leygardagur 29. mai 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Sosialurin Nr. 101 - 29. mai 2004
Fyrilesturin hjá
Jógvani Fríðriksson
presti, sum varð hildin
á ráðstevnunui í
Norðulandahúsinum
10. mai 2004: „Á leiðini
til javnstøðu"
JAVNSTØÐA
Hin kristna trúgvin nemur sína
sjálvsfatan úr skriftini, íð er
normativ. Hugsjónarliga er skrift-
in ein autoritativur mynduleiki
bæði við atliti at trúarlæru og
etiskari atferð.
Soleiðis sæð er skriftin í sjálv-
um sær absolut. Hon umboðar
ein sannleika, íð er indiskutabul.
Soleiðis stendur skrivað, og hin
kristni tekur tað skrivaða orðið í
álvara og tulkar tað inn í nútíð-
ina.
Meðan skriftin í sjálvum sær
er absolut, er tulkingin relativ.
Sjálvt um vit tulka ein absoluttan
sannleika, so er úrslitið ella
niðurstøðan litað av persóninum,
íð tulkar. Tað minnir um sólar-
ljósið, íð verður brotið ígjøgnum
eitt prisma.
Henda tilvitanin elur fram hóv-
semi, tí tann absolutti sannleikin
verður tulkaður inn í eina ávísa
staðbundna støðu. Viðhvørt er
tað enntá galdandi, at tann
absolutti sannleikin upprunaliga
er sagdur inn í eina stað- og
tíðarbundna støðu, og tá so er,
eru enn fleiri atlit at taka, tá
tulkað verður inn í nútíðina.
Við hesari vitan í huga verður
ein heildarmynd tikin fram, íð
tekur alla skriftina í álvara, sjálvt
um hon fevnir eitt tíðarskeið
uppá 1500 ár og nemur ymisk
samfeløg og ymiskan sosialan
bygnað. Tað var mikið lættari at
valt nøkur støð burtur úr, og nýtt
tey sum lykil, - t.d. tey kendu
orðini, at maðurin er høvur
kvinnunnar. 1)
Søguligur ójavni -
tvørrandi javnstøða
Støða teirra kristnu til ávís fyri-
brigdi er í útgangsstøði grundað
í skriftini. Sum frá líður verður
hin kristni lívsstílurin ella
traditiónin ein normur við síðani
av skriftini. Tað merkir, at vit
grunda okkara kristnu sjónarmið
út frá fedranna arvi. Fedranna
arvur hevur ikki tosað fyri javn-
støðu millum kynini. Heldur
mega vit ásanna, at ójavni hevur
valdað millum mann og kvinnu
bæði í úti- og heimalívi.
Samfelagið og kirkjan stuðlaðu
hvør øðrum í hesi fatan, at
kynsligi munurin millum mann
og kvinnu átti at síggjast aftur í
arbeiðsbýti og tign.
Italiumaðurin Thomas
Aquinas, guðfrøðingur og
heimspekingur í 13. øld e. kr.,
gevur hinum grikska Aristoteles,
íð livdi í 4. øld f.kr., rætt, „at
kvinnan er ein miseydnaður
maður. ... Kvinnan er nakað
mangulfult og miseyndað". 2)
At lesa hesa guðfrøðisligu
heimsspeki í 21. øld e. kr. er
skelkandi. Vit lesa eitt brot, íð
prógvar kvinnunnar ódygd :
„Kvinnnan er nakað mangulfult
og miseydnað, men bara í
náttúru hins einstaka. Tí tann
virkna kraftin í mansins sáði
medvirkar til at skapa nakað
fullfíggjað maskulint, men um
tað verður ein hon, íð verður
gjørd, er tað eitt úrslit av eini
manglandi kraft í mansins sáði,
ein veikleiki í tilfarinum ella ein
broyting, sum er komin í við
ávirkan uttanífra, sum t.d.
sunnanvindurin, íð ber vætu við
sær, sum Aristoteles sigur". 3)
Thomas Aquinas nevnir eisini
tvinnar formar fyri kúgan. Tann
fyrri er trælahald, har harra-
maðurin kúgar til egnan fyrimun.
