Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-19, síða 84
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. desember 2013síða 84

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Jólini 2013 46 VIKUSKIFTISiðsøga við Óla Jacobsen Sjólívið endaði umborð á Magnusi Heinason Eftir at hava verið við fiskiskipum í mong ár, kom Torleif umborð á Jens Christian Svabo og Magnus Heinason. Aftan á sjólívið bleiv tað seyðurin S einasti partur endaði við, at Torleif fór at sigla við norðmonnum, og hann heldur fram: Tað fyrsta árið, eg var við norð­ monnum, forvann eg 12-13.000 krónur. Árið eftir fekk eg 57.000 krónur, tað var ógvuliga gott tá í tíðini. Eg forvann nakað tað sama øll árini. Tann 19.mars 1968 fekk eg ein skaða um­ borð. Illveður var, og reiðskapurin var á dekk­ inum. Vit plagdu at nýta slík høvi at spleysa grunnleggir. Tað var kavi og frost. Av einum mistaki hjá einum øðrum manni, fekk eg ein enda um høvdið. Tá eg so dánt kom fyri meg aftur og royndi at hyggja, sá eg einki, so eg helt meg vera blivnan blindan. Skiparin fór so at sigla inn við mær. Men tað var so nógvur ísur, at tað gekk so seint at koma inn. Vit kom inn í Sukurtoppin, og eg varð so sendur við eini tyrlu til Streymfjørðin. Haðani fór eg niður á ríkissjúkrahúsið. Men tá ið tað leið nakað frá, fór eg at síggja við høgra eyganum aftur. Tað vinstra bleiv myrkt, og tað er myrkt enn. Á sjúkrahúsinum fekk eg at vita, at hetta fór ikki at vera øðr­ vísi. Men annars var eg heppin. Hevði tað verið veirur, sum eg fekk um høvdið, so var eingin bøn. Eg kom so aftur til Føroya 8. apríl. Høgra eygað batnaði so við og við, og við tí fekk eg fulla sjón aftur. Tíbetur kundi eg fara burtur aftur, tá eg var so frægur, og eg var á sjónum nógv ár eftir hetta. Fór við Svabo Eg sigldi við Longva fram til 1971. Mær dámdi væl at sigla í Noregi og hevði tað gott. Men eg átti børn og konu heima. Tað var hjá mær sum hjá so mongum langfarafiskimonnum. Tá eg kom heim, tá kendu børnini meg neyvan. Og tá eg fór avstað, var grátur hjá øllum. Hetta var hart, og man mátti gera seg harðan. So eg fór við fiskirannsóknarskipinum Jens Christian Svabo í 1971. Tá var tað byrjað við skipaðari frítíð, so tá kundi eg rokna við at vera meira heima. Hetta taldi meira enn størri inn­tøka. Arne Ziskasen, hvalbingur búsettur í Klaksvík, var skipari. Tað vóru mest kann­ ingar av ymiskum slag, sum vit gjørdu. Vit gjørdu m.a. royndir við troli, og vit vóru nokk so víða, heilt vesturi við Rockall. Hetta var í sam­bandi við ídnaðarfisk, sum tá var í síni byrjan. Í hesum sambandi vóru vit eisini vestan­ fyri Írland og á leiðum undir Føroyum, har hesin fiskurin kundi vera. Hetta var fittligari lív enn tey mangan tungu tøkini við trolarum. Ove Leo, svágur mín, hann var komin við undan mær. Aðrir av mann­ingini vóru Ernst hjá Andrassi, Eyðun Mikkelsen á Sandi og Niels Pauli Sigurheim úr Sandvík. John Joensen frá Gjógv var 2. meistari. Malvinus Joensen úr Klaksvík var fastur maskinmaður. Manningin var nakað ymisk í tali, alt eftir sum uppgávurnar vóru. Onkuntíð kundi vit vera tríggir ella fýra og til aðrar tíðir kundu vit vera 6, viðhvørt 7. Ofta var onkur við frá Fiskirannsóknarstovuni. Til yngulkanningar brúktu vit trol. Posin var so fínur, at tú fekk kanska eina stoppinál ígjøgnum meskarnar. Her skuldi alt koma í, uttan mun til, hvussu smátt tað var. Yngul var áhugavert. Trolað varð eftir tí beinanvegin, tað var blivið so frægt til stødd­ ar, at tað sást skil á tí. So skuldi ynglið sor­ terast eftir fiskaslagi. Hetta kundi vera nokk so trupult. Tað skuldu góð eygu at síggja, hvat ið var hvat. Eg minnist sandingin, Eyðun, hann dugdi so sera væl at síggja, hvat ið var hvat. Tað var umráðandi, at hetta varð gjørt rætt, ella kom brøkur í, tá ið niðurstøðan skuldi gerast. Eina ferð árliga vórðu royndir gjørdar á somu støðum, so tað kundi sammetast ár fyri ár. Tógini kundu vara ein hálvan ella ein tíma. Men tað skuldi so vera sama tíð hvørja ferð. Illir fiskimenn Vit royndu eisini viðhvørt eftir botnfiski. Hetta høvdu teir eisini brúk fyri á Fiskirannsóknarstovuni. Tað var sera ymiskt, sum tað kundi vera í. Eg minnist eina ferð, vit fingu eitt hál. Hetta var sunnudag, og teir vildu ikki fara so nær landi. Trolið var eitt vanligt trol, sum brúkt verður undir Føroyum. Tá ið trolið kom á borð­ið, svam fiskurin fram úr tí, so nógv var í. Tá nógv var í, tá fluttu vit gjarna. Ofta vóru atfinningar, at vit tógaðu nær landi. Nógv­ir hildu, at vit royndu eftir botnfiski, men tað var tað ikki. Trolið var uppi undir vatn­skorpuni eftir yngli. Tá ið tað var nær landi, varð ofta lagt at kei á frívakt. Eina ferð fóru vit inn á Hvannasund. Tá høvdu vit tógað við Svabo við Eiðsvík á Viðareiði. Har var ein grynna, men vit høvdu tógað uppi undir vatnskorpuni, har vit høvdu fingið nógvan yngul, æti og lundasild. Arni var farin til Klaksvíkar at gista. Tað var sera gott veður, og seinni um kvøldið fara Niels Pauli Sigurheim og eg at leita okkum eftir eini telefon at tosa heim. Vit fóru so umborð aftur og gingu eina løtu og mólu á keiini, áðrenn vit skuldu fara at leggja okkum. Nú kemur ein bilurin koyrandi við ferð, og hann steðgar við Svabo. Nú eru tað fýra menn, sum ikki vóru blíðir. Hetta hevur verið tað nærm­asta, at eg havi roknað við, at nakar leyp á meg. Teir løgdu okkum undir at hava trolað á ávísari leið eftir toski. Eg royndi at snakka við teir. Eg segði, at vit báðir høvdu verið fiskimenn alla okkara tíð, og vit høvdu einki at dylja, hvat vit høvdust at. Teir vóru so ill­ trúnir, at teir fóru niður í lastina at síggja, hvønn fisk vit høvdu, men har var einki uttan skottfjalir. Teir sissaðust so og skiltu, at her var einki gjørt, sum ikki toldi dagsins ljós. Ein partur av okkara virksemi var eisini Torleif Bech 14. partur Torleif endaði sítt sjólív umborð á Magnus Heinason