mánadagur 30. desember 2013síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 30. desember 2013 · Nr. 148
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
hesar vóru tveir pápabeiggjar hjá
Osvaldi, og eisini abbin á hinari
síðuni og ein mammubeiggi.
– Eg eri føddur stívliga tjúgu ár
eftir henda stóra vanlukkudagin.
Pápi misti tveir beiggjar, og eg
hoyrdi hann mangan tosa um
hetta. Og á hinari síðuni hoyrdi
eg ommu tosa um, hvussu tað var.
Tað sigur seg sjálvt, at eingin kann
siga frá tí skelki, sorg og sakni og
trega, sum hesin vanlukkudagurin
bar bygdunum, ið vórðu raktar og
øllum tí føroyska samfelagnum.
At tað eydnaðist okkara bygd við
Guds hjálp at reisa seg aftur, haldi
eg, at fyrst og fremst konufólkini
áttu heiðurin av. Eg havi viðhvørt
ímyndað mær, hvussu tað hevði
verið vorðið, um tað vóru kvinnur
nar í besta aldri, sum vóru farnar,
og menninir høvdu verið einsa
mallir eftir. So hevði ikki verið
væl vorðið. Ivaleyst hevði verið
øskukalt, tí mannfólkini megna ikki
so nógv einsamallir, sum føroysku
kvinnurnar so mangan hava víst,
at tær hava megnað. Tær hava
verið størstu kempurnar í hesum
landinum, segði Osvald Sivertsen á
samkomuni í skúlanum á Fossanesi,
eftir at minnisvarðin í Norðdepli
tollaksmessudag var avdúkaður.
Osvald segði seg vera sera fegnan
um, at kommunan nú skipaði fyri
hesum tiltakinum.
– Í sambandi við fyrireikingarnar,
sum hava verið heimi á Sýnini,
og tað, sum hevur verið tosað og
skrivað hesar seinastu dagarnar,
havi eg tosað við nógv fólk. Fleiri
hava sagt, at tey hava vitað so
lítið um hetta, sum fyrifórst fyri
hundrað árum síðani. Hetta er gott
høvi hjá okkum øllum at steðga á
og at minna okkum á, hvørjum vit
eru runnin av, og á alt tað, sum vit
hava at takka fyri, sigur Osvald
Sivertsen.
Minnisvarðarnir
Fyrsti minnisvarðin yvir sjólætnar
norðoyingar varð reistur í gamla
kirkjugarði í Vági í Klaksvík í 1943.
Á sjálvum minnisvarðanum og á
plátum, sum eru á steinum í kirkju
garðinum, sum nú er opin og lætt
atkomuligur, eru nøvnini á norð
oyingum, ið eru farnir á sjónum.
Osvald sigur seg minnast væl
tann dagin, tá ið minnisvarðin í
Klaksvík varð vígdur:
Hetta var knapt tredivu ár eft
ir stóra skaðadagin her hjá okkum
í Norðdepli. Fleiri av hinum bygd
unum her norðuri vóru eisini illa
raktar av vanlukkum á sjónum. Eg
var smádrongur tá, og eg minnist so
væl, at mamma og pápi og Martin
farbróðir og onnur í bygdini pynt
aðu seg og fóru við báti norður um
Múlan og til Klaksvíkar at vera
við til hetta hátíðarhaldið. Fyri
tey hevði hetta stóran týdning.
Tey høvdu mist so nógv á sjónum,
og tey áttu onga grøv og ongan
gravstein at koma til. Nú kendu
tey, at minnisvarði varð reistur yvir
teirra, og nú hava vit eisini fingið
ein minnisvarða her hjá okkum.
Tað eru vit fegin um og takksom
fyri, sigur Osvald Sivertsen.
Síðani fyrsti minnisvarðin varð
reistur í Klaksvík, eru minnisvarðar
komnir á Syðradali og á Skarði og
nú eisini í Norðdepli. Tað hevur ver
ið tosað um minnisvarðar í øðrum
bygdum í Norðoyggjum.
