Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-19, síða 85
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. desember 2013síða 85

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKUSKIFTI Jólini 2013 47 laksaroyndir, og vit fiskaðu laks í Eysturdjúp norðanfyri. Vit royndu við drívlínu, og vit fingu ofta nokk so nógv. Einaferð í illveðri mistu vit línuna. Svabo var sum so eitt gott skip, men hann var óróligur. Upphaldsrúmini vóru ikki nakað serlig. Hann var ein gamal danskur ídnaðar­fiski­ bátur, Jens Væver, sum var keyptur til hetta endamálið. Magnus Heinason var annað skipið Eg var so við Svabo 9 -10 ár. So gekk eitt ár, meðan Magnus Heinason varð umriggaður frá at vera fiskiskip til rannsóknarskip. Tá var stórur munur at koma umborð á Magnus Heinason. Hann var bæði størri og nýggjari. Hetta gav eisini møguleika fyri at hava fleiri uppgávur og verkætlanir. Ein av hesum var at leggja út streymboyur. Og uppá klokkuna eitt ár seinni varð farið til staðið, har boyan stóð at taka hana upp aftur. Eg minnist eitt árið, vit tóku eina slíka boyu upp aftur. Og júst upp á klokkuslettið kom boyan upp, har vit lógu. So frammalaga er tøknin. Hesar boyur høvdu ymsar uppgávur sum at kanna hitan í sjónum, saltinnihald, algur í sjónum, alt á ymiskum dýpum. Algur­ nar vóru jú fyrsta lið í føðiketuni hjá fiski, og var hetta eina avgerandi vitan at fáa. Tað hava nógv dugnalig fólk verið á Fiski­ rannsóknarstovuni. Ein teirra er Bogi Hansen við hansara stóru vitan um viðurskiftini í havinum. Ein annar var Arne Nørrevang, sáli, sum hevur staðfest eitt lív á botni, sum eingin hevur vitað um áður. Eg gavst við Magnus Heinason, tá ið eg var 62 ár í 1992. Tá gjørdist hetta lívið nóg so strævið og best var at gevast, tí heilsan var farin at bila. Stjóri á Fiskirannsóknarstovuni var Jákup Sverri Joensen, sum doyði fyri kortum, 93 ára gamal. Hann var ógvuliga fittur og kann eg bert bera honum alt gott. Tað sama kann eg bera øllum, sum vóru við har, bæði avloys­ar­ um eins og dreingjum, sum komu við at læra. Eg má nevna Eli Lassen, Andrias Joensen og Kára Sigurheim. Eftir Jákup Sverra Joensen tók Hjalti í Jákupsstovu við, og var hann eisini lagaligur og fyrikomandi. Arnold Henriksen og Rógvi Mouritsen vóru oftast við vegna Fiskirannsóknarstovuna, stak fittir menn allir. Og Osmundur Justinussen ikki at gloyma. Tíð at gevast, men so seyður Síðan eg fór í land, havi eg róð eitt sindur út og havi tikist við ymiskt, og so havi eg fing­ ist við seyð, sum vit hava nokkso nógvan av. Vit høvdu kúgv fram til 1985, og man tað hava verið longri enn hjá teimum flestu. Sum minni um seinastu kúnna havi eg hornini av henni. Eg kann siga, at eg eri føddur við áhuga­ num fyri seyði. Tað var so ymiskt, sum tað vignaðist hjá fólki við seyði. Eg havi altíð havt hampiligan góðan seyð, og eg gjørdi eisini nógv við tað. Tað fyrru tíðina var seyður ikki føddur so nógv inni. Eftir at neytini blivu dripin, fóru menn at leggja seg eftir at gera meira við seyðahaldið. Um tú vilt hava góðan seyð, er neyðugt at gera nógv fyri hann. Tað fyrsta er at hava seyð­in frískan. Tað ræður um at duga