Tann seinri formurin er kúgan
heima við hús ella í samfelag-
num, har tann ráðandi ræður til
fyrimunar fyri tey kúgaðu og til
teirra besta.
Argumentið er soljóðandi : „Tí
tað vildi ikki verið nakar ordan
millum manna, um ikki nakrir
limir vórðu stýrdir av øðrum,
sum vóru klókari. Tað er henda
kúganin, sum undirordnar kvinn-
unnar náttúru í forhold til man-
sins, tí hansara náttúra gevur
honum eina sterkari rationella
dømikraft". 4)
Søren Kirkegaard
Danin, Søren Kirkegaard, ið livdi
í 19. øld e. kr., er væl kendur fyri
sítt fjøltáttaða djúphugsni. Tey
lærdu dvølja við hansara hugsan,
og øll undrast yvir vísdóm
hansara.
Kirkegaard hevur myndað
kristnu hugsanina í tveyhundarð
ár. Tá talan er um javnstøðu og
kvinnufrígering er Kirkegaard
ikki mætari enn miðøldin. Eftir
mínum tykki og míni avmarkaðu
vitan, so eru útsagnirnar hjá
Kirkegaard á markinum til tað
loyvda.
Kirkegaard avmarkar hugtakið
kvinna til ein persón, íð er til fyri
onnur. Í hesi veranini til fyri
onnur heintar kvinnan sítt virði
og finnur sín samleika.
Kirkegaard lýsir støðuna soleiðis
: „Ein skal ikki lata seg
órrógva av royndunum, sum
vísa, at tað er sjáldan at hitta
eina kvinnu, sum í sannleika er
ein veran til fyri onnur, tá ein
stór mongd vanliga er als einki,
hvørki fyri seg sjálvan ella
onnur. Hesa staðfesting hevur
hon felags við alla náttúruna, við
alt tað feminina sum heild". 5)
Sjálvt um maðurin far nakrar
ákoyringar á vegnum, og kvinn-
an verður prísað fyri sín vakur-
leika og yndi, so er niðurstøðan
greið. Kirkegaard lýsir støðuna
við døminum at bera fram bønar-
orð ella fríggja : „Maðurin
fríggjar (ger fría), kvinnan velur.
Kvinnan er sambært sítt hugtak
tann yvirvunna, maðurin sam-
bært sítt hugtak tann sigrandi".
6)
Kirkegaard hevur eisini nøkur
orð um ta spíranadi kvinnu-
frígering, íð gjørdi vart við seg.
Hann lýsir kvinnuna sum eina
avmarkaða stødd, íð er til fyri
mannin. Eins og rótin á einum
viðabuli er fjald í moldini, so-
leiðis skal kvinnan liva í tí fjalda
og avmarkaða. Hon skal verða
mansins dýpi av lívi, verða til
fyri mannin, eins og rótin er til
fyri blómustelkin og krúnuna.
„Sí, tess vegna hati eg alla
hesa vanærisligu talu um kvinn-
unnar frígering.
Guð forbjóði, at tað nakrantíð
má henda. Eg kann ikki siga tær,
hvussu stóra pínu hendan
hugsanin elvir mær í sálini, men
heldur ikki, hvussu tirrandi
hatskur, hvussu stórt mál av hatri
eg beri mót teimum, sum ditta
sær at bera slíkt fram. Tað er mín
vón, at teir, íð bera slíkan vís-
dóm fram, ikki eru snigfundigir
sum ormurin, men vanligir tápu-
lingar, hvørs vrøvl ongan skaða
kann elva". 7)
Sjálvt um Kirkegaard vanliga
er djúpur í síni próvførslu, so
tykist hann mær veikur og
barnsligur í sínum mótmæli móti
kvinnufrígering og javnstøðu.
Hansara orðafloymur flýtur
yvir áarbakkan og tekur støðið
undan honum, tá hann prógvar
síni sjónarmið út frá útsjónd og
klædnabúnað.
