upp­ lendi at fara eftir evna­góðum afrikonskum fót­bólts­spæl­ arum, og tískil er so at siga einki tekin um, at felagið hevur heintað hendan dugna­liga fótbóltsspælaran í ein kaldan norðan; ikki fyrr enn fólk kenna hann aftur av navni. Sum ein klettur rísir Sonni Ragnar Nattestad høvdið upp um sínar liðfelagar. Við sínum nærum tveimum metrum og kropsligari styrki hev­ur hann nærum alt, ið ein fót­bólts­spælari skal hava fyri at náa tindin í fótbólti. Eg (blm.) føli meg lítlan, og tað gera Morten ’Duncan’ Rasmussen, Jeppe Curth og allir hinir í FC Midtjyllandi óivað eisini. Mín hond hvørvir í hansara lógvum, tá ið vit taka í hondina á hvørjum øðrum, og eg føli meg sum ein smápilt. Hóast vakstrarlagið hev­ ur ein vissan fyrimun, er fram­vegis langt á mál. Hann hevur framvegis nógv at læra, men við røttum hugburði um ongan­tíð at verða mettur av at taka við læru, ber hetta vitni um ein spælara, ið er væl vitandi um sínar styrkir og veikleikar. Við hesum og umstøðunum í FC Midt­ jyllandi í huga er hann longu nú eitt stórt fet nærri dreymi sínum um enskan ella týskan yrkis­fótbólt. Sum eitt annað menniskja 19 ára gamli Sonni Ragnar Nattestad er sum kunnugt upp­vaksin í Miðvági. Hann hevur altíð verið tokkabundin av fótbólti, men við høga vakstrar­lagnum royndi hann seg eitt stutt tíðarskeið sum flog­bóltsspælari. Fót­ bólts­áhugin hálaði hann tó ferð eftir ferð aftur á fótbóltsvøllin í Miðvági og seinni í Sørvági, har ið hann treivst best. Har slapp hann sum heilt ungur at spæla vaksnamannafótbólt, at dansa við og fáa kropsligt sam­band við teir til tíðir tungu og gróthørðu føroysku fót­bólts­amatørarnar. Hóast Sonni Ragnar Nattestad hevur alt gott at bera MB, 07 Vestur og fólkunum kring seg, kennir hann á sær, at hans­ara fótbóltsevni frá barns­beini av hava verið undir­mett. – Eg haldi sjálvur, at eg varð undirmettur. Tað var altíð eitt sindur av nega­ tiviteti, ið gjørdi, at eg ofta ikki tímdi væl at venja fót­ bólt. Soleiðis vil tað altíð verða, men í roynd og veru haldi eg, at hetta einans gjørdi meg svangan eftir meira, greiðir Sonni Ragnar Nattestad frá, meðan eyð­ kenda pling-ljóðið frá Facebook úr snildtelefonini órógvar okkum eitt vet. Í hin­ um endanum vil René Shaki Joensen gjarna sleppa upp í part. Sonni Ragnar Nattestad er í bráðmenning sum fót­ bóltsspælari, men eisini sum menniskja. Tískil er ikki óhugsandi, at tey, ið kendu hann frammanundan, hava tor­ført við at síggja blaðunga mið­vingin aftur í honum, ið tey nú møta á gøtuni og hyggja at í donskum fót­ bólti. – Fólk hava oftað skemtað og spurt meg: Halló, hvar er tú komin frá? Fyrr var tú bara ikki nóg góður, men nú ert tú. Í dag flenni eg bara eftir hesum. Innast inni skilji eg væl, at tey spyrja meg tílíkar spurningar, tí tað gekk ikki eins gott við fótbólti í Føroyum. Eg havi bara koyrt á víðari. Samanumtikið eri eg so nógv broyttur, at eg í roynd og veru eri eitt heilt annað menn­iskja í dag, greiðir Sonni Ragnar Nattestad frá og sipar til ta menning, ið hann hevur havt miðskeiðis í onga manna landi í Jútlandi. Hendan menning hevur í síðsta enda givið úrslit, tí umframt spælitíð varð hann fyri stuttum løntur við nýggj­ um sáttmála, ið knýtir hann at FC Midtjyllandi komandi fimm árini. – Eg eri sera fegin um nýggja sáttmálan, tí eg dugi Halló hvar kom tú frá? Hann er sonur navnframa bjargingarmannin Oben Poulsen. Hann er uppvaksin í Miðvági og er ein av sjey systkum. Fosturpápin er navnframi álopsspælarin hjá FS Vágar á sinni, Birgir Joensen, men tað var mamman Mariann Nattestad, ið hálaði hann við til fótbólt. Heima í Miðvági varð hann skræddur upp úr songini áðrenn skúlatíð at venja, og sum eitt snarljós hevur hann førkað seg nú undir liðina á teimum stóru. Hann eitur Sonni Ragnar Nattestad og er yrkisleikari í FC Midtjyllandi Sonni Ragnar á føroyska U21-landsliðnum