leygardagur 29. mai 2004síða 16
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin Nr. 101 - 29. mai 2004
SAMRØÐA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hon er 18 ára gomul og elst av
fýra systkjum. Hini systkini eru
Bogi (15), Karl (13) og Steffan
Símun, sum er trý ára gamal.
Foreldrini eru Kára, ið er peda-
gogur og Abraham, sum selir
fisk. Tey búgva við Leitisveg í
Saltangará.
Elin Abrahamsdóttir Løkin
elskar at syngja. Hon hevur
sungið til ymisk tiltøk, eitt nú
hjá Javna. Hon hevur eisini verið
at sæð í SvF og á palli í SMS.
Hon hevur sungið á Oyrarbakka,
og hon hevur sungið í hølunum
hjá arbeiðarafelagnum, Hæddini
í Saltangará. Elin hevur eisini
verið við í hoyrispæli í ÚF, og
hon hevur verið við í sjónleiki.
Í tíggju ár hevur hon gingið í
vanligum skúla í Runavíkar
kommunu, fyrst í barnaskúlanum
í Rytuvík, síðan á Glyvrum og
nú at enda í framhaldsdeildini í
Runavíkar skúla. Øll árini hevur
hon havt sama flokslærara,
Maritu Joensen, sum saman við
øðrum lærarum og stuðlum,
bæði innan-og uttanfyri skúlans
gátt, hevur gjørt eitt stórt arbeiði
fyri gentuna.
Í summar verður Elin liðug
við 10. flokk, og eingin ivi er
um, at saknur verður í henni í
skúlanum. Sjálv fer hon helst
eisini at sakna skúlan, men
gongst sum gentan ætlar, verður
hon kanska at síggja í matvøru-
handlinum, Brotinum í Sal-
tangará ella í onkrum øðrum
handli í økinum. Sjálv ynskir
hon nevniliga at sleppa at
arbeiða í einum handli, tá ið
skúlatíðin er liðug.
Meðan hon gekk í 9. flokki,
var Elin í starvsvenjing á politi-
støðini í Runavík, og nú í vetur
var hon í starvsvenjing í Brotin-
um. Henni dámdi væl í báðum
støðum.
Down syndrom
18 ára gamla gentan er ikki sum
hini systkini. Hon er fødd við
down-syndrom, sum tað eitur á
fakmáli.
Elin er fødd í Danmark, 6.
februar í 1986. Pápin, Abraham,
spældi fótbólt við OB og mamm-
an, Kára, las til pedagog, tá ið
tey fingu gentuna.
– Vit vit høvdu ongan varhuga
av, at alt ikki var, sum tað átti, tá
ið eg var komin til at eiga. Vit
væntaðu sum øll onnur foreldur
at fáa eitt barn, ið var sum flestu
onnur børn. Eingi óvanlig tekin
vóru í tíðini, eg gekk við henni.
Eg var spillfrísk. Tá ið tíðin kom,
varð Elin fødd við keisaraskurði.
Men so skjótt, barnið var føtt,
sóu vit, at gentan bar brek, sum
einki kundi gerast við.
Kára sigur, at teimum tókti
ógvuliga synd í gentuni.
– Eg vil siga, at vit hugsaðu
nógv mest um gentuna og henn-
ara framtíð og minni um okkum
sjálvi. Sum foreldur gjørdust vit
beinanvegin ógvuliga góð við
Elina og settu okkum fyri, at vit
skuldu royna at fáa sum best
burtur úr. Hon gjørdist okkara
gullklumpur, og tað hevur hon
verið øll hesi 18 árini, síðan vit
fingu hana.
Fekk leukemi
Men eitt var, at Elin var fødd við
down-syndrom. Tá ið hon var
bert trý ára gomul, gjørdist hon
knappliga bleik, móð og troytt og
orkaði einki. Um hetta mundið,
búði familjan aftur í Føroyum.
