hósdagur 19. desember 2013síða 51
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKUSKIFTI
Jólini 2013
13
– Týdningarmesta uppgávan er at
vera savnandi og finna semjur. Ein
politiskur leiðari skal hava evnini til
at skapa semjur, Sjálvandi havi eg
egnar meiningar, men eg má alla-
tíðina arbeiða fyri semjum í sam
gonguni, og eg skal tryggja, at ar
beiðslagið er gott. Eg skal eisini kunna
standa inni fyri øllum, sum verður
gjørt, hóast okkurt kundi verið gjørt
øðrvísi. Og líkamikið, hvussu vit
arbeiða og fara fram, so er tað trupult
at gera tað besta fyri øll samstundis,
sigur Kaj Leo.
– Eg gevi avkall upp á nógv ting
politiskt og persónligt við at vera løg
maður. Men tá vit eru farin í eitt sam
starv, so er tað eitt samstarv millum
fleiri flokkar, sum allir skulu hava
ávirkan á samstarvið. Tað ber ikki til
at fara til eitt val, lova hvat tú vilt
arbeiða fyri, og so fáa alt ígjøgnum
aftaná. Tú fært ongantíð alt ígjøgnum,
tí allir flokkur mugu lata fyri at fáa.
Vit í Sambandsflokkinum fáa skotið
í skógvarnar, at Fólkaflokkurin
bestemmar alt, men tað er also Sam
bandsflokkurin, sum hevur strongt
á fyri at taka 170 milliónir krónur í
tilfeingisgjaldi og at hækka ríkisveit
ingina. Sjálvandi fært tú tíni fingra
merki á eitt samstarv í ein samgongu,
men tað fáa hini eisini.
– Vit hava fingið nógvar góðar og
týðandi semjur í lag, eisini um stór mál,
men fiskivinnunýskipanin hevur gingið
ov seint. Hana mugu vit at seta størri
ferð á. Og tað sær út til, at nýskipanin
av eldraøkinum fer at koma ígjøgnum
nú, og at eldraøkið verður flutt út til
kommunurnar at umsita.
Samstarv og minni hall
Tað kann ganga hart fyri seg í politikki
– ikki minst í eini samgongu, sum skal
semjast og raðfesta, og ongan møgu
leika hevur fyri at ganga øllum ynskjum
á møti. Fólk eru ósamd við avgerðum
og raðfestingum, og støðugt trýst er á
samgongusamstarvinum.
– Størsti parturin av míni tíð og
orku fer til at røkja samstarvið í sam
gonguni og at halda hallinum niðri.
Vit royna allatíðina at halda aftur
við útreiðsluvøkstrinum, at tryggja
neyðugar inntøkur, og eg eri fegin um,
at tað gongur spakuliga rætta vegin. Eg
eri ótruliga glaður fyri, at vit ikki høgdu
bremsurnar í, soleiðis sum fleiri mæltu
til í 2008, tí eg hevði ikki viljað sæð
tað samfelagið, sum vit høvdu fingið
burtur úr tí. Høvdu vit bremsað so hart,
sum summi mæltu til, so høvdu vit mist
lessið av lastini, og tað hevði fingið
álvarsamar avleiðingar fyri samfelagið,
heldur Kaj Leo.
– Uppgávan hjá mær er at fáa sam
gonguna at hanga saman og halda
saman, eisini tá ið vit eru undir trýsti.
Mær dámar væl at arbeiða við menn
iskjum og at samskifta við menniskju,
og eg gangi millum fólkini, sum eg skal
leiða, og tað dámar mær væl. Men eg
kann læra meira um at leiða, blíva betur
til tað, tí sum leiðari ásannar tú eisini,
at tú kanst gerast betur til nøkur ting,
og tað arbeiði eg miðvíst við.
– Eg havi roynt leiðslu innan ítrótt
og vinnulív, men politisk leiðsla er
nakað heilt fyri seg. Í politikki fært tú
eitt lið fjórða hvørt ár, tú skalt arbeiða
við. Á einum landsliði velur leiðarin
tey allarbestu út og setur sjálvur liðið
saman. Í mínum føri má eg altíð leggja
upp fyri ynskjunum hjá teimum polit
isku flokkunum, sum eg samstarvi
við.
– Treytirnar eru, at tann politiski
spælarin, sum hevur spælt ein vána
ligan dyst, er vælkomin til næsta dyst,
og eisini til næsta dystir eftir tað, um
hann spælir vánaligt einaferð afturat.
Eg kann ikki skifta spælarar út ella tosa
um aðrar spælarar, sum høvdu verið
góðir at fingið á liðið, og tí má eg leggja
alla orku í at fáa tað besta burtur úr
hesum liðnum, sum Føroya fólk velur
fjórða hvørt ár.
Ov bráður
Kaj Leo Holm Johannesen verður stund
um lagdur undir at verða ov skjótur og
óumhugsin í vendingini og at vera ov
fittur til at verða løgmaður.
– Eg havi ein veikleika í, at eg kann
verða ov bráður, og eg havi eitt tempra
ment. Og eg kann eisini skriva undir
uppá, at eg kann verða fittur, hóast eg
veit ikki, um hini í samgonguni halda,
at eg altíð eri so fittur, tá ið eg skal hava
okkurt ígjøgnum aftanfyri stongdar
dyr.
– Eg kann ikki sita í hasum stólinum
har yviri, bara verða fittur og smílast
býtt og ikki taka konfrontatiónirnar, og
eingin kemur í handan stolin við bara
at vera fittur. Eg veit, at hesa vikuna
skal eg hava eitt ótal av hørðum kon
frontatiónum um fíggjarlógina. Tað eru
allatíðina spenningar og ósemjur, men
tað taki eg eisini við, tí uppgerðirnar
mugu takast, og tær taka vit innan
hýsis.
– Eg ynski at læra at samskifta enn
betur sum leiðari við tey fólkini, sum
eg samstarvi við – bæði embætisfólk
og politikarar. Tí tað vísur seg, at sam
skiftir tú ikki nóg nógv, so kunnu mál
– Eg havi ein veikleika í, at eg kann verða ov bráður, og eg havi eitt temprament. Og eg kann eisini skriva undir uppá, at eg kann verða fittur, hóast eg veit
ikki, um hini í samgonguni halda, at eg altíð eri so fittur, tá ið eg skal hava okkurt ígjøgnum aftanfyri stongdar dyr, sigur Kaj Leo Holm Johannesen
mynd: Eydbii myndir
– Politikarar siga ofta, at teir taka tað ikki so nær,
um onkur finnist at teimum, men politikarar eru eisini
menniskju, og summar viðmerkingar raka teg