„Hvat er vakrari enn kvinn-
unnar ríka hárprýði, enn henda
fyllan av hárlokkum. Og tó sigur
skriftin (1. Kor. 11,5-12), at tað
er tekin um hennara ófull-
komuleika og nevnir fleiri
próvgrundir. Og er tað ikki
soleiðis! Eygleið hana, tá hon
boyggir høvur sítt til jarðar, tá
flætturnar næstan nema jørðina,
og tað sær út, sum um hon
næstan var ein blómurunnur, við
hvørjum hon var vaksin føst í
jørðina, er hon tá ikki ein meira
ófullkomin skapningur enn
maðurin, sum lýtur upp mót
himli og einans ber við jørðina.
...
Eg vil siga við ein slíkan dára,
íð prædikar frígering : Hygg, har
stendur hon í øllum sínum
ófullkomuleika, ein minni verdur
skapningur enn maðurin, hevur
tú áræði, klipp hárlokkarnar av, -
høgg hesar tungu leinkjur - og
lat hana renna burtur sum ein
galning, eina skemd fyri manna-
ættina". 8)
Javnstøða frá einum
kristnum sjónarhorni
Tað krevst nakað av dirvi at
leggja á annan bógv enn Thomas
Aqinas og Sørin Kirkegaard.
Teirra sjónarmið lati eg standa
sum teirra, til tess at lýsa málið
út frá einum søguligum sjónar-
miðið. Givið er, at teir báðir í
síni samtíð hava tosað um evnið
frá einum kristnum sjónarhorni.
Ivaleyst hava nevndu sjónarmið
Javnstøða frá einum k
Úr mínum kristna sjónarhorni er javnstøða millum kynini ein sjálvsagdur sannleiki, íð er ankraður í frásøgnini um
skapan heimsins og alra livandi skepnu. Sama upphav, sama virði og felags ábyrgd
Mynd: Jens Kristian Vang
Sosialurin Nr. 101 - 29. mai 2004
5
ávísa undirtøku í okkara egnu
samtíð.
Sagt skal verða stutt og greitt,
at undirritaði als ikki tekur undir
við framførdu sjónarmiðunum
hjá Aquinasi og Kirkegaard. Teir
vóru børn av síni tíð, og teirra
útsagnir eru føddar í tí ljós-
brótan, tá tann aboslutti sann-
leikin varð tulkaður við tátíðar-
innar samtíð sum prisma.
Sjálvt um tann aboslutti sann-
leikin er hin sami og á ein hátt
tíðarleysur, so verður hin kristna
trúgvin fyrst verulig, tá tann
absolutti sannleikin møtir til-
veruni, tá tað objektiva verður
móttikið í tí subjektiva. Menn-
iskjan er sum subjekt tann
leikpallur, sum í tilveruni skal
geva tí objektiva rúm, stødd og
skap.
Hetta nevnda, at samtíðin er
tulkandi prisma, sæst m.a. í tí
seinasta Trúboðanum, íð er
málgagn hjá Hini Kirkjuligu
Heimamissiónini. Í sambandi við
ársmøtið og 100 ára føðingar-
dagin hjá HM verður greitt frá
einum dana, íð hevur hildið ein
áhugaverdan fyrilestur við
heitinum „At drepa heilagar kýr.
Sjálvur málburðurin er í so
ógvisligur, tí vit eiga at virða
eisini tey, íð dýrka tær heilagu
kýrnar. Frælsi at vera, skriva og
tala innber sínámillum virðing
hóast ymiska uppfatan.
Trúboðin sigur : „Men hóast
einki blóð fleyt, so gjørdist tað
ein sera áhugaverdur tími kortini.
Hann samanbar tær heilagu
kýrnar í India við siðvenjurnar,
vit hava innan missiónsarbeiðið.
Tað vil siga, at alt verður gjørt á
ein ávísan hátt, sum tað altíð
hevur verið gjørt, og vit loyva
ikki nøkrum at gera broytingar".
