mánadagur 30. desember 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. desember 2013 · Nr. 148
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Tað var beint fyri klokkan 10
leygarmorgunin, at løgreglan
fekk boð um, at ein bilur var
farin útav í Rættargjógv í
Oyndarfirði.
Leiting varð beinanvegin
sett í verk og stutt eftir var
bilurin funnin á botni á ein
um seks-átta metra dýpi.
Samstundis var líkið av
einum 22 ára gomlum manni
funnið á sjónum.
Men ein annar maður,
sum er 20 ára gamalur, er
saknaður og hóast løgreglan
ikki hevur prógv fyri tí,
arbeiða tey útfrá teirri for
treyt, at hann var við í bilin
um.
Tískil hevur umfatandi
leiting verið í allan leygar
dagin og allan sunnudagin
eftir manninum
Sunleiv Højhgaard sigur,
at leygardagin hava eini 50
fólk leitað síðani boðini um
vanlukkuna komu og dagin
á tamb.
– Vit hava fingið nógva
hjálp, eitt nú frá bjargingar
feløgum
og
sløkkiliðum
bæði úr Klaksvík, úr Havn
og úr Streymnesi, og leitað
hevur bæði við við fólki, báti
og tyrlu, og eisini privatfólk
hava leitað við okkum, sigur
Sunleiv Højgaard.
Sunleiv Højgaard sigur,
at tey hava leitað mest á
sjónum, men tey hava eisini
leitað á landi bæði í mølini
runt um fjørðin, og í húsum,
har tað kann vera hugsandi,
at hann kann vera.
– Vit hava eisini leitað
í haganum við hundi, eins
og vit hava gjøgnumgingið
alla bygdina, sigur Sunleiv
Højgaard.
Leitingin varð tikin upp
aftur í gjár, men hóast leitað
var dagin á tamb, spurdist
einki úrslit burtur úr.
– Vit byrja aftur í morgun,
tá ið tað er blivið ljóst, sigur
Sunleiv Højgaard, sum ann
ars vísir til Jón Klein Olsen,
varakriminalovasta
Halda fram í dag
Eftir leitingina í gjár eru tey
rættiliga sannførd um, at
maðurin, leitað verður eftir,
er ikki á landi nakrastaðni.
Bæði Brimil, Hvidbjørnen,
bjargingarbáturin Ziska, og
aðrir bátar eru við í leitingini
og bjargingarfeløg kring um í
Eysturoy, Streymoy og Klaks
vík, hava sent fólk at hjálpa.
Somuleiðis er nógv privat
fólk við í leitingini.
Mølin rundan um fjørðin
verður kannað alla tíðina,
eins og fólk gongur á landi
og hyggur út á sjógv.
Annars verður mest hugs
að um at leita á sjónum, og
har er leitingin skipað so, at
fjørðurin er býttur sundur í
kassar, so at hann kann verða
kannaður nágreiniliga.
– Vit hava kannað alla
staðni á landi, har hugsast
kann, at hann kann hava
verið, men tað hevur verið til
fánýtis. Vit hava eisini kann
að úthús, seyðahús, hoyggj
hús, kjallarar og aðrastaðni,
at vita um hann kann vera
sloppin úr bilinum og hava
leitað sær skjól onkustaðni,
men hann hevur ikki verið
til at finna, sigur Sunleiv
Højgaard.
Tað er heldur einki sam
band við fartelefonina.
Jón Klein Olsen, vara
kriminalovasti, sigur, at teir
byrjaðu klokkan tíggju í
morgun at leita aftur, og at
tað verður við áleið somu
styrki sum í gjár, um enn
tað ikki verða heilt so nógvir
mans í dag.
Tá dagurin í dag er farin,
verður støða tikin til, hvussu
víðari verður farið fram, um
leitingin endar úrslitaleys,
sigur Jón Klein Olsen.
Leitað hevur verið eftir 20 ára gamla manninum,, sum enn er saknaður í
sammbandi við ferðsluvanlukkuna í Oyndarfirði leygarmorgunin
Leo Poulsen
Jógvan Jensen er leiðari fyri
Tilbúgvingarstovuni,
sum
veitir kreppuhjálp til tey
avvarðandi í slíkum førum
sum
ferðsluvanlukkan
í
Oyndarfirði.
– Tað fer fram á tann hátt,
at politiið setur seg í samband
við okkum, og síðani tosa
vit við tey avvarðandi og
greiða teimum frá, hvørjar
møguleikar tey hava, sigur
Jógvan Jensen.
Teir fyrstu dagarnir eru
fólk jú skelkað, og hugsa ikki
heilt greitt, hvat tey skulu
gera.
– Tað verður so mett um,
hvørt fólk hava brúk fyri
sálarligari hjálp, og sum í før
inum við ferðsluvanlukkuni
eru tey avvarðandi heilt
greitt innan fyri tað kriterii,
sum stendur í sáttmálanum
millum Heilsumálaráðið og
Tilbúgvingarstovuna, sigur
Jógvan Jensen.
Fyrsta døgnið og kanska
næsta eru fólk ofta farin í
svart, men byrja síðani at
fungera so smátt aftur.
– Tað eru helst tey flestu,
sum hava tað upp á tann
mátan, men tað eru eisini
tey, sum ongantíð koma víð
ari og als ikki fungera í ger
andisdegnum, sigur Jógvan
Jensen.
Hann váttar, at Tilbúgv
ingarstovnurin hevur verið í
samband við tey avvarðandi
hjá teimum báðum dreingj
unum.
– Vit hjava greitt teimum
frá, hvørjar møguleikar tey
hava, og hvørja hjálp tey
kunnu fáa, sigur Jógvan
Jensen.
Kreppuhjálpin virkar
Tilbúgvingarstovan veitir kreppuhjálp í slíkum førum,
sum ferðsluvanlukkan í Oyndarfirði skapti
Stórt leitingarátak sett í verk