Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-19, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. desember 2013síða 23

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Fríggjadagur 20. desember 2013 · Nr. 147 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur slett ikki at síggja, nær eg havi ment meg so nógv upp á so stutta tíð. Tað er heilt sjúk­ ligt, hvussu skjótt tað hevur gingið. Eg haldi, eg eri komin rættiliga langt, og hetta er ein uppiborin persónligur sigur fyri meg, heldur Sonni Ragnar Nattestad uttan at blunka. Kringsettur av góðum fólki Søgan um Sonna Ragnar Nattestad er serstøk. Har vest­uri vaks hann upp í ein­ um fótbóltsumhvørvi, ið á ein vissan hátt er veikari enn onnur, ið vit finna aðrastaðni kring landið. Lukkutíð er hann uppvaksin í einum góðum árgangi, og lukkutíð hevur Sonna Ragnar Nattestad verið kringsettur av góðum fólki, ið hava hildið hann koyrandi. – Fyrst og fremst hava for­eldrini stuðlað mær allan­vegin. Fótbóltsáhugin er jú komin um mammu mína Mariann Nattestad. Hon hálaði meg við, tá ið hon sjálv fór at venja fótbólt í MB, og sostatt gekk eg sum lítil smápiltur og sparkaði til bóltin, meðan hon vandi. Harafturat havi eg havt fleiri dugnaligar venjarar bæði í MB og 07 Vestur, og harnæst havi eg heima í Føroyum ein góðan nábúgva í Alexandre Silva. Hann hevur ikki verið venjari hjá mær, men hann hevur lært, vant og ráðgivið meg. Vit plagdu at fara tíðliga upp at venja áðrenn skúlatíð og um vetrarnar, og har lærdi hann meg nógv um fótbóltsspælið, greiðir Sonni Ragnar Nattestad frá og leggur dent á, at í honum sá Alexandre Silva ein vissan vilja til at verða best og at taka við læru. Tá ið Sonni Ragnar Nattestad fer heim í jólafrí, fara teir báðir at taka táttin uppaftur og fara at venja smidleikavenjing, ið er ein av hansara veikleikum. Hóast gerandisdagurin í Miðvági er vrakaður til frama fyri yrkisfótbólti og væl úr hondum greiddum venjingarstøðum í FC Midtjyllandi, standa fólk framvegis á einum beini fyri honum og vilja honum alt tað besta. Í FC Midtjyllandi fær Sonni Ragnar Nattestad framvegis persónligt samband við fólk, ið allatíð geva honum gullkorn og greiða vitan um, hvat skal til fyri at náa tindin. Hetta hevur millum annað gjørt, at hann í dag hevur tillagað kost og annað í mun til fyrr. Hetta hevur skumpað undir hansara ógvisligu menning. – Tá ið eg var næmingur á ítróttaháskúlanum í Ikast í fjør, hevði eg ein lærara við navni Jonas Dahl. Hann er í dag venjari hjá Hobro IK, ið er oddalið í NordicBet deildini, og hann lærdi meg ótrúliga nógv um kost og svøvn, ið eg als ikki tók í álvara fyrr. Hann legði í meg eisini týdningin av at vera sálarligt fyrireikaður bæði til venjing og dyst, og hann er ein stór orsøk til, at eg eri komin hertil, sigur ein smílandi Sonni Ragnar Nattestad og veit av góðum grundum eisini, at Jonas Dahl er errin av sínum gamla næmingi. Fý for ólukkan Í september royndi Sonni Ragnar Nattestad seg so fyrstu ferð á besta liðnum hjá FC Midtjyllandi, tá ið hann var við frá byrjan í ein­um steypadysti móti FC Djursland. Í november kom har­næst fyrsta royndin í Super­liga, tá ið hann fimm minuttir áðrenn dystarlok varð skiftur inn í dysti móti Esbjerg fB. Hvussu var kenslan? – Fý for ólukkan, eg var fjáltur­stungin. Eg skalv av bangilsi, men tá ið eg var komin inn á vøllin, var hetta gloymt. Eg var glaður, tí hetta var tað, ið eg miðvíst hevði arbeitt fram ímóti, greiðir hann frá um fyrstu Super­ liga-minuttirnar, ið hann fekk í beinini. At Sonni Ragnar Natte­ stad er høgt í metum hjá venjaranum Glen Ridders­ holm, er einki at ivast í, tí løn fyri gott hart og miðvíst arbeiði fekk Sonni Ragnar Nattestad tann 24. november, tá ið boð var eftir honum frá byrjan móti Brøndby IF. Tíverri