hósdagur 19. desember 2013síða 52
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini 2013
14
VIKUSKIFTI
fara á eitt skeivt spor ella skapa trupul
leikar.
Løgmaður viðurkennir eisini, at hann
onkuntíð hevur verið óumhugsin við
sínum viðmerkingum og reaktiónum.
– Øll kunnu blíva ill, men tað er
ein kunstur at blíva illur til røttu tíð,
á rætta stað, við rættari mongd ímóti
teimum røttu. Tá tú klárar tann kunstin,
so ert tú fantastiskur leiðari. Eg klári
ikki tann kunstin enn. Og geri eg einum
persóni órætt, so má eg bakka og biða
um umbering.
– Til dømis var eg herfyri rættiliga
harðligur við Liljan Weihe (tíðinda
leiðara í Kringvarpinum, red.), og tá
mátti eg hyggja hana í eyguni, taka í
hondina á henni og biða um umbering,
tí eg hevði uppført meg órættvíst. Tað
er sum við ítróttinum, tú kanst gera
okkurt unfair í kampens hede, men
aftaná mást tú fyrihalda teg til tað og
biða um umbering, um tað er neyðugt,
sigur løgmaður.
Kjak og facebook
Sjáldan hevur ein løgmaður verið so
áhaldandi fyri atfinningum, sum Kaj
Leo Holm Johannesen hevur verið.
Ein orsøk er sjálvandi, at við nýggjum
miðlum og nýggjari tøkni er nógv
lættari og skjótari og sjónligari at hava
viðmerkingar um øll hugsandi mál. Ein
onnur orsøk er kanska, at løgmaður
sjálvur leggur upp til kjak og ákoyr
ingar – eitt nú á facebook.
– Politikarar siga ofta, at teir taka tað
ikki so nær, um onkur finnist at teimum,
men politikarar eru eisini menniskju,
og summar viðmerkingar raka teg. Eg
fái nógv sløg, men nógv av av tí biði eg
helst um og havi sjálvur ábyrgdina av.
Men eg dugi eisini at síggja, at til dømis
á facebook eru nøkur fólk, sum ganga
aftur, og sum koma við viðmerkingum
á einum øgiliga lágum støði.
– Eg verði dømdur av veljarunum
fjórða hvørt ár, og seinast fekk eg
næstan tvey túsund persónligar at
kvøður. Áðrenn tað valið fekk eg eisini
ræðuliga harðar ákoyringar, tað var ein
ljót niðurgerðing av mær, og tí var tað
ein lætti at fáa eitt sovorðið val. Tú
skalt minnast til, at tað er ein evarska
lítil partur av fólkinum, sum kemur við
teimum harðastu viðmerkingunum.
Hini 98 prosentini av Føroya fólki
kenna sær hógv á sosialu miðlunum
og kjakast á ein sakligan hátt.
– Eg fái nógvar ákoyringar, men tað
má eg liva við. Eg veit væl, at eg kundi
gjørt mær lívið nógv lættari, um eg til
dømis ikki fór á facebook. Onkur fólk
biða meg eisini halda meg burtur hað
ani, men tað klári og kann eg ikki. Tað
er kanska ein veikleiki hja mær, men
mær dámar ógvuligva væl at práta við
fólk, at samskifta og at kjakast – eisini
á facebook.
– Jú, eg kundi havt tað friðarligari
við ikki at gjørt tað, men eg eri ikki
føddur til at hava tað friðarligt.
Politikkur snýr seg millum annað um
at samskifta, at verða ósamdur, at verða
illur um neyðugt, og tað er tað. Eg elski
ein góðan kamp og eitt gott kjak, har
tað eru góð argument báðar vegir. Eg
kundi gott havt tað nógv lættari, eg veit
tað væl, men tað vil eg ikki. Summi
halda kanska, at ein politiskur leiðari
skal ganga púra stívur á einum reyðum
løbara, men tann leiðarin eri eg ikki.
– Men hinvegin skal eg sum polit
iskur leiðari uppføra meg ordiligt ímóti
fólki. Fái eg eina ljóta takkling, so havi
eg kanska hug at geva aftur, men tað
kann eg ikki sum løgmaður. Eg havi eis
ini boðið onkrum persóni, sum hevur
verið øgiliga harðligur við meg í kjaki,
til kaffi fyri at práta eitt sindur. Mann
skal eisini lurta eftir hvørjum øðrum
og tosa saman fyri tað, um mann er
rúkandi ósamdur.
Er motiveraður
Starvið sum løgmaður er slítandi, og Kaj
Leo Holm Johannesen hevur eisini kent
trýst á sær á fleiri frontum, men hann
sigur seg framvegis verða motiveraðan
at røkja starvið sum løgmaður.
– Eg havi framvegis neistan, og eg
gleði meg at fara til arbeiðis, hóast eg
eisini havi bakkdagar, og onkrar óhuga
ligar uppgávur viðhvørt bíða eftir mær.
Eg føli meg tryggari sum løgmann í dag
enn í september í 2008, tá ið eg tók við.
Eg havi lært nógv, og eg føli, at eg kann
gera mun.
– Tá tú missir neistan, mást tú út
beinanvegin, tí tann mentali belastning
urin at vera løgmaður er øgiligur. Tú
skalt verða til reiðar 24 tímar um døgn
ið, og tí mást tú vilja hetta.
Kaj Leo vísur á, at eitthvørt starv og
lívsval hevur ein persónligan kostnað
og avleiðingar av onkrum slagi.
