Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-30, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. desember 2013síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 30. desember 2013 · Nr. 148 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eydna Skaale Ætla fólk at brenna bál á nýggj­árinum skal søkjast hjá kommununi ella hjá sløkki­ liðnum. Hevur tú ikki søkt, hevur tú heldur ikki loyvi at festa í.  Vakthavandi í Havn sigur, at teir í nakrar dagar hava skrásett nýggjársbál, men at flestu umsóknirnar plaga at koma í seinastu løtu. Freistin at søkja um loyvi til at hava nýggjársbál er mánadagin 30. desember á middegi.   – Vit skulu tryggja okkum, at alt er í lagi, og at tann, sum stendur sum ábyrgdari, fylgir reglunum og ikki hevur brot­ ið reglurnar fyrr, sigur vakt­ havandi. ­– Um okkurt hendir, er tað ábyrgdarin, sum hongur uppá tað, leggur hann afturat.   – Tað eru dømi um fólk, ið ikki fylgja reglunum. Hesi sleppa tá ikki at vera ábyrgdarar aftur, greiðir vakthavandi frá. Hann leggur afturat, at sløkkiliðið hevur eyguni við nýggjársbálunum, og at teir av og á eisini fáa fráboðanir frá fólki, sum hava ampa av bálum, tí regl­ ur­nar ikki eru fylgdar.  Nýggjársaftan er sløkki­ liðið mannað sum ein van­ lig­an dag, men allir menn eru klárir á tilkallivakt. – Hóast tað tíbetur er langt ímillum, at nakar álv­ ar­samur eldsskaði hendir nýggjársaftan, so eru vit sera tilvitaðir um, at vandin sjálvandi er størri, tá fýrverk og bál eru á skránni, sigur vakthavandi.  Hann nevnir serliga neyð­ rakettirnar, sum eru bann­ aðar, tí tær kunnu gera so stóran skaða.    – Tað eru hvørt ár nógvar neyðrakettir at síggja, men tær eru serliga vandamiklar, tí tær brenna seg lidnar, óansæð, hvussu líkindini annars eru - sjálvt undir vatni - og tískil kann stórur skaði standast av teimum. Ofta er talan eisini um útgingnar rakettir, sum eiga at verða burturbeindar, tí tær kanska ikki virka heilt, sum tær skulu, vísir vakthavandi á.  eydna@sosialurin.fo Haldið reglurnar um nýggjársbál – Tað allar týdningarmesta á nýggjárinum er, at fólk nýta vit og skil  - og at tey ikki gera ímóti reglugerðunum, sigur vakthavandi brandmaður í Havn. Hann leggur serliga dent á, at bálini ikki eru ov stór og at tað er reinur viður, sum verður brendur.  Eydna Skaale – Vit hava seinastu dagarnar koyrt runt og kannað all­ar fýrverkssølurnar. Tá hyggja vit serliga at, um goymsl­ ur­nar eru í lagi, og um sølu­støðini yvirhalda tær mongdar­ásetingarnar, sum eru, sigur vakthavandi og sipar til, at tað bert er loyvt at hava 20 kg inni í sjálvum handlinum, og at í hjárúmum til handlinin er bert loyvt at hava 40 kg. Alt útyvir tað skal goymast í bingjum. Men umframt at kanna goymslurnar hyggur løg­regl­ an eisini at sjálvum fýr­verk­ inum, fyri at tryggja, at tað er lógligt og dygdargott fýrverk, sum verður selt. – Vit kunnu sjálvandi ikki tryggja, at alt, sum verður selt, er 100% lógligt. Men tað skuldi verið rættiliga trygt, tí sølustøðini hava jú fyrst fingið loyvi at innflyta fýrverkið - og síðani koma vit eisini út at kanna, um alt er í lagið. So tað verður kannað tvær ferðir. Men sjálvandi - tað er upp til sølustøðini sjálvi at tryggja, at alt er í lagið. At goyma fýrverk Tað eru sum so ongar reglur galdandi fyri fýrverk hjá privatfólki. – Tað er einki mark á, hvussu nógv tú kanst keypa, og tað eru heldur ong­ar reglur um, hvussu tú skalt goyma tað fýrverkið, tú hevur keypt. Men tá tað kemur til at goyma fýrverk, vildi eg mett, at tað helst eru somu mongdir galdandi, sum hjá teimum, sum selja, sigur vakthavandi, og sipar til tey 20 kilo'ini, sum eru markið fyri, hvussu nógv kann goym­ast saman. – Fýrverk skal ikki goym­ ast inni í húsinum, tað skal heldur ikki goymast nær eldi, og fólk mugu ikki goyma meiri enn 20 kg á sama staði, fyri at halda tað trygt, staðfestir vakthavandi. Betri skil á søluni Vakthavandi sigur, at sein­ astu árini er nógv betri skil komið á fýrverkssøluna. – Flestu