9)
Rættiliga áhugaverdur lesnað-
ur, íð staðfestur, at hin kristna
trúgvin má vera trúgv móti síni
samtíð. Tann absolutti sannleikin
kemur á jørðini at missa sín
statiska dám, ja, verður mynd-
aður av nútíðini. Kristinlívið er
ein samanrenning ímillum tað
absolutta og tað relativa, og tað
er henda samanrenningin, íð
myndar tilveruna.
Vit lesa úr Trúboðanum :
„Hann segði, at hetta vóru bara
nakrar av teimum heilagu kýr-
num, og at neyðugt var at
arbeiða við hesum fyri at gleði-
boðskapurin skal náa inn til
okkara samtíðarfólk". 10)
Tá tann triðja „heilaga kúgvin"
var um bøn og siðvenju, er hetta
eitt týðiligt samtíðartekin, tí um
bønarstað, form og innihald
hevur tann absolutta skriftin
nágreiniligar ábendingar í
fjallaprædiku Jesu. 11)
Tilvitað er vert at varnast, at
kristinlívið er litað av samtíðini,
og at tað er tann lesandi, íð
tulkar ávís evni ella fyribrigdi
sum avgerandi ella av minni
týdningi, – adiafora.
Javnstøða millum kynini
frá upphavi
Úr mínum kristna sjónarhorni er
javnstøða millum kynini ein
sjálvsagdur sannleiki, íð er
ankraður í frásøgnini um skapan
heimsins og alra livandi skepnu.
Sama upphav, sama virði og
felags ábyrgd.
Rætt er at syndafallið órógvaði
javnstøðuna, so maðurin fekk
valdið á kvinnuni. 12) Talan er
um eitt avmarkað tíðarskeið, tí í
endur-skapanini kemur útgangs-
støðið aftur í rættlag. Endur-
skapanin er gerningur Jesu
Krists, tað at frelsa og bjarga
menniskju. „Tí um onkur er í
Kristi, er hann nýggjur skapn-
ingur; hitt gamla er farið, sí, tað
er vorðið nýtt". 13)
Eisini í tí evangelisku
prædikuni er sama javnstøða.
Hin kristna trúgvin eigur at
byggja brýr ímillum kynini og
fólkasløg heldur enn múrar. T.d.
er tann gylta reglan saman við tí
dupulta kærleiksboðnum ein
hugmyndafrøðiligur lykil til
samskifti og samveru. 14)
Tað er litið menniskjum í
hendi at hava ábyrgd av skapar-
verkinum og tilveruni.
Nú kunnu vit altíð vísa á
skriftstøð, íð staðfesta okkara
egnu fatan.
Skriftin má lesast í síni heild,
áðrenn niðurstøður verða gjørdar.
Tulkingin eigur at hava atlit at
bæði tekstumhvørvi og søgu-
ligari vitan. Og tó loyvi eg mær
at nevna trinni skriftstøð.
Skapanin - 1. Mós. 1,26-28
Sagt við einum ávísum broddi er
tað at siga, at Guð í fyrstu atløgu
ikki skapti mann og kvinnu. Guð
skapti menniskjað, - og menn-
iskjan er maður og kvinna.
Hetta sjónarhornið er áhuga-
vert og perspektiverar hugtakið
um javnstøðu.
Orðið menniskjan er eitt
felagsheiti, íð vísir sama upphav,
sama virði og eina felags
uppgávu.
Skapanin lýsir ein líkleika,
eina javnstøðu og felags enda-
mál. Felagsheitið menniskjan er
tvíkynjað, - maður og kvinna.
