mánadagur 30. desember 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. desember 2013 · Nr. 148
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Líkini í lastini
Heri Mohr
Í øldir livdu okkara forfedrar
við arbeiðssemi, sparsemi,
nøgdsemi, hjálpsemi, var
semi, einsemi, trúsemi. Týð
andi og neyðugir eginleikar
í teirra strævna lívi á fjar
skotnum klettum í Norður
atlantshavinum. Hesi mongu
”semi” gjørdist sjálv mønin,
mergurin í okkara fedranna
mentan.
Næstan alt broytist við
tíðini – tó ikki viljin til at
yvirliva, hann broytist ikki,
hóast yvirliva ikki er at finna
í orðabókini 1998 – soleiðis
broytast eisini hesi nevndu
eyðkenni hjá ættarliðunum
undan okkara. Kanska í
onkrum føri hvørva tey.
Í 1970-unum gjørdist tað
so líðani sjónligt, at sparsemi,
varsemi og nøgdsemi fóru at
fara í søguna í tí líki, hesir
eginleikar annars vóru eyð
kendir fyri. Í 1980-unum var
eingin ivi.
Úrslitið av hesum mentala
forfalli varð, at í september
1992 koppaði tað føroyska
samfelagið: landskassin og
bankarnir og hundraðtals
heim fóru á húsagang. Fólk
í túsundatali flýggjaðu av
landinum. Neyðug hjálp kom
úr Danmark til tess at bjarga
okkum úr hesari eyðmýkjandi
støðu. Løgtingslógir í stórum
tali vórðu avtiknar. Øll lands
kassans 4,6-milliardaskuld í
fremmandum londum varð
konverterað til ríkiskassa
lán. Landskassin fekk inn
spræning úr ríkiskassanum
o.s.f.
Býtisliga hástór, kundu
vit sammetast við konuna
við eggunum hjá H. C. Ander
sen.
Landskassin, tað vil siga
skattaborgarin, misti milli
ardir, uttan at vit fingu at
vita, hvar hesar okkara milli
ardir endaðu. Hvar fóru
tær allar? Tær vórðu valla
fyribeindar.
Einki sakarmál uppstóð.
Palleba og Marsanna stóðu
sum kánus.
Ikki fyrr enn nú upp undir
jól hevur onkur verið í lastini
við lummalykt og funnið eitt
lítið lík, sum skal hava snýtt í
tolli fyri 20 árum síðani.
1. januar 1993, altso fyri 20
árum síðani, átti landskassin
umframt milliardaupphædd
hjá monnum og feløgum,
sum hvarv, eisini 64 milli
ónir í ógoldnum tolli hjá
handilsvirkjum! Mundi nak
rar milliónir av hesari upp
hæddini eisini hvørva í last
ini?
Kanska ger tíðindamað
urin aftur eitt rend í lastina
við einari eitt sindur sterkari
lykt – uttan tó at gera tað
til ódámliga sensatión og
mannajakstran í okkara al
menna sjónvarpi.
Pisa ella ikki
Hjalti í Jákupsstovu
abbi
Mánadagin 9. desember fekk
eg eina uppliving av teimum
sjáldsomu, tá ið eg varð boðin
til konsert í Vesturkirkjuni
av abbasynum mínum. Her
spældu og sungu næmingar
úr fyrsta flokki upp í fjórða
flokk tónleik fyri skúlafe
løgum, foreldrum, ommum
og abbum, so tað var ein
fragd at lurta.
Ikki eri eg musikalskur,
og dugi heldur ei at meta
um førleikan hjá børnunum.
Men í mínum oyrum ljóðaði
tað óført, tá vit hava aldurin
í huga. Tað, ið eg serliga legði
til merkis, var hvussu væl
lærararnir fingu øll børnini
at spæla saman, og gleðina
børnini høvdu av at spæla
saman.
Hetta var eitt gott, óført,
dømi uppá samstarv í toymi,
sum lærarnir vístu okkum.
Børnini dugdu væl at lesa
nótar og tey spældu væl. So
at hoyra, at børnini ikki skulu
duga at lesa ein vanligan
tekst tykist mær løgið.
Duga lærararnir í lesing
at fáa sama huglag mill
um
næmingarnar,
sum
hesir tónleikalærararnir í
kommunuskúlanum
hava
alt fram í sínum næmingum,
er eingin vandi í framtíðar
PISA - kanningum. Saman
umtikið, ein ófør konsert,
Kommunuskúlanum í Havn
til stóran heiður.
Margit M.
Baadsager
Góði lesari
Mín áheitan til tín er, at
tú setur teg eina lítla løtu
og lesur hetta. Um brævið
sigur tær nakað, skrivar tú
ein stuttan og greiðan e-post
til
Almannamálaráðið.
Í
postinum skal standa, at tú
ynskir at eggja Almanna
málaráðnum til so skjótt
sum gjørligt at fáa gjørt eina
virðiliga lógarheimild í for
sorgarlógini, sum eisini er
galdandi fyri tey sum eru
millum 18 og 67 ár.
Nú skulu vit lyfta í flokk
og øll skriva samstundis so
vit vera hoyrd.
Vinarliga skriva til amr@
amr.fo til landstýriskvinnuna
Anniku Olsen
Um tú ikki vanliga skrivar
t-post, kanst tú skriva eitt
heilt vanligt bræv og senda
tað til Almannamálaráðið,
Eirargarður 2, FO-100 Tórs
havn
Mamma og Ólavur
Mamma, Malena Arnholds
dóttir, Skáli, tók Ólav heim
av bústovni fyri 4½ ári síð-
ani. Hon tók hann heim, tí
Ólavur ikki hevði tað nóg
gott. Medicinnýtslan var alt
ov stór, Ólavur hevði nógv og
hørð anføll og gekk runt sum
ein zombii.
