hósdagur 19. desember 2013síða 75
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKUSKIFTI
Jólini 2013
37
Fór í læru sum timburmaður, og hevði
sjey børn at forsyrgja. Sum ung arbeiddi
mamma á vaskarínum og reinsarínum
í Klaksvík. Tá vit vóru flutt til Havnar,
plagdi Reinsaríið í Havn at ringja eftir
henni, tá teimum tørvaði arbeiðsmegi.
Hugsa tær, hvussu djørv og røsk tey
vóru.
– Eitt stuttligt minni frá tíðini í Klaks
vík, er tá vit systkin fingu barnasjúkur
sum meslingar ella reydlingar. Tá fluttu
vit inn til ommu á Lítlubrekku, vórðu
»innløgd« á loftinum hjá henni og
har fingu vit alvorliga góða røkt við
maltøli og øllum góðum. Bæði abbi og
babba sigldu, so tað var so sjálvsagt,
at mamma fór við okkum til ommu at
vera.
– Babba lærdi meg at svimja í sjó
num har norðuri í Klaksvík. Tá vit fluttu
til Havnar bleiv tað ein vani at fara í
svimjihylin sunnumorgnar. Heimaftur
komin fingu vit góða køku, sum mamma
hevði bakað leygarkvøldið.
Mínar fyrimyndir
– Hóast foreldur míni fingu eitt stutt lív,
so livdu tey, meðan tey livdu. Eg lærdi
nógv av teimum. Tey eru ein natúrligur
partur av mínum gerandisdegi, hóast
ikki í likamligum líki. Ígjøgnum lívið
hevur tú nógvar fyrimyndir, og foreldur
míni eru ein av teimum.
– Ein spurningur, ið eg havi fingið
gjøgnum árini, er: »Saknar tú ikki for
eldrini?« Havi hugsað nógv um henda
spurning. Hvussu kanst tú sakna
nakað, ið tú ikki hevur? Sum eg segði,
so eru foreldrini ein natúrligur partur
av mínum gerandisdegi. Vit liva ikki
aftureftir, men frameftir.
FAKTA
• Útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur á Sjúkrasystraskúla
Føroya í 1984
• Arbeiddi á Barnadeildini á Landsjúkrahúsinum frá 1984-95
• Arbeitt í heimarøktini, á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, á
Hvíldarheiminum Naina og Samsøe Sjúkrahúsi
• Leiðari í Tilhaldinum í Tórsgøtu frá 1997-
• Rithøvundur: »Frá Diakonissuni til sjúkrasystrina« 1998
• Leiðsluútbúgving 2005
• Arbeiðir við listahandverki og hevur havt bæði sjálvstøðugar
framsýningar og saman við øðrum í Føroyum og úti í heimi
Wanja er ein fjølbroytt og litrík dama. Í báðar ættir hevur Wanja arvað
síni skapanarevni og -gleði. Omman og abbin í Fuglafirði vóru Martina og
Sámal Petur av Viðareiði. Í Klaksvík vóru tey Annelena og Luddi í Gøtu.
Wanja fæst við alt møguligt handverk. Heim hennara er sera vakurt og
hugnaligt. Pyntað við livandi ljósum og hennara estetiski sansur sæst
aftur í hvørjum smáluti. Í hesum døgum er jólaprýðið funnið fram og
hvørt einasta rúm í húsinum er skrýtt. Nógv av jólapyntinum hevur eina
søgu. Wanju minnist, hvør hevur skapað ella keypt hetta ella hatta
Glaða og fyri
komandi gentan,
sum eg hitti
fyrstu ferð í
1974, er í dag
sama blíða og
vinarliga Wanja
Tú saknar ikki tað, tú ongantíð hevur havt
myndir: álvur haraldsen