tapti FC Midtjylland dystin, men avrikið hjá unga føroyinginum var so mikið gott, at hann millum ann­að varð valdur inn á viku­liðið hjá gomlu donsku fót­bólts­ legenduni, Jesper Grønkjær. – Eg havi fingið nógv rós, men eg havi framvegis nógv at læra. Eg eri als ikki bang­in fyri, at eg longu nú havi av­ rikað og nádd hægsta tind. Nú fari eg at berjast víðari og vóni, at eg eina ferð verði seldur víðari til eina størri evropeiska deild, men beint nú savni eg meg um FC Midtjylland og royni at halda bæði beinini á jørðini, sigur Sonni Ragnar Nattestad og sipar til týdningin at varð­ veita høvdið kalt og ikki kanna seg sjálvan sum ein ann­an Lionel Messi. Funnið sítt pláss Tá ið Sonni Ragnar Nattestad hevði sín gerandisdag í MB og seinni 07 Vestur, varð hann blakaður aftur og fram millum ymisk pláss á fót­ bólts­vøllinum. Hann leikti bæði sum álopssinnaður og verju­sinnaður miðvalla­ leikari, og í 07 Vestur varð hann fluttur aftur á vinstra bakk, hóast hann altíð vildi spæla í miðverjuni. – Eg vildi verða miðverji, men har var ikki pláss fyri mær. Har vóru tveir framman­undan, ið ikki kundu brúkast sum bakkar, og tí mátti eg spæla har. Hetta var eg ongantíð ordiliga nøgd­ur við, men tað gekk kortini, sigur Sonni Ragnar Nattestad. Í FC Midtjyllandi hevur hann tó funnið sítt pláss. Eitt pláss, ið hann ikki fekk møgu­ leika at royna í Føroy­um, undantikið eitt ár í unglinga­ deildini við MB, har ið hann slapp at liva sín dreym um miðverjuplássið út. – Eg havi altíð hugt nógv at útlendskum verju­leik­ar­ um, hvussu teir flyta seg á vøllinum og hvat teir gera. Her er serstakliga Sergio Ramos úr Real Madrid eitt dømi um ein fótbóltsspælara, ið eg havi havt sum fyrimynd, sigur Sonni Ragnar Nattestad, ið hóast alt ikki hevur havt nakran ávísan føroyskan spæl­ara sum fyrimynd. Veikleika fyri tatoveringum Tíðin nærkast til dagsins venj­ing, og Sonni Ragnar Nattestad fær sær í skundi ein turran, ristaðan bolla, með­an ein annar við sama borð skræðir tríggjar dansk­ ar frikadellir í seg. Svongdin er á honum, men sum fót­ bólts­spælari vil Sonni Ragnar Nattestad ikki fylla magan ov tungan áðrenn venjing. Vit taka samanum, men mær er fortalt, at ungi miðvingurin hevur ein veikleika fyri tato­ veringum. – Eg veit ikki, um vit kunnu rópa tað fyri ein veik­ leika. Tú hevur óivað hoyrt hetta frá onkrum, ið var við á U-21 ferðalagnum í Írlandi á sinni. Viðkomandi held­ur kanska hetta, tí á túr­inum fekk eg mær tvær tato­ver­ ing­ar samstundis. Jú, tað er vist, at mær dámar væl tato­ veringar, sigur Sonni Ragnar Nattestad, ið fyribils hevur fingið sær eftirnavnið og føðidato á báðar armarnar. Hví tatoveringar og fert tú at fáa tær fleiri? – Eg havi ein góðan vin­ mann, ið dugir ótrúliga væl at tekna. Hesar má eg hava á kroppin, tí mær dámar væl tekningar. Eg havi í hvussu so er nóg stóran kropp, so eg ætli mær í minsta lagi 10 tato­ veringar afturat, sigur hann við einum smíli og greið­ir frá, at har skal verða pláss fyri bíbil­versum, systkina­nøvn­ um, krossmerki og onkrum afturat. Hvørt ætlanin er at fáa sær slagorðini hjá FC Midtjyllandi á kroppin, sigur søgan einki um, men við orðunum »Den der opgiver at blive bedre – ophører med at være god« í viðførinum fer Sonni Ragnar Nattestad við góðum treysti til venjing. Ristaði bollin er farin niður­ um, hann fjalir enn eina ferð mína hond og næstu­ferð, eg síggi fitta, fryntliga og mið­ vísa miðvingin, verður óivað í donskum fót­bólts­sjón­- ­varpi. post@sosialurin.fo fótbóltur PROFILURIN ítróttur Mynd: Áki Leitisstein Hansen – Fý for ólukkan, eg var fjáltur­stungin. Eg skalv av bangilsi, men tá ið eg var komin inn á vøllin, var hetta gloymt. Eg var glaður, tí hetta var tað, ið eg miðvíst hevði arbeitt fram ímóti, sigur Sonni Ragnar Nattestad