leygardagur 29. mai 2004síða 17
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 101 - 29. mai 2004
33
8
Sosialurin Nr. 101 - 29. mai 2004
TÓNLEIKUR
Jonhard Hammer
Føroyska dansistaðið í Keyp-
mannahavn, Jacques, er farið
undir smærri konserttiltøk. Hetta
vikuskiftið syngur Petsi Tvørfoss
á dansistaðnum, og um tvær
vikur stendur næstan heimskendi
Teitur Lassen á skránni.
Seinasta vikuskiftið vóru
fremstu føroysku popphjúnini á
plakatini, og tað gjørdist eitt gott
og hugaligt kvøld á Jacques.
Lena Anderssen gav herfyri
nýggja fløgu út, og hon og
maðurin, Niclas Johannesen,
høvdu leitað sær til Keypmanna-
havnar fyri at framføra sangir av
nýggju fløguni fyri útsetum, og
tað var populert.
Nógv fólk hevði leitað sær á
Jacques, og tað var eyðsýnt, at
her vóru tað ikki bara fólk, sum
vóru farin í býin at hugna sær,
og so var tað líkamikið, hvør
tónleikur ljómaði. Fólk vóru
komin at lurta, og tað skapti
góðar fortreytir fyri tónleikinum
hjá Lenu og Niclasi.
Kustar á lofti
Jacques er eitt dansistað við
øllum tí, sum har tilhoyrir, men
hóast hetta rigga hølini væl til
eitt slíkt intimt konserttiltak.
Umstøðurnar við djúpum leður-
stólum og hugnaligum umhvørvi
eru góðar, og ljóðað var eisini
fínt.
Eftir tær stórfingnu útgávu-
konsertirnar í Føroyum vóru
forvætningarnar ikki tær størstu
til ein slíka minni konsert, men
her var nógv at fara eftir. Eitt var
at røddin hjá Lenu og frálíka
gittarspælið hjá Niclasi sum
vanligt vóru á toppinum, men tey
fingu eisini góða hjálp frá
Poulsen-brøðrunum, Óla og
Hans.
Óli spældi bass, og Hans
spældi slagverk. Hann traðkaði á
eina tambourine og slóð við
kustum, og hetta gjørdi stóran
mun fyri ljóðmyndina. Tað var í
grundini undrunarvert, hvussu
nógv hetta gav tónleikinum
afturat.
Spældu egnar sangir
Lena og Niclas spældu fyrst og
fremst nýggjar sangir hjá sær
sjálvum, og tað var ivaleyst
hetta, sum fólk vóru komi at líða
á. Sangirnir á nýggju fløguni eru
frágera góðir, og talan er ikki
bara um smartar popprodukt-
iónir, sum ikki halda til eina
akustiska framførslu. Sangirnir
eru hinvegin so góðir, at teir
hava sítt egna lív – eisini tá ið
teir verða spældir við nøkrum
fáum ljóðførum.
Okkurt einstakt coverlag var
uppi í rúgvuni av sagnum, sum
tey spældu, og skal nakað vera at
finnast at, so var tað, at tey ikki
spældu fleiri av teirra gomlu
sangum, sum nógv fólk kenna
væl. Hesir sangir tola væl at
verða spældir saman við teimum
nýggju sangunum, og fólk høvdu
uttan iva viljað hoyrt onkrar av
teimum góðu, gomlu sangunum
hjá teimum.
Samanumtikið eitt gott og
hugnaligt konserttiltak, sum
uttan iva gevur eigarunum av
Jacques blóð á tánna til fleiri slík
tiltøk frameftir.
Poppur við kustum og fótatraðki
Lena Anderssen og Niclas Johannesen undirhildu útisetum í Keypmannahavn við
nýggjum popptónum og eitt sindur av hjálp frá góðum tónleikavinum
Lena, Niclas og Óli í Jacques
Mynd: Jonhard Hammer
Til fótbóltsdyst við
FCK: Hvat er tað við
fótbólti, sum hug-
tekur so stóran part
av heimsins borgar-
um? Tygara útsendi
veit ikki heilt. Veit
bara, at henda sunnu-
dagin í mai fái eg
tveir tímar stúgvandi
fullar av drama,
felagskenslu,
patriotismu, rasismu,
sex, tjóðskaparkenslu,
cola, øl og kókaðum
pylsum í Parkini
HUGLEIÐING
Niclas Johannesen
Myndir: Jonhard Hammer
»Er Todi við?« Vit hyggja
allir út á vøllin. Havi nálg-
að meg upp í taxabilin, har
marknaðarleiðarin og blað-
stjórin á tíðindablaðnum
Sosialinum eisini sita. Vit
hittust á Jackways í gjár-
kvøldið, og so var avtalan
um fótbóltsdyst í Parkini í
hús. Teir eru í handilsørind-
um, men í dag er frídagur.
