Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-30, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. desember 2013síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 30. desember 2013 · Nr. 148 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kringvarp á eggini Formaðurin í mentanarnevndini hjá løgtinginum heldur lítið um kreativa sáttmálan um nýggjárssending - Kringvarpið gongur á eggini fyri, hvat eitt alment monopol kann loyva sær, sigur Bjarni Djurholm. - Kringvarpið hevur eina inntøku upp á nakrar og hálvtrýss milliónir, og so átti stovnurin at kunna gjørt eina slíka sending innan fyri teir karmar, sum tey hava, sigur Bjarni Djurholm. jb@sos.fo Eingin bjóðaði seg fram Dia Midjord verjir avgerðina um at lata eitt útvalt smápartafelag standa fyri nýggjárssendingini. - Ongin hevur vent sær til Kringvarpið og víst áhuga fyri at gera nýggjárssendingina. Og tað taki eg sum prógv fyri, at ongin annar hevur áhuga fyri hesum, sigur Dia Midjord. - Skulu vit hava eina so umfatandi nýggjárssending, so er hetta frægasta loysnin, sigur kringvarpsstjórin, sum ikki heldur tað vera nakran trupulleika, at privat rinda fyri sendingina. jb@sos.fo Fáa fína sending Rúni Heinesen sær ikki stórvegis trupulleikar í kreativa leistinum hjá Kringvarpinum. Málið verður tó viðgjørt á næsta stýrisfundi, sum verður í januar - Tað var nakað av rumbli um sendingina í fjør eisini, men tað stutta av tí langa er, at føroyingar fáa eina fína und­irhaldssending á nýggj­ árinum, sigur Rúni Heine­ sen. Hann vil ikki gera við­ merk­ingar til, at Kringvarpið ikki hevur hildið seg til ásetingarnar í rundskrivinum hjá Fíggjarmálaráðnum ið siga, at er upphæddin oman fyri 50.000 krónur, skal tænastan bjóðast út til minst tveir veitarar.   - Dia Midjord hevur víst á, at eingin áhugi er hjá øðrum at veita tilfar til undirhaldssendingina, sigur Rúni Heinesen. Sambært stýrisformanninum verður málið tó tikið upp á komandi stýrisfundi, sum verður í januar. jb@sos.fo Jón Brian Hvidtfeldt Sambært sáttmálanum er talan um eitt sonevnt ”alment-privat samstarv”, har Kringvarpið letur sendiútgerð og sendinet, meðan privata smápartafelagið fær fullan rætt til at selja lýsingar og spon­sorat til sendingina. Uppgávan er ongantíð bjóð­ að út. Men í staðin siga partarnir soleiðis um støð­ una um, hví tað júst skal vera sp/f Fjølvinna, ið fær uppgávuna: ”Samstarvið tekur støði í eftirmetingum av sein­ astu sending og sam­skifti partanna millum, har tað er greiða fatanin, at eingin triði partur hetta seinasta árið hevur sýnt veruligan áhuga at framleiða nýggjárs­ sendingina.” Sp/f Fjølvinna fór í kon­ kurs í september 2011, og seinni varð felagið avtikið. Men fyri stuttum varð eitt nýtt felag stovnað við sama navni, somu endamálsorðing og sama eigara. Fær lyklarnar Sambært sáttmálanum um nýggjarssending, sum varð undirskrivaður Tollaks­ messu­dag, fær sp/f Fjølvinna fullan rætt til at nýta alla útgerð hjá Kringvarpinum. Smápartafelagið fær full­an rætt til at nýta alt, redak­ tionelt tilfar hjá Kring­ varpinum. Eisini fær smápartafelagið fullan rætt til at brúka starvsfólk hjá Kringvarpinum til arbeiðið. Einasta treytin er, at hjástarvið skal ikki forða fyri, at Kringvarpið fær mannað sínar vaktir um høgtíðina. Og sum tað triðja fær sp/f Fjølvinna fullan rætt til at selja lýsingar og spon­ soratir til sendingina, sum verður send í almenna Kring­ varpinum. Sambært sáttmálanum hevur sp/f Fjølvinna ”redak­ tionella medábyrgd” av send­ingini, sum Kringvarpið annars hevur ”redaktionellu ábyrgdina” av. Sáttmálin sigur eisini, at inni í nýggjárssendingini liggur ein sonevndur ”aktuali­tets­partur”, sum fevnir um nýggjársrøðurnar hjá drotningi og løgmanni, formansumfari og táttinum ”árið ið fór”. Júst hendan part­in av sendingini skal Kring­varpið hava ábyrgdina av. Sambært sáttmálanum kunnu somu fólk tó fram­ leiða allar partar av nýggjárs­ sendingini. Sendingin verður send av Hotel Føroyum, ið er ein av stóru stuðlunum. Útsøla í Kringvarpinum Smápartafelagið Fjølvinna við Kára Durhuus hevur fingið upp í hendur at standa fyri nýggjárssendingini í sjónvarpinum. Felagið fær fullan ræðisrætt til útgerð, tilfar og starvsfólk, umframt rættin at selja sendiflatuna til hægstbjóðandi - Vit síggja tað ikki sum stuðul til sendingina, men heldur sum eitt lýsingarátak fyri kommununa, sigur Heðin Mortensen. Aftur fyri pengarnar fáa borgarstjórarnir í størstu og næststørstu kommunu jaliga umrøðu av sínum býum í almenna sjónvarpinum. Meira ivasamt er tó, hvat teir borgarstjórar, borg­ ar­ar og hyggjarar annars fáa, sum ikki gjalda nak­að í pengakassan hjá endur­ stovnaða sp/f Fjølvinnu. Kringvarpið, sum sam­ bært sáttmálanum við sp/f Fjølvinna hevur ”redak­tionellu ábyrgdina av nýggjárssendingini”, hev­ur higartil einki upp­ lýst um, hvør rindar hvat fyri at sleppa við í sjónvarpssendingina nýggjársaftan. Kári Durhuus og Høgni í Jákupsstovu stóðu fyri nýggjárssendingini í fjør og eru aftur høvuðsmenn í ár