mánadagur 30. desember 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. desember 2013 · Nr. 148
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jón Brian Hvidtfeldt
Borgarstjórar í Tórshavn og
Klaksvík liggja báðir framvið,
nú senditíð er til sølu í al
menna sjónvarpinum. Við
at gjalda ávíkavist 50.000
krónur og 60.000 krónur úr
sínum
kommunukassum
fáa Heðin Mortensen og
Jógvan Skorheim profilerað
sínar býir. Tað verður gjørt
umvegis
smápartafelagið
Fjølvinna, sum hevur fingið
nærum fullan ræðisrætt yvir
sendiflatuni í sjónvarpinum
nýggjársaftan.
Sum landsstýrismaður í
mentamálum hevur Bjørn
Kalsø
evstu
ábyrgd
av
Kringvarpinum. Tí spyrja
vit hann, um tað er í lagi,
at senditíð í almenna sjón
varpinum verður seld til
hægstbjóðandi. Men lands
stýrismaðurin hevur ilt við
at svara spurninginum.
- Tað má so vera púra
opið, hvat fer fram. Tað má
vera fult gjøgnumskygni í,
soleiðis at øll vita, at her er
talan um keypt tilfar, svarar
Bjørn Kalsø trilvandi.
Er tað public service, tá
tað ber til at keypa senditíð?
- Tað havi eg biðið mína
umsiting um at kanna, og eg
fái eina frágreiðing um hetta,
svarar Bjørn Kalsø stutt.
Ítøkiliga dømið merkir, at
tað eru pengarnir sum gera
av, um almenna Kringvarpið
sendir frá nýggjárshaldi í
Havn og Klaksvík, heldur
enn úr Vági, av Sandi ella
úr Runavík. Pengarnir stýra
innihaldinum.
- Ja, tað kann sjálvandi
vera óheppið, ásannar Bjørn
Kalsø, sum tó ikki vil longur
inn í málið enn at hann
hevur biðið sína umsiting í
Mentamálaráðnum um eina
frágreiðing.
Stýrið
Dia Midjord, kringvarpsstjóri,
og Kári Durhuus, stjóri í
smápartafelagnum Fjølvinna,
hava skrivað undir sáttmálan
um
nýggjárssendingina.
Oman fyri kringvarpsstjóran
er eitt kringvarpsstýri, sum
liggur millum stovnin og
Mentamálaráðið.
Sambært grein-5 í lóg
ini um kringvarp er Kring
varpsstýrið ovasta leiðslan
á
stovninum
og
hevur
yvirskipaðu ábyrgdina av, at
ásetingar í lógini og øðrum
fyriskipanum um virksemi
stovnsins verða fylgdar.
Bjørn Kalsø hevur í dag
ongar meining um, hvørt
Kringvarpsstýrið røkir sína
uppgávu.
- Sjálvandi skulu lógir og
reglur haldast. Eg havi sum
nevnt biðið mína umsiting
um eina frágreiðing, og hon
vil væl vísa, um nakað skeivt
er farið fram, sigur Bjørn
Kalsø.
Sama lóg um kringvarp
heimilar stovninum at krevja
inn 3625 krónur frá hvørjum
einasta húski í landinum,
umframt øllum fyritøkum
og stovnum. Tilsamans gev
ur tað umleið 48 milliónir
krónur
í
lógarryggjaðum
kringvarpsskatti. Afturfyri
lovar stovnurin sakliga og
óhefta upplýsing, sum tað
stendur orðað í grein-10 í
somu lóg.
Men
Bjørn
Kalsø
vil
sum nevnt ikki svara, um
Kringvarpsstýrið
røkir
sína skyldu, tá tað opin
lýst ber til at keypa sær
senditíð inni í eini sending
í almenna sjónvarpinum.
Landsstýrismaðurin
vil
fyrst hava frágreiðingina frá
umsitingini í Mentamálaráð
num.
Bjørn Kalsø ásannar, at
sum almennur public service
stovnur við lógartryggjaðum
rætti at krevja inn pengar
frá hvørjum einasta húski í
landinum, hevur Kringvarpið
ábyrgd fyri at hjúkla um sítt
trúvirði.
Men enn vil landsstýris
maðurin ikki meta um, hvat
tað ger við trúvirðið hjá
almenna Kringvarpinum, at
sendiflatan í sjónvarpinum
verður handlað fyri nógvar
pengar.
Útbjóðing
1. oktober kom í gildi eitt
rundskriv, sum áleggur øll
um almennum stovnum at
bjóða út keyp av vørum og
tænastum, sum hava eitt
virði á meira enn 50.000
krónur. Men arbeiðið at
gera nýggjárssendingina er
ongantíð bjóðað út.
