Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-29, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. mai 2004síða 14

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 101 - 29. mai 2004 Sosialurin Nr. 101 - 29. mai 2004 3 kortini fingin aftur, og tó at hon tivaði nakað, tá hon loksins hevði vunnið niðan aftur til okkara, so mótmælti hon ikki tað minsta, nú eg syrgdi fyri at hava nakað nógv betri tak á henni í steðgunum. Hóast túrurin er góður, so havi eg altso ætlanir um at gjøgnumføra hann á hestbaki, og ikki á egnu apostlunum! Órørdar náttúruperlur Úr Grótbrotinum gekk leiðin so framvið Skælingsfjalli, áðrenn kósin varð sett oman í Leynarhagan. Ein av veruligu náttúruperlum okkara, sum tíverri – ella kanska tíbetur – alt ov fá ferðafólk finna leiðina fram til. Í øllum førum ikki, um ferðin gongur í bili. Tað skerst heldur ikki burtur, at tað nú kennist sum stórt spell, at lyftini um eina gøtu, tá Oyggjarvegurin varð gjørdur, ikki vórðu hildin. Gamaní ber til partar av ferðini at ferðast eftir gamla vegnum, men talan er ikki um gøtuna, sum tá var í umbúna, og bæði reið- og gongufólk vildu ivaleyst ynskt, at givnu lyftini tá vórðu hildin. Nú undanbrekkan er somikið brøtt, hava hestarnir annars fingið eina lítla hvíld, skilt soleiðis, at tað nú eru vit, sum ganga fremst, leiðandi við hvør sínum hesti. Og hóast tað onkra staðni kann vera eitt sindur knortlut at ganga, so kennist tað gott, soleiðis at sleppa at røra seg eina løtu. Eisini soleiðis at afturparturin – sum nú kortini ikki er so eymur – fær frið eina løtu. Komin móti Leynum er aftur ein biti á skránni. Hesaferð eru tað grindin, spikið og fiskurin, sum saman við teimum køldu eplunum koma fram, og tó at regnið nú er farið at gera um seg, so fær hetta ikki gjørt nakað við góða huglagið. Boðini undan fráferðini vóru kortini, at vit skuldu vera væl ílatin, og við longum ullintum undirbuksum, saman við tí myrkamorreyðu skal meira til enn okkurt hissini æl til, áðrenn skarvurin verður givin yvir. Og ikki minst gerst støðan bara alt meira hugalig, nú verulig framstig síggjast á ferðini. Vegurin aftur til Havnar er nú í øllum førum longri, enn hann er til Vestmanna, so tað vendist ikki. Skjótari og skjótari Jú, skjótt er nú at fara um bygdina á Leynum. Stykkið er beint fyri framman, og higani halda vit víðari niðan brekkuna móti Ognarhaganum í Kvívík. Tað kennist nakað hart, nú vit eina góða løtu ríða á asfalteraðum lendi, men tað er tó skjótt, at tað aftur fer at grønkast. Tað er nakað bratt at koma niðan Ognarhagan, so nú er aftur at fara av hestbakinum. Tað er tó ikki verri enn so, at vit ganga halagongu allan vegin niðan. Tað vil siga, at hildið verður í rossinum fyri framman, og soleiðis verður tú at kalla togaðu niðan, uttan at mótbrekkan kennist alt ov møtumikil. Komin niðan á varðan á sýnini er gott og slætt at ríða norður á Bornsvarða á Goturshálsi, har gøtan úr Kvívík og gøtan úr Kollafirði umskarast. Við varðan verður hvílt fyri seinastu ferð, áðrenn tað nú aftur verður undanbrekka. Aftur her mugu hestarnir leiðast, og onkur tekur skemtandi til, at tað næsta væl verður, at hesturin skal á bakið hjá okkum, men so galið verður tað nú ikki. Brekkan oman í Heygadal er skjótt gingin, hóast nógvir blotar eru á leiðini oman í Heljareyga, ella kennist tað nú bara soleiðis, og so er bara seinasta pettið eftir. Ferðin er eisini sett nakað væl upp, nú vit hálvgum mugu roknast sum royndir reiðmenn, og tað gongur við fullari ferð framvið byrgingini oman móti bygdini. Ræsta kjøtið hjá Bjørg og Agga bíðar fyri framman, men hóast hetta, so er tað ikki við sørt av sorgblídni, at eg loksins loysi saðilin av Stelpu. Vit bæði hava havt ein framúr góðan dag, og hjá einum skrivstovumanni er tað ikki víst, at tað verður so skjótt, at farið verður aftur. Men tó – upplivingin hendan dagin hevur í øllum førum givið mót upp á meira, og afturparturin var nú ikki so eymur hóast alt. Kanska er tað meira ryggurin, sum er farin at geva seg, og tað er ikki frítt við andsperru næstu dagarnar. Men hvat. Eymleikin og pínan av hesum verður í øllum førum væl og virðiliga uppvigað av ferðini, sum av sonnum má sigast at vera eitt minni fyri lívið. mín saðil og eg Omanfyri Leynar var døgurðasteðgur. Sjálvt um regnið nú ger um seg, so er hetta tó ikki nakað, sum nervar soleiðis stórvegis Tað lættir munandi um tungu mótbrekkurnar, at hesar verða tiknar í halagongu Nú Vestmanna av álvara er farið at nærkast, gongur seinasta pettið av ferðini við fullari ferð Tað er líkasum, at við hesum trýkvarta metrinum, sum hesturin lyftur teg uppfrá, verður sýnið eitt heilt annað, og tá hesturin kortini er tann, sum ansar eftir, hvar stigið verður, kunnu eyguni frítt leita yvir stórslignu náttúruna C M Y K 27 26