at síggja, tá ið seyður bagir nakað. Tað er avmarkað, hvussu nógv ið kann ringjast til djóralæknan, tá er tað upp til ein sjálvan at skyna á, hvat ið bagir. Tá ber eisini til at ringja eftir medisini og oftast er mett rætt. Eg havi fingið fleiri seyðir at liva, sum djóralæknin hevur biðið meg um at drepa. Eitt árið hevði eg ein veðr. Hann var sjúkur í bløðruni. Eg visti, at einasti møguleiki at fáa hann at liva var, at hann slapp av við landið. Her vóru góð ráð dýr. Eg tók landið av honum við eini sproytu. Hetta riggaði. Eg fór so at baka hann við eini hondlykt um skøpini. Tað vísti seg, at tá ið eg hevði bakað hann í nokk so langa tíð, at hann kom seg. Annars var eg farin oman í hoyggjhúsið við byrsu at skjóta hann. Men hann hugdi so bønandi upp á meg, at eg blotnaði og fór til hús aftur. Tá ið landið steðgar upp, er tað gjarna ein tøppur, sum kemur fyrst í kynini. Hetta skar eg so burtur. Tað bløddi eitt sindur, men tað bilaði ikki. Veðrurin bleiv soleiðis, at hvørja ferð eg kom oman og hann sá, at eg tendraði hond­ lyktina, tá kom hann til mín. Hann hevur kent ein linna í hesum. Eg fekk so veðrin at liva, og hann gjørdist góður seyður um heystið. Hann mundi viga eini 70 pund. Hann var eitt heystlamb, so hetta var sera gott. Eg plagi at geva kraftfóður frá mars, inntil seyðurin hevur lembt. Eg plagi at geva sum djóralæknarnir mæla til, 250-300 gramm, um dagin til hvønn seyð. Eisini havt eg altíð fylgt við at hava nýggjasta heilivágin at tryggja heilsuna á seyð­inum. Um várarnar hendir tað viðhvørt, at seyð­urin fær mjólkarfepur. Tá ræður um at duga at síggja, hvat ið bagir og so at grada fyri fepur. Við rættari viðgerð kann ein slík ær koma fyri seg aftur og kann liva til síni ellisár. Eg vil takka fyri hetta álit, sum er víst mær við hesum frásagnum um gomul minnir. Havi fingið afturljóð frá fólki, sum hava dámt hetta sera væl. Tøkk til Torleif Hetta er so seinasti partur í hesi røðini hjá Torleifi. Hann skal hava eina stóra tøkk fyri hansara sera áhugaverdu frásøgn, sum nógv hava verið fegin um. Her er lutvíst talan um eina persónsøgu, fiskimannasøgu og eisini bygdarsøgu. Tilfarið er so mikið nógv, at tað kundi fylt eina hálva ella heila bók. Slíkar frásagnir skulu sjálvandi loftast, áðrenn tað er ov seint, og tað hevur verið endamálið við hesi røðini, sum skjótt hevur 7 ár á baki. Tað kann staðfestast, at her er nógv søgu­ligt tilfar bjargað, sum annars hevði farið í gloymskuna. Henda røðin hevur nógvar trú­ fastar lesarar. Hetta fæst javnan váttan um. Tað er ógvuliga hugaligt at gera eitt arbeiði, sum so nógv eru fegin um. Hetta er seinasti partur í ár. Tí fari eg at ynskja øllum lesarum eini gleðilig jól, og eitt eydnuríkt komandi ár. Komandi partur: Komandi partur kemur 3. januar. Tá verður tað triði og seinasti partur um ættina hjá Demmus Hentze, eisini um abbasystrina Marionnu, sum gjørdist álitisfólk hjá læknanum Niels Finsen. Aftanfyri Jolinu og Torleif standa børnini: Johanna, Marjun, Jónhild og Jákup Eli ommu- og abbadøtrarnar. V.m. er tað Liljan og h.m. er tað Sandra Torleif fór við Jens CHR. Swabo Porkeri er ein vøkur og snøgg bygd