mánadagur 30. desember 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. desember 2013 · Nr. 148
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eydna Skaale
Í gjárkvøldið var minningar
hald í Oyndarfirði. Kirkjan var
stúgvandi full av syrgjandi
fólki.
Ferðsluvanlukkan
leygarmorgunin hevur hes
ar seinastu dagarnar merkt
alla bygdina. Sorgin yvir 22
ára gamla Jens Paula Juul
er stór, og øll eru eisini í
døpurhuga um, hvat man
vera hent 20 ára gamla Rana
í Billustovu, sum framvegis
ikki er funnin.
Øll sita spyrjandi - og tað
er sera svárt hjá vinfólk
unum.
– Øll bygdin er totalt
í sjokk, og tað er ringt at
trúgva tí, sum er hent. Vit
eru bara eini 15-20 ungfólk í
bygdini, so tað merkir okkum
øll meint. Tað er eitt sera hart
slag fyri alla bygdina, at tveir
ungir menn eru við í eini so
álvarsamari vanlukku, sigur
Fróði Rógvason Nielsen úr
Oyndarfirði.
– Her er alt steðgað upp,
og tað einasta, sum hevur
nakran týdning nú, er leit
ingin, sigur Fróði, sum sjálvur
hevur leitað bæði á sjógvi og
landi saman við øllum hinum
úr Oyndarfirði.
– Eg vóni bara, at vit finna
hann. Øll bygdin hevur leitað
síðani vanlukkuna, og vit
hava vent hvørjum steini
í allari bygdini og framvið
landi. Øll hús og allir skúrar
- alt er tjekkað. Nú verður
serliga leitað á sjónum og úr
báti fram við landi, greiðir
Fróði frá.
Vistu einki
Í veitsluni, sum fríggjakvøldið
var hildin í Oyndarfirði, vóru
eini 10-15 ungfólk. Tey flestu
úr Oyndarfirði, men tað
vóru eisini ungfólk úr øðrum
bygdum.
– Eg fór sjálvur í song um
7 tíðina leygarmorgunin, tá
veitslan var liðug. Eingin
okkara hevði minsta varhuga
av, at teir báðir ætlaðu sær
út at koyra. Eingin veit,
hvat teir ætlaðu ella hví
teir fóru. Høvdu vit vitað, at
teir ætlaðu sær út at koyra,
so høvdu teir heilt víst ikki
sloppið nakran veg, tí so
høvdu vit steðgað teimum,
slær Fróði fast.
Fróði fór til songar um
7 tíðina eftir eitt sera gott
kvøld. Men longu fáar tímar
seinni, klokkan 10, varð hann
skræddur úr svøvni aftur.
Boðini vóru tey ringastu,
Fróði kundi hugsað sær.
– Ein vinmaður ringdi og
spurdi, um eg hevði hoyrt,
hvat var hent. Eg visti ikki,
hvat hann tosaði um, og
hann greiddi mær so frá
vanlukkuni. Men eg trúði
honum ikki í fyrstuni - tað
var alt for óveruligt.
– Løtu seinni varð bil
vrakið hálað upp úr sjónum,
og tá fór eg í sjokk. Púrasta
í sjokk. Bilurin sá ikki penur
út. Og so fóru vit øll undir at
leita, minnist Fróði.
Halda á at leita
Hóast leitað hevur verið
uttan íhald síðani boðini um
vanlukkuna bórust, er tað
framvegis ikki gingið heilt
upp fyri Fróða, hvat tað er,
sum er hent – og at í øllum
førum annar vinmaðurin er
farin.
Fróði sigur seg hava havt
mest at gera við Jens Paula
Juul, sum kavarar funnu
leygardagin.
– Vit lærdu saman. Hann
var smílandi, fittur og dugna
ligur. Hann manglaði bara
nakrar fáar mánaðir, inntil
– Eg skilji
hetta ikki
– Vit vóru eini 10-15 fólk í veitslu. Ein vinmaður okkara skuldi avstað til
Noregs at arbeiða, og vit hildu eitt nýggjárshald fyri honum. Tað var eitt
tað stuttligasta kvøldið, vit nakrantíð hava havt, og eg havi framvegis ikki
skilt, hvat tað er, sum nú er hent, sigur Fróði Rógvason Nielsen, vinmaður
teir báðar menninar, ið vóru við í syrgiligu vanlukkuni í Oyndarfirði.
- Vit høvdu eitt tað stuttligasta kvøldið, vit nakrantíð
hava havt. Vit høvdu ongan illgruna um, at stuttliga
kvøldið skuldi enda við einum slíkum sorgarleiki,
sigur Fróði Rógvason Nielsen, vinmaður 22 ára gamla
Jens Paula Juul og 20 ára gamla Rana í Billustovu