Hýrurin er góður, her vit
sita á rað D við endan á
vøllinum, saman við øðrum
FCK-viðhaldsfólki.
Jú! Har er hann. Todi,
maðurin sum má bera høv-
uðspartin av skylduni fyri,
at meira ella minni allir
føroyingar halda við FCK.
Hann skal byrja inni, og av
eini ella aðrari – allarhelst
tjóðskaparligari – orsøk eru
vit allir glaðir. Todi er okk-
ara flaggberi.
Gullið í hansara fótum
gevur ljós í okkara eygum.
Bringufattir sita vit har.
Man hann fara at skora?
Onkur
alkohol-prognosa
frá í gjárakvøldinum vil
vera við, at FCK fer at
vinna 3-0 og Todi fer at
skora øll trý. Hóast bjart-
skygdir, so hevur ongin
okkara rættiliga hug at
keypa hesa forsøgnina.
Men minni kann eisini gera
tað.
At fara til fótbólt í Park-
ini man vera tað nærmasta
tú røkkur einum total-upp-
livilsi. Her undan dystar-
byrjan er ein vælupplagdur
frásøgumaður, sum tølir
fjøldina og fær stívliga
30.000 fólk at syngja av
hjartans lysti. Akkurát hvat,
hoyri eg ikki rættiliga. Men
størsta hit-lagið er ein
rímuliga mannsjavunistisk
fótbóltssnaring av gamla
80’ara hitlagnum »I Don’t
Like Mondays«, sum Sir
Bob Geldorf sang við bólk-
inum Stray Cats á sinni.
»Vi elsker FC« er niðurlag-
ið, meðan versið byrjar við,
at maðurin noktar konuni
eitt morgunknall, tí nú skal
hann altso til fótbólt. Her-
ligt, og tónin er líkasum
lagdur. Ølið rennur í stríð-
um streymum her í Parkini,
og hóast vit so avgjørt
hoyra til tann hóvliga partin
av áskoðarafjøldini, so siga
vit ikki nei takk til eitt
plastikkrúss
av
góðum
gulum.
Áðrenn
dystarbyrjan
skulu vit ígjøgnum eina
rúgvu av ritualum. Um-
framt sangin, so kemur
maskotturin inn á vøllin.
Ein halafegin leyva, ið
spælir luftguitar og eggjar
fjøldina sum frægast. Síð-
ani kemur ein lítil maður
við langum hári haltandi
inn á vøllin. Tað er Erik
Mykland. Ein elskaður
norðmaður, ið nú takkar
fyri seg. Hann er so skadd-
ur, at FCK ynskir ikki at
leingja hansara sáttmála.
Farvæl, blomstur og veipan
við ørmunum. »Vi vil
savne dig!« syngja við-
haldsfólkini. Tað er ikki
sørt rørandi.
Løtu seinni er aftur
aktión í luftini. Ungar
moyggjar í sera stuttum
niðurdeilum og tættsitandi
blusum koma dansandi inn
til lagið »Toxic« hjá Brit-
ney Spears. Og fyri tey, ið
kundu hugsa sær at sæð eitt
sindur betri, ja so er tað ikki
nakar trupulleiki. Zoomað
verður inn á stórskýggj-
anum, har morgunfimleik-
urin í ÚF við armveiggjum
og kreptum knøum líkasum
fær heilt onnur perspektiv.
»Eg haldi bestemt, tann
eina er føroysk«, sigur
marknaðarleiðarin og ljóð-
ar sum um, at talan her
kundi verið um eitt journal-
istiskt scoop. Responsurin
frá okkum er heldur forkøl-
aður og blaðstjórin byrjar at
snakka um, at her er kaldari
enn hann hevði roknað við.
Fyrri hálvleikur stinkar.
Menn síggja móðir út aftan
á at bæði liðini hittust í
steypafinalu hósdagin. Hitt
liðið er forrestin Aab.
Todi er tann fyrsti, sum
roynir seg longu í fyrsta
minutti. Hann skýtur langt
uppum. Men hann roynir
so. Vit hyggja sjálvsagt
mest eftir Toda. Stundum
vísir hann partar av sínum
flotta fótbóltsrepertoire.
Serliga tá hann temir eina
langa sending við bringuni
– við manni í rygginum –
og hegnisliga spælir við-
spælara og setir álop í
gongd. Annars tykist alt
liðið tungt í fyrra hálvleiki,
og Todi fær ikki nógv at
spæla við. Einar tvær ferðir
fær hann bóltin og trekkir
tvørturum vøllin. Ein Todi í
fullari dystarvenjing hevði
helst søkt meira beinleiðis
móti málinum. Men hann
finnur næstan altíð viðleik-
arar og blakar ikki bóltar
burtur. Tað er meira enn tú
kanst siga um serliga mið-
vøllin hjá FCK, ið tykist
sera tunnur hendan dagin.