– Vit fóru á Landssjúkrahúsið
við gentuni, og longu dagin eftir,
nevniliga 25. mai 1989, fóru vit
niður við henni. Longu í Føroy-
um staðfestu læknarnir, at gentan
hevði leukemi, og í Danmark
varð staðfest, at støðan hjá Elini
var akutt.
Kára sigur, at samstundis, sum
staðfest varð, at gentan var sjúk,
fekk hon eisini skaldkoppar, og
hon heldur, at tað hetta kann
hava viðvirkað til, at álvarsliga
sjúkan breyt út.
– Ta fyrstu tíðina undir sjúkra-
leguni hjá Elini, búðu vit á
Ríkissjúkrahúsinum. Gentan var
ógvuliga veik, og mett varð ikki,
at vit fyrstu tíðina kundu fara á
Hotel Tórshavn at vera, tí har
kundi gentan koma í samband
við onnur fólk, ið møguliga bóru
smittur.
Fyrstu tíðina á Ríkissjúkrahús-
inum fekk Elin allar hugsandi
viðgerðir, sum settu síni spor.
Hon fekk tablettir, strálir og
dropp, og undir longu og drúgvu
viðgerðini misti hon tvær ferðir
alt hárið.
– Hon var ógvuliga veik, tá ið
ringast stóð til.
Kára sigur, at tey sluppu heim
til Føroya í september hetta árið
og fóru niðuraftur til Danmarkar
í november. Men síðst í januar
árið eftir – í 1990 – komu tey
heimaftur til Føroya.
Eftir at hjúnini høvdu fingið
eitt barn við down-syndromi, bar
í byrjanini ikki so væl til hjá
Káru at halda fram við pedagog-
lesnaðinum. Men í 1987 tók hon
lesnaðin uppaftur. Hon las sjálv,
skrivaði uppgávur og var í
starvsvenjing, meðan gentan var
sjúk.
– Bert stutta tíð eftir, at vit
Elin sigur skúlanum farvæl
- Marita Joensen, sum hevur verið flokslærari hjá Elini øll árini, síðan hon fór í
fyrsta flokk, hevur verið heilt fantastisk. Altíð í góðum lag, og hugburðurin hevur
verið tann, at alt fer nokk at ganga. Hon hevur verið ógvuliga góð við gentuna, og
Elin hevur verið góð við hana, sigur vælnøgda mamman, Kára Løkin, sum er
ógvuliga takksom fyri tey 10 árini, Elin hevur gingið í skúla. Lesið sólskinssøguna
um gentuna, sum er fødd við down-syndrom og sum trý ára gomul fekk leukemi
Tað krógvast ikki, at tær eru ógvuliga góðar við hvørja aðra. Saknurin verður báðar vegir, nú Elin fer úr skúlanum.
Marita hevur verið flokslærari hjá Elini øll 10 árini, hon hevur gingið í skúla
Mynd: Jens Kr. Vang
Sosialurin Nr. 101 - 29. mai 2004
7
komu heimaftur úr Danmark í
januar 1990, fekk eg prógvið
sum pedagogur, sigur Kára.
Gjørdist frísk
Hóast útlitini hjá Elini vóru
døpur eftir, at hon hevði fingið
staðfest álvarsligu sjúkuna,
gjørdist úrslitið ein sólskinssøga.
Eftir drúgvu viðgerðirnar í
Danmark gjørdist gentan spill-
frísk. Tvey ár eftir viðgerðirnar,
var hon undir regluligum eftirliti,
har ymiskar royndir vórðu tiknar.
Allar kanningar vístu, at Elin
varð frísk.
Kára sigur, at vanliga verður
ein sjúklingur, sum ikki hevur
verið sjúkur aftur, staðfestur
frískur eftir 5 árum.
– Elin fekk einki tilbakafall,
og nú hon er 18 ára gomul,
hevur hon ongantíð merkt nakað
til sjúkuna aftur. Tað vóru fleiri,
ið ikki vóru so sjúk sum Elin, ið
doyðu, meðan vit vóru á Ríkis-
sjúkrahúsinum. So, vit kunnu
ikki siga annað enn, at vit vóru
heppin. Tað eru vit ógvuliga
takksom fyri.