Mamma ráðførdi seg við
ein psykiatara um at fáa
medicinnøgdina niður, og
psykiatarin helt, at tað var
eitt gott hugskot. Bústaðið
har Ólavur búði, vildi tó ikki
vera við til at trappa medi
cinið niður.
Ólavur hevur fingið tað
nógv nógv betri síðani hann
kom heim, og medicinnøgdin
er nógv niðursett.
Hann hevur eitt arbeiði,
sum hann er stoltur um at
hava, og hann hevur ein
góðan gerandisdag.
Mamma hevur onga løn
fingið nú í 4½ ár. Hon var
noydd at fara í farloyvi frá
arbeiði sínum á Eysturoyar
Røktar og Ellisheimi, tí Ólav
ur krevur at ein er um hann
alt døgnið.
Mamma hevur roynt at
fingið samsýning fyri mista
inntøku, men tað letur seg
ikki gera, tí tað manglar ein
lógarheimild
í
Føroyum.
Tað er ikki møguligt at fáa
samsýning fyri at ansa eftir
einum sum er millum 18-
67 ára gamal. Tað einasta
mamma hevur fingið, er ein
røktarviðbót.
Málið er langt og mamma,
Javni og sakførari hava verið
inni í málinum. Tað steðgar
tó altíð tí ein lógarheimild
manglar.
Nú hava mamma og Ólav
ur klárað seg við hansara
pensión í 4½ ár, og pensiónin
røkkur bert til tað bráðneyð
uga.
Almannastovan
kann
ikki bjóða Ólavi hóskandi
búpláss fyrr enn teir nýggju
bústaðirnir í Eysturoynni
eru klárir, so mamma sleppur
ikki til arbeiðis enn á sinni.
Hetta er eitt brot úr okk
ara søgu.
Støðan í Føroyum um
tann ið ber brek er eldri enn
17 ár og 364 dagar og yngri
enn 67 ár
Mangar mammur og páp
ar í Føroyum og onnur við,
hava millum ár og dag átikið
sær at ansa einum kærum
ið ber brek. Tey hava valt at
ansa eftir tí kæra heima, tí
ikki fanst nakað hóskandi
búpláss.
Eg tosaði í gjár við tvær
systrar
sum
høvdu
ein
beiggja sum var skizofrenur.
Mamma teirra hevur ansað
eftir beiggjanum í nógv ár
og kundi ikki fara til arbeiðis.
Mamman fekk onga løn, tí
sum sagt manglar ein lógar
heimild í Føroyum, sum hevði
gjørt tað møguligt.
Summi eru farin til Dan
markar
í
sjúkraørindum
við einum barni sum ber
brek, og sum er eldri enn 18
ár. Mong hava fingið eina
langa nøs, tá tey eru komin
heim aftur. Landið rindar
ferð og upphald – men ikki
fyri mista arbeiðsinntøku.
Um arbeiðisgevarin hjá tær
er góður, kanst tú sjálvur
sleppa at arbeiða tímarnar
inn aftur.
Viðvíkjandi fígging til
at gera hesa broyting
í forsorgarlógini
Eitt búpláss, sum í løtuni er
einasti
bústaðarmøguleiki
hjá einum sum er millum 18
og 67 ár, ið ber brek, kostar
umleið 1 mio kr. um árið.
Um lógarbroytingin var
gjørd og ansingarsamsýn
ingin varð fyri mista inntøku
+ pension, merkir tað eina
sparing uppá uml. 770.000
kr. um árið
Av tí at 770.000 kemur
at leypa av árliga hvørja
ferð ein avvarandi sær seg
noyddan at átaka sær hetta
arbeiði, burdi fígging verið
sjálvsøgd.
Tá ein mamma vil átaka
sær tað arbeiði, hví í víðu
verð skal tað ikki bera til???
Eitt alternativ til búpláss
burdi verið!!
Viðvíkjandi politiskari
undirtøku
Um Almannamálaráðið ger
eitt uppskot um eina lógar
broyting, er neyðugt við
politiskari undirtøku.
At fáa eitt barn við breki
er ein gáva. Vit kunnu øll fáa
hesa gávu, men vit kunnu
ikki bestilla eitt barn við
breki.
Tí burdi tað eisini verið
ein møguleiki fyri øll.
Tíðin hevur víst okkum,
at vit kunnu fáa hesa gávu,
óansæð hvar man stendur
politisk sæð.
So ein breið politisk undir
tøka burdi verið sjálvsøgd.
Viðvíkjandi
ST-sáttmál
anum sum Føroyar hava
samtyka at arbeiða eftir
Men mest av øllum, so
samsvarar hetta ikki við ST-
sáttmálan fyri fólk við breki,
sum Føroyar hava samtykt at
arbeiða eftir.
ST-sáttmálin um rættindi
hjá einstaklingum, ið bera
brek, varð samtyktur í Sam
eindu tjóða 13. desember
2006 og 13. mai 2009 samtykti
Føroya Løgting, at hesin sátt
máli eisini skal galda fyri
Føroyar.
Sáttmálin hevur formliga
gildi fyri Føroyar.
Umframt at sáttmálin
staðfestur verandi borgarlig-
og
sivil
mannarættindi,
inniheldur sáttmálin eisini
ásetingar um búskaparlig,
mentunarlig og sosial rætt
indi, umframt serlig rættindi
til brekað, so sum rættin til
atkomu í víðari merking, og
um javnstøðu fyri brekað.
Sáttmálin bannar øllum
formi fyri mismuni vegna
brek.
Og nú koma vit inn á
rættin hjá teimum ið bera
brek og teirra rætt at avgera
hvar tey vilja búgva og saman
við hvørjum.
Latið okkum øll í felag skriva til Anniku!