sølustøðini halda nú allar reglurnar. Onkuntíð eru onkrar justeringar, sum skulu til, áðrenn vit kunnu geva eina góðkenning, men tað eru oftast smáar broyt­ing­ar. Hóast sølustøðini eru nógv í tali, fara bæði løgreglan og sløkkiliði á ófráboðaða vitjan hjá teimum øllum, fyri at tryggja, at alt er í lagið. – Fyrr varð fýrverk selt, sum best ber til, men sein­ astu árini er nógv broytt, og nú er heilt gott skil á. Har okkurt er at finnast at, er tað mangan bert ein vegleiðing frá okkum, sum skal til, og so er alt í lagi. Vakthavandi vísir tó á, at kunngerðin, teir hava at halda seg til, er frá 1960'unum, og at hon tískil ikki er heilt tíðarhóskandi. - Nú er fýrverkið stórt og nærum alt fýrverk brestir. Sambært reglugerðini er ikki loyvt at selja slíkt fýrverk, men tíðirnar eru broyttar og hesum royna vit at taka hædd fyri, tá vit eru úti og hava eftirlit við sølustøðunum, vísir vakthavandi á. Fýrverk við í býin Tað kemur meiri enn so fyri, at fólk taka fýrverk við sær í býin, bæði nýggjársaftan og fyrstu vikuskiftini í nýggja árinum. Hetta er nakað, sum er til stóran ampa fyri fólk, og løgreglan er greið yvir trupulleikan. - Vit vilja staðiliga ávara ímóti, at fólk taka fýrverk við sær í býin. Tað kann standast stórur skaði av tí, tá full fólk stuttleika sær við at tveita fýrverk mitt ímillum fólk. Vakthavandi sigur, at tey, sum tveita fýrverk millum fólk, soleiðis at tey koma í vanda, verða skuldsett og kunnu fáa bót. - Annars plagar nýggjárið at vera friðarligt hjá okkum, tí flestu fólk hugsa seg um og duga at bera seg at - eisini tá tað kemur til bál og fýrverk. eydna@sosialurin.fo Reglur og ráð um nýggjársbál Treytirnar fyri at fáa loyvi at brenna bál eru hesar: • Bert reinur, óviðgjørdur og turrur viður skal nýtast • Støddin á bálinum skal í mesta lagi vera 3 metrar í diametur og 2 metrar í hædd • Bál, størri enn 3 metrar í diametur og/ella 2 metrar í hædd, skulu frammanundan góðkennast av Sløkkiliðnum við sýn á staðnum og verða bert loyvd, um Sløkkiliðið metir trygd og frástøðu at verða hóskandi til umstøðurnar • Veðrið skal vera til vildar, og vindferðin skal í mesta lagi verða 15 m/s • Frástøða til hús og lutir skal vera nóg stór • Navnsnevndur ábyrgdarpersónur skal vera á staðnum • Navn, adressa og telefonnummar hjá ábyrgdarpersóni skulu vera upplýst Sløkkiliðsstøðini • Um neyðugt verður hjá Sløkkiliðnum at fara á staðið at sløkkja ella rudda, er tað navngivni ábyrgdarpersónurin, ið fær rokning. • Økið skal vera ruddað í seinasta lagi dagin eftir • Mælt verður til at hava spannir ella vatnkør á staðnum til sløkking ella køling í samband við møguligar brunaskaðar • Hesar treytir skulu tryggja, at bálbrenningin verður gjørd við skynsemi, umframt at minst møgulig umhvørvisárin standast av brenningini. Skjótið fýrverk við skili - Keypir tú fýrverk í eini góðkendari fýrverkssølu, kanst tú vera rættiliga vísur í, at tað eisini er góðkent fýrverk, tú fært. Men tað er tó týdningarmikið, at fólk hugsa seg um og skjóta við skili, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn. Góð ráð um fýrverk • Les altíð vegleiðingina á fýrverkinum. • Nýt altíð verjubrillur. • Nýt bara fýrverk uttandura og ikki tætt við nakað, sum er eldfimt. • Halt neyðugu trygdarfrástøðuna til onnur fólk. • Fest bara í eina rakett í senn. • Set fýrverkið soleiðis, at tað skjýtur uppeftir. • Set fýrverkið á gott undirlag, sum er viðmælt í vegleiðingini við fýrverkinum. • Tendra fjúsið við strektum armi og kvika tær burtur, tá tað festir í. • Far aldri aftur til fýrverk, sum ikki brestir, sum ætlað. • Lena teg aldri inn yvir fýrverkið. • Hugsa um, hvørjum klæðum tú ert í. Um eldur kemur í klæðini, er verri at vera í syntetiskum toyi og fleece, tí tað brennir lætt og smeltar inn í húðina, so brunaskaðin verður størri. • Hevur tú sítt hár, skal tað altíð vera í lastikki ella innanfyri eina húgvu, so eldur ikki festir í tað. • Hav aldri fýrverk í lummunum. • Nýt aldri ólógligt ella gamalt fýrverk.