Elin er ein ógvuliga glað og
røsk genta, og sum mamman
sigur, er hon ongantíð troytt.
– Hon hevur sínar meiningar
um tingini, og hon kann saktans
vera treisk, um hon ætlar sær at
vera tað, sigur Kára.
Nógvar fyrimyndir
Elin fór í skúla í Rytuvík sum 8
ára gomul. Hon fór tískil eitt ár
seinni í skúla enn hini børnini.
– Eg vil siga, at øll hava verið
ógvuliga góð við hana, heilt frá
fyrsta degi – og Elin er eisini
ógvuliga góð við tey, hon hevur
rundan um seg.
Kára er flokslæraranum øll
árini, Maritu Joensen, ógvuliga
takksom fyri tíðina, nú Elin í
summar verður liðug við 10.
flokk.
– Eg eri bæði Maritu, øðrum
lærarum í skúlunum, leiðslu og
stuðlum uttan og innan fyri
skúlans gátt ógvuliga takksom
fyri hesa tíðina, nú 10 ár eru
liðin, síðan Elin fór í fyrsta
flokk.
Mamman ivast onga løtu í, at
tað hevur verið gott fyri Elina og
hennara menning, bæði sosialt
og í aðrar mátar, at hon øll árini
hevur gingið í vanligum skúla.
– Hon hevur sæð upp til aðrar
næmingar, og hon hevur havt
nógvar fyrimyndir.
Elin klárar seg væl í tí dagliga,
og sum smágenta royndi hon eitt
sindur av hvørjum. Eitt nú búði
familjan í Fraklandi í eitt ár í
1993/1994, tá ið pápin spældi
fótbólt og fekst við at selja fisk í
Bologne.
Í Fraklandi gekk Elin fyrst í
einum vanligum skúla og síðan í
einum skúla fyri børn við
serligum tørvi.
– Í báðum førum gekst henni
væl, sigur Kára.
Skúlatíðin
Familjan flutti heimaftur til
Føroya á sumri 1994, tá ið Elin
fór í fyrsta flokk í Rytuvíkar
skúla.
– Í byrjanini av skúlatíðini var
hon nokso ófriðarlig, og eg var í
iva um, hvørt Elin kundi vera
verandi í flokkinum. Í uppvøkst-
rinum var hon ógvuliga rokut, og
tú visti ongantíð, hvat hon kundi
finna uppá. Tú mátti hava eyguni
við henni alla tíðina. Tískil settu
vit okkum nógvar spurningar.
Ein afturvendandi spurningur
var, hvussu hon sosialt fór at
fella inn í flokkin.
Men, sigur Kára, tað gekk ikki
long tíð, til Elin kundi sita still
ein heilan skúlatíma
– Tað eydnaðist lærarunum at
sannføra Elina um, at hon gekk í
skúla fyri at læra, og at skúlin
var ein partur av hennara lívi.
Tað hevur gingið óvæntað væl
hjá Elini í skúlanum. Í onkrari
lærugrein hevur hon verið á
sama støði sum hinir næming-
arnir, men í flestu lærugreinum
hevur hon ligið nakrar flokkar
lægri.
Kára nevnir sum dømi, at í
rokning er hon á 3. floksstøði og
í føroyskum og donskum á 5.
floksstøði.
– Elin dugir nøkur ting betur
enn onnur, og eitt nú dugir hon
ein heilan hóp av sangum
uttanat.
Takksom foreldur
Mamman sigur, at hon og
maðurin eru ógvuliga takksom
fyri tíðina, Elin hevur gingið í
fólkaskúlanum.
– Vit hava verið sera heppin
við, at Elin hevur havt ein
flokslærara sum Maritu, og vit
hava somuleiðis verið sera hepp-
in við teimum stuðlum, sum hava
fylgt gentuni upp gjøgnum árini.
