mánadagur 30. desember 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. desember 2013 · Nr. 148
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannes Hansen
Tað varð ikki so lítið gjørt burturúr
undan jólum og um høgtíðina í
sambandi við, at tað á tollaksmessu
vóru hundrað ár síðani, at tríggir
bátar í Norðoyggjum – ein úr Norð
depli, ein úr Kunoy og ein av Skarði
– gingu burtur, og at ein bátur úr
Svínoy gekk burtur 13. desember
1913.
Fangandi og upplýsandi send
ingar vóru í útvarpinum og sjón
varpinum hjá Kringvarpi Føroya,
og bæði í Sosialinum og á in.fo
varð eisini gjørt burturúr. At tað
framvegis ber til at endurgeva frá
teimum, sum vóru vitni til tað,
ið fór fram fyri einari øld síðani,
kemst av, at samrøður eru at finna
eitt nú í bókunum hjá J. Símuni
Hansen og Roberti Joensen og í
øðrum heftum og ritum – eitt nú
jólabókini Hugnalig jól, sum klaks
víkingar góvu út í mong ár – og
at Niels Juel Arge, fyrrverandi út
varpsstjóri, syrgdi fyri, at fleiri
samrøður við tey, sum henda dagin
í 1913 sigldu vandasjógv og komu
undan og við tey, sum bíðaðu á
landi og ikki fingu síni aftur, vórðu
sendar, tá ið tað upp undir jól í 1963
vóru liðin hálvt hundrað ár síðani
stóra skaðadagin.
Vanlukkudagurin varð marker
aður á Skarði, har minnisvarði
varð reistur síðsta summar, og við
gudstænastu í Christianskirkjuni í
Klaksvík, og í Norðdepli varð minn
isvarði avdúkaður tollaksmessu
dag.
Maria Jørðdal Niclasen, prestur,
segði nøkur orð, og so avdúkaði
Osvald
Sivertsen
í
Norðdepli
minnisvarðan. Tað er Livar Nysted
í Hvannasundi, sum er limur í
bygdarráðnum
í
Hvannasunds
kommunu, og sum er kendur rógv
ari, ið eigur hugskotið til minnis-
varðan, og tað er Jóan Petur Lyder
sen í Hvannasundi, sum hevur
evnað modellið av bátinum til.
Magnus Arge í Klaksvík hevur
syrgt fyri innskriftini á plátunum,
har nøvnini á øllum teimum í bygd
unum kring Hvannasund eru at
síggja, sum eru sjólátin.
Minnisvarðin stendur heimi á
Sýnini, sum hetta plássið norðanfyri
kirkjugarðin og við gamla skúlan í
Norðdepli verður nevnt.
Á samkomu í skúlanum á Fossa
nesi, sum kommunan bjóðaði til, eftir
at minnisvarðin varð avdúkaður,
upplýsti Katrin Næs, borgarstjóri
í Hvannasunds kommunu, at økið,
har minnisvarðin stendur, er latið
av Osvaldi Sivertsen í Norðdepli,
sum avdúkaði minnisvarðan.
Fátækt ikki at
kenna søguna
Osvald er skilamaður og tiltikin á
sín egna og lítillætna hátt at røða,
siga frá og lýsa persónar og um
støður so nágreinliga og væl, at tað
kennist verða púra livandi fyri tey,
sum líða á.
Hann var sjómaður og stýrimað
ur, tá ið hann var yngri, og Osvald
hevur altíð havt og hevur framvegis
brennandi áhuga fyri øllum sam
felagsviðurskiftum og ikki minst tí,
sum hevur við havið og fiskiskap at
gera og tí, sum hoyrir søguni til.
– Eg havi onkuntíð tikið til,
at eitt fólk, sum ikki kennir sína
søgu, tað er eitt fátækt fólk, og tað
haldi eg eisini, um fólkið so svim
ur í pengum. Tað hevur so ógvu
liga nógv at siga fyri okkum, at vit
vita, hvussu forfedrar okkara hava
búleikast og undir hvørjum treyt
um, teir hava myndað hetta sam
felagið, sum vit hava fingið upp í
hendurnar frá teimum, sigur Os
vald Sivertsen.
Á samkomuni í skúlanum á
Fossánesi, eftir at minnisvarðin
var avdúkaður, greiddi Osvald ná
greiniliga, livandi og beinrakið frá,
hvussu tað var í lítlu niðursetu
bygdini, tá ið báturin var farin, og
bestu og raskastu arbeiðsmenninir
í bygdini ikki komu aftur. Millum
Tað er eitt fátækt
fólk sum ikki
kennir sína søgu
Osvald Sivertsen í Norðdepli heldur tað vera so væl skiljandi, at tað eru fleiri minnisvarðar yvir sjólætnar, og at
tað aftur nú varð gjørt nógv burturúr, tá ið hundrað ár vóru liðin síðani stóru bátsvanlukkurnar í Norðoyggjum
Veðrið var av tí fagrasta, tá ið mannfjøldin varð savnað heimi á Sýnini í Norðdepli í sambandi við, at minnisvarðin varð avdúkaður