Steinurin
Osvald Sivertsen fegnast um, at tað
eydnaðist bygdarráðnum og Livari
Nysted at bera so skjótt at, at tað
bar til at avdúka minnisvarðan
hundrað ára dagin fyri størstu báts
vanlukkuni í Norðdepli og størsta
skaðadagin í Føroyum, tá ið tað
snýr seg um opnar bátar.
– Satt at siga, so roknaði eg
ikki við tí, tá ið Livar eina ferð í
september var inni á gólvinum í
øðrum ørindum, og prátið eisini
fall inn á minnisvarðan. Men hann
segði heilt avgjørt at rokna við tí, og
nú síggja vit úrslitið.
Modellið av bátinum stendur
á stórum steini. Livar Nysted
greiðir soleiðis frá um steinin, tá
ið mannamúgvar er um at fara
frá minnisvarðanum og norður í
skúlan:
– Hesin steinurin hevur altíð
verið her. Tá ið tað varð farið undir
fyrireikingarnar til minnisvarðan,
og tað var avrátt, at hann skuldi
vera á hesum staðnum norðanfyri
gamla skúlan í Norðdepli ella heimi
á Sýnini, sum tey siga her í bygdini,
sá eg, at tað bar til at brúka steinin
sum part av minnisvarðanum.
Osvald hevur sagt mær, at eisini
onkur, sum fórst henda dagin fyri
hundrað árum síðani, plagdi at
velta her, og rímuligt hava teir sitið
á flata steininum og rindað møðina
og fingið sær ein drekkamunn.
Nú hava vit reist steinin upp, og
eg eri fegin um, at eisini onnur
halda, at hetta tekur seg væl út.
Økið frammanfyri minnisvarðan
er steinsett við malagróti, og tað
knýtir sjálvsagt hetta saman við
sjónum og øllum tí, sum er í tí sam
bandi.
Katrin Næs, borgarstjóri, upp
lýsir, at tað varð farið undir arbeiðið
um miðjan september í ár, og at tað
er kommunan, sum hevur borið
útreiðslurnar av fyrireikingunum,
burtursæð frá stykkinum, sum
Osvald Sivertsen hevur latið sum
gávu, og sum borgarstjórin, bygd
arráðið og bygdafólkið báðu megin
Sundið eru ógvuliga takksom fyri.
Besta løtan í langa tíð
Seinastu vikurnar hava fyri tað
mesta verið baldrutar. Tá ið manna
múgvan varð savnað í Norðdepli í
sambandi við, at minnisvarðin varð
avdúkaður, var veðrið betri, enn tað
hevði verið í nógvar dagar og vikur
og so nógvar ferðir betri, enn tað
var á tollaksmessu í 1913. Sundið
var blankt, og brøttu fjøllini stóðu
hvítklødd, og tað var púra friðarligt
henda stilla seinnapartin.
Hundrað ár frammanundan,
tollaksmessudag í 1913, kom ódn
arveðrið av landnyrðingi knappliga,
og tað var mest sum í einum nú, at
havið var púra uppøst.
Á minnisvarðanum eru plát
ur við nøvnunum á teimum, sum
fórust við Múla bátinum í 1828,
Norðdepilsbátinum í 1913, Fyrra
Sundabátinum í 1918, Seinna Sunda
bátinum í 1945 og einstaklingum,
sum eru druknaðir í Sundinum.
Jóan Petur Lydersen, vinstru megin, hevur gjørt modellið av bátinum, og Livar Nysted, høgru megin, eigur
hugskotið til minnisvarðan, og hann hevur, vegna kommununa í Hvannasundi, staðið fyri arbeiðnum
Osvald Sivertsen í Norðdepli, sum avdúkaði minnisvarðan, heldur,
at tað er eitt fátækt fólk, sum ikki kennir sína søgu