Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-19, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. desember 2013síða 28

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar — send sms til 225000 Fríggjadagur 20. desember 2013 - LANDSSJÚKRAHÚSIÐ Leiðandi ljósmóðir til Landssjúkrahúsið/Skurðdepilin (endurlýsing) Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum sekir eftir leiðandi ljósmóðir til Fødideildina, A2 til setan skjótast gjørligt. Visjónin hjá Landssjúkrahúsinum er, at sjúklingurin er í miðdeplinum, starvsfólkini eru errin av at arbeiða her, og at samfelagið fær ágóðan av okkara virksemi. Skurðdepilin stendur fyri øllum skurðvirkseminum umframt viðgongu- og barsilsøkid. Á deplinum starvast umleið 190 starvsfólk (130 ársverk), og hevur depilin eina fíggjarjáttan á umleið 63 mió. árliga, har meginparturin er markaður til lønir. Fødideildin er ein samansett eind við ymiskum sergreinum, ið umfata fødingar, barnakonur, barsil og neonatologi. Endamálið vid deildini er at veita viðgerð og røkt til barnakonur og nyfødd børn. Hetta verður gjørt í tøttum tvørfakligum samstarvi millum fakbólkarnar, sum eru knyttir til deildina og heilsuskipanina annars. Deildin er eitt spennandi og mennadi starvsstað við nógvum framtíðaravbjóðingum. Tey strategisku málini vísa kósina og eru grundarlag undir ymsu åtøkunum. Við staði í teimum strategisku málunum fyri Landssjúkrahúsið verður arbeitt við mannagongdum, dokumentatión og dygdarmenning. Trygd og dygd skal vera ein sjálvsagdur lutur í dagliga arbeiðinum við atliti til tað samlaða ljésmødravirksemid og tænastuna til barnafamiljuna. Starvið sum leiðandi ljósmóðir er eitt fulltidarstarv, har viðkomandi eisini ein part av tíðini er við í dagliga kliniska arbeiðinum. Deildin er skipað soleiðis, at tveir leiðarar eru á deildini, ein er sjukrarøktarfrødingur, meðan hin er ljósmóðir. Í tøttum samstarvi skal skipast fyri góðari og samanhangandi sjúklingagongd fyri móðir og barn. Leiðandi ljósmóðir hevur tað yvirskipaðu fakligu ábyrgdina av gllum ljåsmødravirkseminum. Leiðandi ljósmóðirin skal tryggja, at deildin virkar eftir virðisgrundarlagnum hjá Landssjúkrahúsinum og hava neyvt samstarv við nógvar ymiskar fakbólkar og gkir, bæði innanhysis á sjúkrahúsinum eins væl og uttanhysis við viðkomandi stovnar og samstarvsfelagar. Vit ynskja eina leiðandi ljósmóðir, sum stendur á odda, hevur áræði og tekur initiativ. Leiðandi ljósmóðirin skal saman við deildarleiðara, sum er sjukrarøktarfrødingur, standa fyri tí dagligu leiðsluni á deildini, dygdarmenna, betra og verða við til at gera og implementera mannagongdir, virka fyri góðum arbeiðsumhvervi, fakliga og tvørfakliga, skipa fyri góðari upplæring og fakligari menning og hava ábyrgdina av figgjarstøduni fyri økid. Innan ljósmeðravirksemið verða ráðgevandi í spurningum, og til eina og hverja tíð tryggj dagførda vitan innan ljåsmødratænastuna í Føroyum. Førleikar e prågv og góðkenning sum ljósmóðir e royndir innan leiðslu er ein fyrimunur e dirvi at royna seg sum leiðari e góð samskiftis- og samstarvsevni og góðar royndir við tvørfakligum samstarvi aktiva og jaliga tilgongd til fakliga menning nýhugsandi og broytingarsinnað/ur og hava visiónir góður telduførleiki at miðla vitan skrivliga eins væl og munnliga til starvsfelagar, sjúklingar og aðrar samstarvspartar Vit kunnu bjóða e felags innleiðslu á Landssjúkrahúsinum, umframt einstaklinga innleiðslu á deildini e eitt mennandi, spennandi og avbjóðandi starv e innanhysis leiðslunetverk Lønar- og setanartreytir sambært såttmåla millum Ljésmødrafelagid og Fíggjarmálaráðið. Viðkomandi, ið settur verður, skal kunna tola broytingar í starvinum, bæði í starvsinnihaldi og vavi. Til ber at fáa avrit av leiðreglu um uppgávur og heimildir og fleiri upplýsingar um starvið við at venda sær til Astu Joensen, depilsleiðari / leiðandi sjåkrarøktarfrødingur, tlf. 304500, lokal 5102, IsastjoØls.fo ella til Jensu Samson, virkandi deildarleiðara, lokal 5303, IsjensaØls.fo Umsóknarfreistin er 10. januar 2014 kl. 12.00 Umsókn við CV og prógvum skal sendast við telduposti til: umsoknØøls.fo Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skulu havast við til samreðu. Á okkara heimasíðu www.Is.fo kann ein síggja okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni "um stovnin” Nr. 147