Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-19, síða 76
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. desember 2013síða 76

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Jólini 2013 38 VIKUSKIFTI Jólaódn Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Soleiðis skrivaði Sosialurin toll­aks­mess­ udag í 1988, blaðið, sum varð skrivað dagin eftir ódn­ina mikukvøldið 21. des­ em­ber 1988. Blaðið ringdi til allar poli­ti­støð­ir­ nar kring landið at fregn­ast um vind­ skaðar. Tvøroyri Á Tvøroyri fór takið av sjúkr­a­hús­inum um ellivutíðina mik­u­kvøldið. Og umldið somu tíð fór eis­ini takið av heilsøluni hjá Poul Hansen á Hvítanesi. Harafturat hava minst 25 set­hús fingið vindskaða, summi stóran. Onnur hava fing­ið skaða av takplátum og øðr­um, sum er komið við vind­i­num. Nógvir bilar hava fing­ið skaða, og onkur varð vrak. Eisini í Hvalba fingu hús skaða, men politiið á Tvøroyri hevði ikki frætt um skaðar í Sand­vík og Fámjin klokkan 10:30 í gjár. Hvussu støðan var í sunn­ aru helvt, visti pol­i­ti­ið ikki at siga tá, tí einki tel­e­fon­sam­band var tann veg­in. Øll oyggin lá eisini í streym­oysi alla hósnáttina og út á hós­dag­in. Eingin fólkaskaði hendi, tað vitað er um í Suð­ur­oynni. Sjúkl­ing­ar­n­ir á sjúkra­hús­i­num blivur flutti inn í Ellis- og røkta­rh­eimið, sum er sam­bygt við sjúkrahúsið. Rúnavík Á politistøðini í Runavík ringdi tel­e­fon­ in uttan steðg miku­kvøldið, hósnáttina og í gjár. Ør­indini vóru í flestu før­um tey somu: Fráboðan um skaðar. Í Eysturoynni hava sethús og hand­ il­s­hús fingið skaða og eis­ini bilar. Ein húsvognur fór á flog í Runavík. Helvtin av hon­um varð seinni funnin á ein­um hegni. Á Kambasdali, har nógv hús eru í gerð, var skilið ringt og partar av oynni mistu streym­in. Til dømis var myrkt í Ritu­vík, tá eitt sey­ð­a­hús feyk á há­ spenn­ing­ar­linj­una. Annars var støðan í Eyst­ur­oynni tann sama sum aðr­a­staðni í landsinum. takplátur og ann­að byggitilfar lá og slødd­ist alla staðni. Onkrar tak­plát­ur vóru so væl avdar utt­an um tele­fon­ steyr­ar, at tær fing­ust ikki av aft­ur uttan við amboðuym. Æðuvík var avbyrgd, tí ein skúr­ur feyk á vegin í Foss­dagi. Ikki er frætt um fóla­skaða í Eystur­ oynni, tá ferðslu­van­lukk­an mik­u­ kvøldið er und­an­tik­in. Tórshavn Í Havn tosaðu vit við Brand­støðina. Hagar komu 184 frá­boð­an­ir um skaðar frá kl 21:30 mik­u­kvøld­ið til hós­ morgunin. 22 mans hvødu úr at gera og aft­urat vóru 40 mans frá Havn­ar Bjargingarfelag og sjálv­bodn­ir. Onkur fráboðan kom av Velb­a­stað og úr Kirkjubø, men hagar fór fólk ikki úr Havn, tað var ikki hildið vera ráð­i­ligt í tí veðri, sum var. Í Havn og á Argjum hava nógv hús og bilar fingið skaða og ódn­in gjørdi eisin av við alda­gom­ul trø í mðbýnum. Fleiri heilsøluð, verkstaðs- og goymsl­u­bygn­ing­ar á Hálsi, Sand­vík­a­ hjalla og í vest­ur­býn­um fingu skaða. Ikki er frætt um bátar, sum fingu skaða. Men ein bát­a­brúgv við Skálatrøð sleit. Eingin fráboðan kom um eld miku­kvøldið og hós­nátt­ina, hóast neistarokið stóð úr ell­inj­u­num, tá teir slógu saman. Á deild 2 á Lands­sjúkr­a­hús­i­num gjørdist neyðugt at flyta sjúklingarnar, tí takið byrj­aði at ríva. Klaksvík Í Klaksvík var staðin ikki so um­fatandi sum so nógva aðr­a­staðn­i sum tað skilst. Nøkur sethús og størri bygn­ing­ar fingu tó skaða og vind­u­r­in var heilt upp í 35 met­ur um sekundið. Fleiri bát­ ar hava eisini fingið skaða. Í Klaksvík hendi ein­asti fólka­skað­in, vitað er um, vind­urn gjørdi. Ein mað­ur, sum var á veg oman á bryggj­una at hgyggja eftir einum báti fekk eina takplátu í høvd­ið. Hann bleiv lagdur inn á sjúkrahúsið, har skurð­ur­in var seymaður við 18 pent­um. Pol­i­tiið í Klaks­vík hevði seinna­ part­in í gjár ikki frætt um skað­ar á Kalsoynni og í Kun­oynni, men úr Fugloynni, Svínoynni og av Viðareiði, vóru komn­ar fráboðanir um vind­skaðar á hús. Tað eyd­n­aðist okkum ikki at fáa tel­e­fon­samband við politiið í Vág­um, Vestmanna og á Sandi. Men sambært Út­varp­i­num í gjár var stórur skaði á Sand­oynni, serliga í Skopum, har eini tíggju sethús fóru illa. Vakstrarhúsið á Sandi fór eisini í smildur, og sum tað skilst var onkur skaði í øllum bygd­um uttan á Skarvanesi og í Dali. – Gomul fólk minnast ikki verri vind enn tann, sum herjaði landið mikukvøldið og hósnáttina. Stórur vindskaði um alt alndið. Hundraðgtals hús og bilar illa farin Mintust ikki meiri vind jólaódnin '88