Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-19, síða 74
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. desember 2013síða 74

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Jólini 2013 36 VIKUSKIFTI samrøða Simona Weihe simona@sosialurin.fo Tá í 1971 gekk eg í 3. real í Stranda skúla, og eg minnist væl hesa syrgiligu van­lukku. Fólk tosaðu um hana - ringt er at missa mammu ella babba, men at missa bæði… Seinni kom eg at kenna Wanju. Vit gingu trý ár í flokki saman í Hoydølum. Glaða og fyrikomandi gentan, sum eg hitti fyrstu ferð í 1974, er í dag sama blíða og vinarliga Wanja. Nú jólini eru í hondum, og bæði vaksin og børn gleða seg til at halda jól- ini heima, havi eg hugsað um, hvussu tað var hjá Wanju at koma ígjøgnum jólini og tíðina aftaná uttan foreldrini, sum eru tey, vit sum børn savnast um. Tá eg so spurdi, um hon helt meg vera nærgangandi at spyrja um hetta, svar­ aði hon: Nei, als ikki! Góða, kom heim til mín hóskvøldið, so kunnu vit tosa um tað. Meðan vit sótu í hugnaligu stovuni hjá Wanju við vælkryddaðum kaffi og kleynum og vaniljukransum afturvið, fingu vit eitt deiligt kvøld, har vit eisini vendu nógvum av lívsins viðurskiftum. Eg lati Wanju orðið: – Tað verður eitt risastórt tómrúm, tá tú missir foreldrini og tú verður ong­ an­tíð liðug at fylla hetta tómrúmið. Tú velur sjálv, hvat tú fyllir í tað – um tað er við góðum minnum, hendingum og øðrum. Lívið er stutt, og tí er tað týdning­armikið hjá mær at minnast alt tað góða og at liva lívið. Og eg havi nógv at vera takksom fyri. – Eg minnist, tá fólk spurdu meg, hvørji foreldur míni vóru, tá plagdi eg heldur at siga teimum, hvørji mínar ommur og abbar vóru. Hetta segði eg fyri spara tey, tí ofta vistu tey ikki, hvussu tey skulu reagera og hvat tey skuldu siga. Nú eg eri vorðin tilkomin, havi eg hugsað nógv um, at eg ikki hava havt sama frælsi at tosa um míni foreldur, sum doyðu ung, á sama hátt sum onnur tosa um síni foreldur. Tí- betur er nógv broytt til tað góða. Nú er tað gerandiskostur at tosa og skriva um tey, ið eru farin. – Eg hevði og havi eitt gott lív. Hóast tú hevur mist nógv, kann lívið vera gott, og tað havi eg eisini sannað í mínum arbeiði sum sjúkrarøktarfrøðingur, har eg havi møtt fólki við nógvum ymiskum lagnum. – Eg kann sjálvsagt bara tosa fyri meg, men eg minnist onki trist. Jú, sjálv­andi var tað trist at missa for­ eldrini. Men familjan var stór í báðar ættir. Mamma og tey vóru seks systkin, hjá babba vóru tey tólv. Vit høvdu abbar og ommur. Øll tóku um endan, har mamma og babba sleptu. Góvu okk­ um umsorgan og kærleika. Minnist at ein pápasystir og eg gingu langar túrar í øllum veðri, har vit fingu nógv góð prát. Onkur helt, tá tey smáu systkini beist­aðust, at tey áttu ikki at leika so í, tí tað hóskaði ikki, nú foreldrini stóðu undir børu, men tá segði onkur skila­ góður: lat tey endiliga spæla. Sjálv fór eg í skúla sum vanligt. – Familjan er trygdarnetið og trygd­ ar­netið hjá okkum hevði ógvuliga smá­ ar meskar. Tað vóru nógv góð fólk um okkum. Hugsi eisini at tað er tí, tú hevur familju. Familjan, vinir og kenn­ ingar hava ómetaliga nógv at týða fyri meg. – Tvær tær elstu systrarnar arbeiddu í Danmark tá. Omma og abbi í Klaksvík fluttu til Havnar til okkum at búgva. Tey vóru hjá okkum í eitt ár. Abbi, sum var maskinmaður, fekk arbeiði á Skipasmiðjuni, og omma gekk heima. Árið eftir fluttu mostir mín Jónvá og Karl inn til okkum við fýra børnum. Sum tíðin gekk mentust vit og gjørdust sjálvbjargin, – Heimið í Brøttulíð var ein basi hjá systkjunum. Í dag eiga næstyngsta systir mín og maður hennara húsini. Tey fyrstu árini – Vit búðu fyrstu árini í Klaksvík. For­eldrini bygdu hús á Biskupstøð. Mamma gekk heima og babba sigldi. Fyrst í trýssunum fluttu vit til Havnar. Babba bygdi okkum húsini í Brøttulíð. vit liva frameftir Wanja Petersen var fimtan ára gomul 5. desember í 1971, tá hon bleiv móður- og faðirleys. Foreldrini Jóhanna og Árni Petersen, sum vóru miðskeiðis í tríatiárunum, doyðu í ferðsluvanlukku. Hon og systkini, átta í tali, í aldrinum tvey til tjúgu ár, sótu eftir. Seks gentur og tveir dreingir Tú mást hava kent sorg fyri at kenna gleði