– Tá ið eg tók við sum løgmaður,
stúrdi eg fyri børnunum, um tey fóru
at verða happað, men fólkaskúlin dugir
sera væl at lofta slíkum, tí dreingirnir
uppliva ikki nakra happing orsaka av,
at eg eri løgmaður.
– Í onkrum føri hava onkrar polit
iskar hendingar ávirkað teir. Eg minnist,
at tá ið tað einaferð varð prátað um at
seta ein kanningarstjóra at kanna løg
mann. Tá vóru dreingirnir eitt sindur
óttafullir og spurdi, hvat eg hevði gjørt.
Tað ávirkaði meg, og eg mátti greiða
teimum frá, hvat tað snúði seg um,
sigur Kaj Leo.
– Men alt hevur ein kostnað av
onkrum slagi. Teir, sum eg gekk á skips
føraraskúla við, eru nógv burtur. Teir
flúgva niður til Brasil, eru til arbeiðis
har í ein mánað og koma so heimaftur í
ein mánað, áðrenn teir fara avstað aftur.
Hevði eg ikki verið farin inn í politikk,
so hevði eg kanska verið skipari hjá
Maersk ella arbeitt á einum platt-
formi, og tað hevði eisini havt sín
prís.
– Í einstøkum politiskum málum, tá
ið ágangurin hevur verið stórur, hevur
tað gingið út yvir tey nærmastu, at eg
havi verið løgmaður. Eg rokni við, at
tað er strævnari at vera kona og børn
hjá løgmanni, enn tað er hjá mær at
røkja starvið. Konan hjá mær dámar
ikki politikk. Hon heldur seg langt
frá politikki, og hon gjørdi mær frá
byrjan greitt, at hon valdi ikki løgmans
embætið, tað valdi eg.
Tíðin er avmarkað
Kaj Leo Holm Johannesen hevur verið
løgmaður síðani september 2008, og
hann er longu millum teir politikarar,
sum hava sitið longst sum løgmenn í
Føroyum. Situr Kaj Leo valskeiðið út,
er hann tann løgmaður, sum hevur sitið
triðlongst í embætinum – eftir Alta P.
Dam og Kristian Djurhuus.
– Eg havi verið formaður í Sam
bandsflokkinum síðani 2004, og eg havi
sitið við ábyrgd síðani. Tað eru onnur,
sum hava valt meg inn í politikk og
til leiðara, og orsøkin til, at eg eri løg
maður, má verða, at onnur fólk vilja
hava meg at leiða. Men eg veit væl, at
tað kann verða av, nær tað skal verða,
sigur Kaj Leo.
– Tað er so nógv, sum skal ganga
upp í flokkinum og í samgongu, men eg
eri motiveraður at røkja starvið í løtuni.
Hinvegin veit eg eisini, at tá ið eg havi
roynt nakað í eina tíð, so fái eg hug at
royna okkurt annað, sigur Kaj Leo.
– Eg eri liðspælari út í fingraspíssar
nar, so tá ið flokkurin ikki vil hava meg
sum formann longur, so er tað í lagi, og
so stuðli eg nýggja formanninum. Eg
havi ikki forfengiligheitina, sum forðar
mær í at fara at frá at verða løgmaður
til at gera okkurt annað í politikki ella
aðrastaðni. Og kanska siga allir leiðarar
tað, men eg ætli mær ikki at sita og
halda krampagtiga fast um valdið. Tá
ið tíðin er komin til tað, so gevist eg
sum løgmaður.
Kaj Leo ásannar, at tað krevur nógv
av einum persóni at verða politiski leið
arin í einum landi.
– Tá tú ert løgmaður, ert tú løgmaður
hvønn dag allan dagin. Eg eri á onkran
hátt altíð á vakt. Tá tað gongur væl,
og tað eru góð politisk mál, eru nógv
um boðið at standa við ábyrgd, og tá
kann eg trekkja meg eitt sindur, men
tá tað eru vánalig ella trupul mál, so
eru tað ikki so nógv, sum vilja sita við
endan. Men tað er eisini ein uppgáva
hjá løgmanni, at hann fær ábyrgdina av
teimum heilt truplu málunum og situr
við evstu ábyrgd í samgonguni.
– Eg royni tó at seta mær dagar og
løtur av til familjuna, og eg royni at
brúka tíð til børnini um vikuskiftini.
Og tær løturnar, sum eg fái saman við
familjuni í friði og náðum, eru fantast
iska góðar, og tær seti eg stóran prís
uppá. Einki er sum at fara til fótbólt
við dreingjunum ein leygardag, verða
saman við teimum og práta við fólk. Tað
er fantastiskt. Tá livi eg mitt í verðini og
løði av álvara battaríini. Á jólum havi
eg sum løgmaður onkrar umboðandi
uppgávur, men tær dámar mær væl, og
tað eru eisini stundir til at verða saman
við familjuni og halda jól.
– Tað eru onnur, sum hava valt meg inn í politikk og til leiðara, og orsøkin til, at eg eri løgmaður, má verða, at onnur
fólk vilja hava meg at leiða. Men eg veit væl, at tað kann verða av, nær tað skal verða, sigur løgmaður
– Sum politiskur leiðari má eg uppføra meg ordiligt ímóti
fólki. Fái eg eina ljóta takkling, so havi eg kanska hug
at geva aftur, men tað kann eg ikki sum løgmaður
mynd: Eydbii myndir