Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-30, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. desember 2013síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 30. desember 2013 · Nr. 148 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Umhvørvisstovan søkir starvsfólk til umhvørvisverkætlanir Umhvørvisstovan søkir eftir fólki til tíðaravmarkað starv á deildini Gransking at arbeiða við verkætlanum innan umhvørviskanning. Deildin arbeiðir serliga við at kanna útbreiðslu og árin av umhvørviseitrandi evnum, og arbeiðið fer m.a. at fevna um sýnistøku, dataviðgerð og at skriva frágreiðingar og greinar, umframt ymiskt fyrifallandi arbeiði. Førleikar Tú skalt vera MSc í lívfrøði, evnafrøði ella líknandi. Tað er umráðandi, at tú dugir væl at arbeiða við teldu, skilir føroyskt og dugir væl at samskifta á norðurlendskum og enskum máli, ert nærlagdur/nærløgd og hevur koyrikort. Harafturat mást tú vera fleksibul í mun til at útinna ymiskar uppgávur. Starvstíðin er sett til 1 ár, og starvið skal setast skjótast gjørligt. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Mariu Dam, deildarleiðara, tlf. 342470, mariad@us.fo ella Petur Nielsen, stjóra, tlf. 342400, peturn@us.fo Á heimsíðuni us.fo fæst meiri at vita um deildina. Umsókn við CV, avrit av prógvum v.m. skal sendast til Umhvørvisstovuna, boks 2048, FO-165 Argir, ella sum teldupostur til us@us.fo – og verða okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 7. januar 2014. Postboks 2048, 165 Argir, tel +298 342400, fax +298 342401, us@us.fo Uppgávan er at fremja tey mál, sum Fólkaheilsuráðið hevur sett sær fyri 2014, tá ræður um kost, rørslu, royking og rúsevni. http://folkaheilsa.fo/mal+og+avrik_rqgo.html Tað er umráðandi, at tú ert ein skapandi, fremjandi og sjálvstøðugur persónur. Umframt at vita nóg mikið um virkisøkini, skalt tú hava góðar samskiftisførleikar, bæði í skrift og talu, tí tú skalt einsamallur samskifta við málbólkarnar beinleiðis ella ígjøgnum miðlar. Hollir telduførleikar eru eisini ein fortreyt fyri at kunnu fremja ætlaðu avrikini. Umframt serligu økini eigur tann, sum settur verður, at kunna taka á seg aðrar uppgávur, sum hava við dagliga raksturin hjá Fólkaheilsuráðnum at gera. Vit vænta, at tú hevur gjørt tær hugsanir um, hvussu uppgávurnar skulu loysast. Størvini eru tíðaravmarkað í eitt ár. Vit miðja ímóti at seta fólk í starv 1. februar 2014. Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Pál Weihe á fartelefon +298 216696 ella pal@health.fo Umsókn við prógvum og ævilýsing (curriculum vitae) skal sendast til niðanfyristandandi adressu. Umsóknarfreistin er 13. januar 2014 Fólkaheilsuráðið J.C. Svabosgøta 43 FO-100 Tórshavn teldupostur: fhr@folkaheilsa.fo heimasíða: www.folkaheilsa.fo Átaksleiðarar til Fólkaheilsuráðið Tvey størv sum verkætlanarleiðarar eru leys at søkja: • eitt um kost og rørslu • eitt um royking og rúsevni Trotabúgv Í trotabúnum Sp/f Mið­ ham­ar, Sundsvegur 46, 740 Hvannasund, skrás. nr. 3420, SKS 3-108/2013, verð­ur hildin skiftifundur hósdagin tann 20. febr­ uar 2014, kl. 11:30, í skifti­rættunum, C. Pløy­ ens­gøta 1, Tórshavn, har búgvið væntandi verð­ ur endað eftir kon­kurs­ lógarinnar § 143, stk. 1, av tí at peningur ikki er út yvir tað, ið fer til rind­an av útreiðslum. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 20. desember 2013. Almenn innkalling til Ógilding Eftir áheitan frá advokat Birita S. Samuelsen vegna eigara av veðsettu Ogn­ ini, hevur rætturin við úr­skurði frá 23.december 2013 loyvi til almenna inn­kalling til ógilding av ognarveðbrævi, stórt 300.000 kr., við veð í ognini, matr. nr 1218 c, Tórshavn tinglýst upp­runa­liga tann 28. de­sember 2006 og við átekn­ing tann 4. januar 2013. Tað er upplýst, at ognar­ veð­brævið er horvið und­ir slíkum umstøðum, at treyt­ir­nar, fyri at fáa ognar­veðbrævið ógildað, eru til staðar. Tann ella tey, sum vil/vilja mótmæla hesum ógild­ an, verða innkallað at møt­ast í Føroya rætti, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórs­ havn, Fríggjadagin, tann 2. jan­uar 2015, kl. 09:00 Tann sum ikki møtir, má rokna við, at ognar­veð­ bræv­ið verður staðfest sum deytt og kraftaleyst at vera. Tann ella tey, sum veit/ vita, hvar ognaveðbrævið er at finna, verður/verða biðin um at boða dóm­ ara­skrivstovuni frá hes­ um. Sorinskrivarin (Dómarin) Í Føroyum, 23. desember 2013 Frá Tórshavnar Bátafelag Limum við familju, viðskiftafólki og stuðlum verður ynskt eini gleðilig jól og eitt gott og spennandi nýggjár, og takk fyri tað brátt farna Við bátakvøðu Nevndin