„Og Guð segði : „Vær viljum
gera menniskjur eftir okkara
mynd, okkum líkar, og tær skulu
ráða yvir havsins fiskum og yvir
himmalsins fuglum og yvir
fenaðinum og yvir øllum vill-
djórum á jørðini og yvir øllum
kriðkyktum, sum skríða á jørð-
ini. Og Guð skapaði mannin eftir
síni mynd, í Guðs mynd skapaði
hann hann, sum kall og konu
skapaði hann tey. Og Guð væl-
signaði tey, og Guð segði við
tey: „Verðið barnrík og fjølgist
og uppfyllið jørðina og leggið
hana undir tykkum, og ráðið yvir
havsins fiskum og yvir himmal-
sins fuglum og yvir fenaðinum
og yvir øllum villdjórunum, sum
rørast á jørðini".
Serliga áhugavert tykist mær at
vera: a) Guð skapar menniskjur í
síni mynd, - kall og konu. b) Guð
vælsignar bæði tvey, - kall og
konu. c) Ábyrgdin fyri Guðs væl
úr hondum greidda skaparverkið
liggur á báðum, - bæði mann-
inum og kvinnuni. Guð nýtir
boðshátt í øðrum persóni fleirtal.
Endurskapanin - Jóh. 3,16
Eisini gerningur Jesu ber boð um
javnstøðu. Atferð hansara er
slóðbrótandi og ókend í sam-
tíðini. Í tí griksk/rómverska
heimsríkinum var kvinnan mett
hjálparleys og ófullkomin, t.d.
Aristoteles. Hjá jødunum vóru
kvinnur og børn samleikaleys og
tald í einum felagsheiti „umframt
kvinnur og børn".
Jesus tosaði við kvinnurnar, og
tær vóru tey fyrstu vitnini um
uppreisn hansara páskamorgun.
Endurskapanin er inklusiv og
m/k tilvitað : „Tí at so elskaði
Guð heimin, at hann gav son sín
hin einborna, til tess at ein og
hvør, sum trýr á hann, ikki skal
glatast, men hava ævigt lív".
Evangelisk javnstøða
- Gal. 3,28.
Eisini Paulus apostul kendi til
evangeliska javnstøðu. Tað er
sami Paulus, sum annars lýsir
mannin sum høvur kvinnunar.
Sakin er fjøltáttað, og løgið
tykist tað mær, um hesi orðini
einki hava at siga í orðaskiftinum
um javnstøðu millum kynini :
„Her er ikki Jødi ella Grikki, her
er ikki trælur ella frælsur maður,
her er ikki kallur ella kona; tí at
tit eru øll ein maður í Kristi
Jesusi".
Øll eru ein maður í Jesusi
Kristi. Øll eru við í felags-
heitinum „maður", ið staðfestir
líkleika og javnstøðu. So eru vit
aftur við upp-runan, har øll vóru
menniskju, - og menniskjan er
maður og kvinna.
Tilvísingar
1) 1. Kor. 11,3.
2) Peter Thielst :„Kønsrolleideer", Hans
Reitzel, Kbh. 1981, s. 37. 39.
3) Peter Thielst s. 39.
4) Peter Thielst s. 40.
5) Peter Thielst s. 69.
6) Peter Thielst s. 70.
7) Peter Thielst s. 72.
8) Peter Thielst s. 73.
9) Trúboðin 2004/nr. 9, s.1.
10) Trúboðin 2004/nr. 9, s.1.
11) Matt. 6,5-15.
12) 1. Mós. 3,16.
13) 2. Kor. 5,17.
14) Tann gylta reglan, Matt. 7,12 :„Alt
tað, sum tit tí vilja, at menn skulu gera
móti tykkum, tað skulu tit eisini gera
móti teimum; tí hetta er lógin og
profetarnir".Tað dupulta kærleiks-
boðið, Matt. 22,37-39 :„Tú skalt elska
Harran, Guð tín, av øllum hjarta tínum
og av allari sál tíni og av øllum huga
tínum! Tú skalt elska næsta tín sum
sjálvan teg".
Jógvan Fríðriksson
kristnum sjónarhorni
Tann gylta reglan, Matt. 7,12: "Alt tað, sum tit tí vilja, at menn skulu gera ímóti tykkum, tað skulu tit eisini gera ímóti teimum; tí at hetta er
lógin og profetarnir."
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
29
28