Sambært
kringvarps
stjóranum og stjóranum í
sp/f Fjølvinna er tað ikki
neyðugt at bjóða uppgávuna
út. Dia Midjord og Kári Dur
huus eru nevniliga sann
førdir um, at eingin triði
partur hevur ”sýnt veruligan
áhuga í at framleiða nýggj
árssendingina,” sum teir orða
seg í sáttmálanum, undir
skrivaður 23. desember.
Tulkingin kann tó illa
tulkast øðvrísi enn ein krea
tiv roynd at sleppa undan tí
rundskrivi, sum hevur verið
í gildi síðani 1. oktober. Sama
rundskriv sigur eisini, at
einstøku stjórnarráðini hava
ábyrgd fyri, at stovnar undir
teimum fylgja rundskriv
inum.
Tí spyrja vit Bjørn Kalsø,
hví Kringvarpið ikki fylgir
rundskrivinum.
– Eg havi biðið mína
umsiting
í
Mentamála
ráðnum um at kanna tað,
ljóðar
eftirhondini
kate
goriska svarið frá lands
stýrismanninum.
Sjálvur hevur hann ikki
fleiri viðmerkingar til, at
Kringvarpið ikki helt seg til
ásetingarnar í rundskriv
inum.
– Nei, eg vil fyrst hava eina
frágreiðing frá míni umsiting.
Men tað er greitt, at stovnar
undir
Mentamálaráðnum
skulu halda sínar skyldur,
leggur Bjørn Kalsø afturat.
Frágreiðingin
Hóast
landsstýrismaðurin
við
evstu
ábyrgd
av
Kringvarpinum
í
øllum
sínum svarum vísir til ta
frágreiðing, sum hann hevur
biðið sína umsiting gera, so
tykist samstundis greitt, at
frágreiðingin kemur ikki fyrr
enn eftir nýggjár.
Bjørn Kalsø ætlar sær
ikki at gera nakað fyri at fáa
frágreiðingina lidna, áðrenn
sendingin fer í luftina.
- Nei, eg veit ikki, um eg
fái frágreiðingina áðrenn
nýggjár, og eg havi ikki fleiri
viðmerkingar til málið, sigur
Bjørn Kalsø.
Trilvandi lands
stýrismaður
Hóast tað er staðfest, at senditíð verður seld í almenna Kringvarpinum, so aftrar landsstýrismaðurin
seg við at fara inn í málið. – Eg havi biðið mína umsiting um at koma við eini frágreiðing, sigur
Bjørn Kalsø, sum eisini er komin í trupulleikar av einum rundskrivi úr Fíggjarmálaráðnum
Jón Brian Hvidtfeldt
Smápartafelagið Fjølvinna
við Kára Durhuus hevur
eftir øllum at døma fingið
fríar teymar at selja senditíð
í almenna Kringvarpinum
til hægstbjóðandi. Fjølvinna
hevur gjørt sáttmála við
Kringvarpið um at standa fyri
nýggjárssendingini í almenna
sjónvarpinum.
Sáttmálin
varð undirskrivaður 23. de
sember, uttan at uppgávan
er bjóðað út.
Millum tey, sum fegin
vilja gjalda pengar aftur fyri
umrøðu í almenna sjónvarp
inum, eru borgarstjórarnir
í størstu og næststørstu
kommununum í landinum,
sum báðir vilja brúka nakrar
skattakrónur til at profilera
sín bý.
Jógvan Skorheim, borg
arstjóri í Klaksvík, váttar at
hansara kommuna rindar
sp/f Fjølvinna 60.000 krónur
aftur fyri senditíð í almenna
sjónvarpinum.
- Vit vilja fegin seta fokus
á Klaksvík og okkara mentan.
Kommunan skipar fyri ein
um stórum nýggjárstiltaki
við posthúsið mitt í býnum,
og hetta vilja vit fegin vísa
øllum føroya fólki, sigur
Jógvan Skorheim.
Sáttmálin millum Klaks
víkar Kommunu og sp/f
Fjølvinna
skuldi
ætlandi
undirskrivast millum jól
anna.
Heðin Mortensen, borg
arstjóri í Tórshavn, váttar
at hansara kommuna rindar
sp/f Fjølvinna 50.000 krónur
aftur fyri senditíð.
Sentitíð til sølu
Sendiflatan í almenna Kringvarpinum er til sølu nýggjársaftan. Borgarstjórar í Klaksvík og
Tórshavn liggja báðir framvið og keypa jaliga umrøðu fyri tilsamans 110.000 krónur
Bjørn Kalsø hevur biðið sína umsiting um eina
frágreiðing, ið tó ikki kemur fyrr enn eftir nýggjár