mánadagur 30. desember 2013síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 30. desember 2013 · Nr. 148
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
– Her stendur alt stilt,
og tær fattast orð, sigur
Hallur Ellingsgaard, tá
Sosialurin tosaði við hann
í morgun.
Hann
hevur
verið
lærari í mong ár, og hevur
eisini verið lærari hjá
hesum báðum 22 og 20
ára gomlu.
–
Ungdómurin
her
heldur
ógvuliga
nógv
saman, og hesir báðir
vóru bestu vinmenn, sigur
Hallur Ellingsgaard.
Tá vit fingu orðið á
hann, gjørdi hann seg til
reiðar at fara at leita, nú
leitingin varð upp aftur
tikin kokkan 10 í morgun.
– Øll, sum eru før fyri
tí, fara at leita aftur í dag
fram við strondini at vita,
um har er nakað at síggja,
sigur Hallur Ellingsgaard.
Hann sigur, at har hev
ur verið ein rúgva av fólki
og leita hesat dagarnar.
– Tað er fólk av Eiði
og úr Norðoyggjunum
og Havn og so sjálvandi
úr Runavíkar kommunu,
sigur Hallur Ellingsgaard.
Hann sigur, at Oyndar
fjørður er í sorg.
– Í allarhægsra grad,
sigur Hallur Ellingsgaard,
sum ikki vil koma inn á,
hvussu og hví vanlukkan
hendi.
Oyndar
fjørður
í sorg
Her stendur alt stilt, tað er
sum eitt stórt tómrúm, sigur
Hallur Ellingsgaard, býráðslimur
í Runavíkar kommunu
hann hevði verið útlærdur
sum elektrikari. Sjálvandi
kendi eg eisini Rana væl,
hann var eisini elektrikari,
greiðir Fróði frá og lýsir Rana
við somu orðum »Fittur,
smílandi og dugnaligur«.
Fróði leggur dent á, at
hvørki Jens Pauli ella Rani
nakrantíð áður hava tikið
slík óráð fyri í bili, og at ein
vanlukka av hesum slagi
tí var púra óhugsandi fyri
vinfólkini.
Eingin
hevði
ímyndað sær, at stuttliga
veitslan skuldi fáa ein slíkan
enda.
– Tá boðini komu um, at
Rani framvegis ikki varð
funnin, fóru øll sjálvandi at
leita beinanvegin. Øll bygdin
hevur leitað, síðani boðini
komu - frá snimma á morgni
til seint á kvøldi, greiðir Fróði
frá. Sjálvur leitar hann júst
nú í báti.
– Umframt alt bygdafólkið
eru eisini ein rúgva av øðrum
fólki, sum leita. Her eru eini
10-15 bilar, har tað stendur
112 á síðuni, í løtuni eru tað
einir 14 bátar, sum leita, ein
rúgva av kavarum, umframt
ein tyrla.
– Fyrst og fremst vóna
vit framvegis, at vit finna
hann á lívi. Men tað er sera
týdningarmikið at vit finna
hann, óansæð hvat, so at
familjan kann fáa frið, sigur
Fróði álvarsamur.
– Eg veit ikki, hvussu
leingi tann almenna leitingin
heldur fram, men bygdin
gevst ongantíð at leita. Um
so skuldi verið, at Rani ikki
verður funnin nú, so veit eg,
at fólk í Oyndarfirði altíð fara
at líta leitandi út á havið.
eydna@sosialurin.fo