Hon sigur, at flokslærarin
hevur altíð verið við tí góða
orðinum.
– Eg vil siga, at Marita hevur
verið fantastisk. Altíð í góðum
lag, og hugburðurin hevur verið
tann, at alt fer nokk at ganga.
Hon hevur verið ógvuliga góð
við Elina, og Elin hevur verið
góð við hana.
Í skúlanum hevur gentan havt
stuðul í fleiri av tímunum, men
okkurt árið hevði hon stuðul í
minni enn helvtini av tímunum.
– Tað hildu vit vera ov lítið, og
vit gjørdu vart við hetta, sigur
hon.
Kára heldur, at gongdin er
hon, at tey menningartarnaðu eru
við at fara út úr fólkaskúlanum.
– Sambært skúlalógini, er
fólkaskúlin fyri øll, men sjálv-
sagt eru tað eisini menningar-
tarnað, sum ikki klára seg í
skúlanum.
Hon sigur, at eftir hennara
tykki, var tað Arne Ludvig, sum
legði lunnarnar undir positiva
hugsunarháttin í skúlunum í
Runavíkar kommunu, at skúlin í
størst møguligan mun eisini skal
hava pláss fyri næmingum við
serligum tørvi.
– Vit eru so ógvuliga fegin um,
at Elin fekk høvi at ganga øll 10
árini í vanligum skúla, og eg
haldi, at vit hava so nógv at
takka øllum teimum fyri, sum
hava verið um gentuna hesi árini,
sigur Kára.
Hon væntar, at bæði lærarar
og næmingar eisini hava fingið
nógv burtur úr at hava havt Elina
í skúlanum.
– Nógv foreldur at menn-
ingartarnaðum børnum hava hug
at missa mótið og vera upp-
gevandi, tí gerandisdagurin kann
vera so strævin. Men tað hálpir
at taka ein dag í senn. Eg vil
mæla til, at øll børn, sum hava
møguleika til tess, fyrst sleppa at
royna seg í fólkaskúlanum við
teimum møguleikum, sum har
eru. Haraftrat eiga børn við
serligum tørvi at hava eina góða
umlætting, soleiðis at tey, sum
skulu vera um børnini, betur
kunnu klára gerandisdagin, sigur
Kára.
Hvat nú?
Nú Elin verður liðug við 10.
flokk, sigur Elin sjálv, at hon
kundi hugsað sær eitt arbeiði í
einum handli, eitt nú í matvøru-
handlinum, Brotinum í Sal-
tangará ella í øðrum líknandi
handli í kommununi.
Kára sigur, at hon og maðurin
eru í iva um, hvat rættast er at
gera, nú skúlin hjá dóttrini
verður liðugur.
– Tað, sum harmar okkum
mest, er, at tað eru so fá tilboð til
menningartarnaði. Tað hevði
verið ein tryggleiki, um møgu-
leikarnir vóru fleiri. Vit hava
skilt, at tey tilboð, sum eru her í
økinum, eru fullteknaði. Tí er
spurningurin, hvussu nógvir
valmøguleikarnir eru.
Mamman sigur, at framtíðar-
ynskini hjá henni og manninum
eru, at Elin fær eina íbúð, har
hon kann búgva einsamøll ella
saman við øðrum.
– Elin hevur verið heppin, tí
hon hevur eina stóra familju, har
øll eru góð við hana. Okkara
størsta ynski er, at hon eisini í
framtíðini fer at hava tað gott og
fer at hava ein virðiligan
gerandisdag, sum gevur gentuni
innihald, sigur Kára Løkin.
Her er Elin uppi í seinastu skriftligu royndini
Mynd: Jens Kr. Vang
Ingvard Lamhauge, deildarleiðari, Marita Joensen, lærari og Elin Abrahamsdóttir Løkin, sum nú verður liðug við
10. flokk í Runavíkar skúla
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
31
30