Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-19, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. desember 2013síða 50

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Jólini 2013 12 VIKUSKIFTI Samrøða Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Kaj Leo Holm Johannesen. Føroya løg­maður. Støðugt í andgletti og fyri at­finn­ingum. Men eisini avhildin við met­nógvum persónligum atkvøðum í skjáttuni. Formaður fyri Sambands­ flokkin síðani 2004 og løgmaður síðani 2008. Nú jólini nærkast hava vit verið á vitjan hjá løgmanni í Tinganesi og spurt hann, hvussu hann sjálvur upp­ livir sín leiklut sum løgmaður, hvat hev­ur serligan týdning fyri hann, og hvussu hann fyriheldur seg til hørðu ákoyr­ingar­nar, hann fær í kjaki. Kaj Leo tosar eisini um, hvussu løg­ mansstarvið ávirkar familjuna, um at verða fittur og bráður, og um at biða um umbering, tá ið tað er neyðugt. Hørð byrjan Kaj Leo Holm Johannesen gjørdist løg­maður í september mánaði í 2008, tá ið heimsbúskapurin var í kreppu, og avleiðingarnar eisini merktust her heima. – Eg setti meg í stólin, tá ið allur heimurin var í búskaparligum andaleypi í 2008. Tað var við summarfuglum í búk­inum og ikki fullum sjálvsáliti, tí eg visti, at uppgávurnar fyri framman vóru stórar. Tosað varð um, hvørt hallið á fíggjarlógin fór at verða ein milliard ella 1,2 milliardir. Avbjóðingin hjá sam­felagnum var sera stór tá, og tað vóru ikki smáting, vit fingu oman yvir okkum, greiðir Kaj Leo frá. – Fyrsta árið var ótrúliga hart og avbjóðandi. Júst sum vit hildu, at tað var farið at ganga betur, fór Faroe Seafood á húsagang, og 700 fólk blivu arbeiðsleys, og ein leygarmorgun vórðu eg og Jóannes Eidesgaard kallaðir á fund við Eik og fingu eina umbøn um at hjálpa bankanum, ella fór hann á heysin. Tankarnir um fyrra part av 1990’unum, tá ið samfelagið var illa fyri, og vit mistu 7000 fólk, vóru har, men tað ráddi um at hava bæði beinini á jørðini, hugsa seg væl um, fáa góða ráð­geving og taka so rættar avgerðir sum gjørligt. Hetta var ein krevjandi og lærurík tíð, sum eg vónandi ongantíð komi at uppliva aftur. Kaj Leo Holm Johannesen heldur, at hann í dag er nógv betur førur fyri at røkja starvið sum løgmaður, enn tá ið hann byrjaði fyri fimm árum síðani. – Hetta hevur verið ein ótrúliga spenn­andi og lærurík tíð. Tú lærir nógv um menniskju, og tú verður eisini betri til at leiða menniskju. Eg skilji væl, at tú í nógvum útbúgvingum hevur eina læru­tíð. – Í dag eri eg nógv betur ílatin til at røkja starvið sum løgmaður, hóast eingin ivi er um, at eg eisini geri mistøk. Til dømis kundi nógv verið gjørt øðrvísi í tunnils­málinum. Tað málið kundi verið viðgjørt meira opið og verið meira gjøgnumskygt, men vit agera øll í tí umhvørvi, vit eru í, og út frá treyt­um, sum vit hava. Onkur politisk mál kanst tú undirmeta, og tey vísa seg at verða sera kompliserað. Tey truplastu og mest fløktu málini at hava við at gera eru tey, tá ið tað er høgra móti vinstra, stórar peningauppæddir eru upp á spæl, og ymisku økini í landinum eis­ini eru upp ímóti hvørjum øðrum, heldur Kaj Leo og vísur á tunnilsmálið sum eitt dømi um slíkt mál. Skal skapa semjur Kaj Leo Holm Johannesen er ivaleysur, tá ið hann verður spurdur, hvat hann heldur verða týdningarmestu upp­gáv­ una sum løgmaður. Hann fær hørð høgg, men heldur, at hann ofta biður um tað sjálvur. Hann klárar og vil ikki halda seg burtur frá kjaki og facebook, og hóast summar viðmerkingar raka meint, uggar hann seg við, at hann á seinasta løgtingsvali fekk eitt óvanliga gott persónligt val. Vit hava hitt Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann Eg kundi gjørt mær lívið nógv lættari mynd: Eydbii myndir