Flottastu detaljuna stendur
døkki brasiliumaðurin San-
tos (sum mótstøðufólk ofta
hava rópt apuljóð eftir,
seinast í Esbjerg) fyri, tá
hann temir bólt í brotsteig-
inum og rakar stongina.
FCK hava yvirvág, men tú
fært ikki kensluna av at teir
hava tamarhald á støðuni.
Og so endar alt við, at Aab
skorar. Júst sum tú trúði, at
nú hevði FCK rættiliga
fingið um langa endan, so
fer Aab í mótálop. 0-1,
klassiskt fótbóltsdrama.
Hálvleikssteðgurin
er
góður. Vit strekkja leggirn-
ar og fáa eisini avleverað
eitt sindur aftur av tí, ið
drukkið er. Køin er ikki
longri enn, at tað gongur
heilt skjótt. Marknaðarleið-
arin fer at keypa nøkur føt
aftrat – eitt bland av cola og
góðum gulum. Eg standi í
pylsukøini. Vit skulu allir
hava tvær kókaðar. Dystur-
in er byrjaður aftur, tá eg
loksins komið framat. Men
onki stórvegis er hent, tá vit
aftur sita í stólunum, verður
sagt. So eta vit pylsur og
síggja FCK seta seg á dyst-
in. Todi kemur meira við í
spælið. Hann er góður til
kombinatiónsspælið. Hann
og Santos líkjast ikki sørt í
stíli. Báðir sterkir í nær-
dystum, lágt tyngdarpunkt,
tekniskt góðir. Men Santos,
sum ikki spælir nakran
stóran dyst, hevur helst
meira kredit enn Todi, sum
jú hevur verið skaddur. Tí
nú verður Todi útskiftur.
Tað skilja vit ikki. Afturút
0-1 og ein maður, sum ferð
eftir ferð hevur prógvað, at
hann kann avgera dystir
verður
tikin
út.
Hvat
@!# %&
feilar
hasum
svenska
venjaranum
Backe?! Har eru minst
fimm aðrir mans á vøllin-
um, ið hava verið beinleiðis
hopleysir. Eitt nú hasin
uppreklameraði smádrong-
urin Bisgaard! Vit eru illir,
skuffaðir inn á sálina. Her
er sorg í nakrar minuttir.
Men lívið má víðari. Av-
loysarin síggja vit onki til.
Okkara patriotisma er dal-
andi. Og frammanfyri gerst
tann eini, ungi maðurin
bara fullari og fullari. Ýlini
kring okkum bera boð um,
at hesin og hasin ikki bara
halda við leyvunum; teir
eru sum leyvur. Leyvur, ið
væl øl.
Hatur er í luftini. Aab
viðhaldsfólk, ið sita beint
undir okkum, fáa fuckjú-
fingrar sendandi móti sær,
ein fatøl flýgur eisini um
oyrunini og lendir sum
glopraregn á høvdinum á
nøkrum neyðars tandrum.
Men so hendir tað. FCK
skorar í síðsta minutti! Sig-
urróp, hóast talan bert er
um javnleik. Men nú er tað
í teirra egnu hondum at av-
gera alt móti FC Nordsjæl-
land komandi leygardag.
Vónandi verður Todi við
aftur. Hann er jú Harra FC
Keypmannahavn, við flestu
dystum og flestu málum,
eru vit samdir um. Í dag var
bara ikki hansara dagur.
Men tað fløvar at síggju
mongu viðhaldsfólkini í
FCK- búna við 12 talinum
og navninum Todi, a rygg-
inum.
Dysturin er liðugur og
staðfestast kann, at fótbólt-
ur kann tendrað allar kensl-
ur. Her eru løtur við listar-
ligum upplivingum – artist-
iskum
temjingum
og
ballett-kendum snaringum.
Her eru albogar, sum lenda
í andlitum, knoppar sum
meisla skinnabein. Her er
felagssangur og krígsróp og
tú kanst róliga staðfesta, at
onki kann sum fótbóltur fáa
skilafólk at missa skilið.
Hesa løtuna sært tú tað
vakrasta og tað ljótasta,
sum vit menniskju inni-
halda. Felagsskap og sam-
anhald. Hatur og harðskap.
Fyri 110 krónur pr. høvd
hava vit fingið eina gýsara-
løtu í ævintýrlandið. Uttan-
fyri bíðar ein vika við ger-
andisknossi
og
súrum
skyldum fyri tey flestu.
30.000 fólk tynnast í allar
ættir og gerast aftur fremm-
and fyri hvørjum øðrum.
Inntil vit síggjast næstu
ferð í Parkini.
Drama, patriotisma og sex í Parkini
C
M
Y
K
33
32