Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-30, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. desember 2013síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 30. desember 2013 · Nr. 148 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Varðin Pelagic á Tvøroyri fer nú at byggja nýggja, stóra verk­smiðju á Tvøroyri. Krist­in Michelsen, borg­ar­ stjóri í Tvøroyrar kommunu, vátt­ar, at leiðslan í Varðanum á Tvøroyri hevur spurt bý­ ráð­ið, um nakað stykki er at byggja eina nýggja verk­ smiðju á. Verksmiðjan, talan er um, er ein stór verksmiðja, sum skal gera fiskamjøl burtur úr tí nógva slógvinum frá upp­ sjóv­ar­virk­inum. Sum er, verða øll tey mongu tonsini flutt aðr­a­ staðni til virkingar, men nú ætl­ar Varðin at gera sítt egna mjølvirki á Tvøroyri. Kristin Michelsen sigur, at tað, sum liggur í kortunum, er, at kommunan fer at fylla út fram­við sjóv­ar­mál­a­num beint eystan fyri upp­sjóv­ar­ virkið. Landingarmiðstøðin ligg­ ur í­millum uppsjóvarvirkið og stykkið, sum skal fyllast út til mjølvirkið. Men Kristin Michelsen sig­ur, at ætlanin er, at Varð­in skal yvirtaka land­ing­ar­mið­ støð­ina frá Delta Seafood, sum eigur hana. Sum skilst er ætlanin so, at rør­leidn­ingur skal liggja í­millum uppsjóvarvirkið og mjøl­virkið, har slógvið skal renna ígjøgnum, so tað slepst und­an øllum flutningi. Kristin Michelsen sig­ur, at kommunan fer at fyll­a eitt stykkið á nakrar tús­ und fermetrar upp til nýtt byggilendi framvið sjóv­ ar­mál­a­num, men akkurát, hvussu stórt tað verður, dug­ ir hann ikki at siga enn. Hann leggur afturat, at fyrsta stigið verður at broyt­a byggisamtyktina so at fyll­ast kann út og mjølvirkið byggj­ ast. Varðin byggir nýtt risavirki á Tvøroyri Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu, sigur, at Varðin Pelagic ætlandi skal yvirtaka landingarmiðstøðina frá Delta Seafood - Vit fara at fylla eitt stykkið á nakrar túsund fermetrar upp til nýtt byggi­ lendi framvið sjóvarmálanum, men akkurát, hvussu stórt tað verð­ ur, veit eg ikki, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri Mynd: Vilmund Jacobsen Vilmund Jacobsen Nýggja frálandaskipið hjá Krún­borg Offshore, Stril Krún­borg, er farið av bakka­stokki í Pólandi. Tað veit oljan.fo at siga. - Sjósetingin gekk væl, og nú verður gjørt klárt til ferð­ina til Noregs, har ski­p­ið verður gjørt liðugt. Far­ið verður úr Pólandi hin 30. desember, og tað tekur einar tríggjar dag­ ar at sleipa skrokkin til Noregs. Stril Krúnborg verður vænt­andi klárur at lata eig­ar­unum í juni næsta ár. - Talan er um eitt veit­ ing­ar­skip til oljuvinnuna, og er skipið serliga út­ gjørt til virksemi á hav­ botn­i­num. Skipið er út­ gjørt við stórum krana og tveimum kavbátum (ROW). Petur Jacobsen, stjóri í Krún­borg Offshore, sigur við oljan.fo, at teir eru sera fegnir um, at arbeiðið hev­ur gingið so væl, og nú bíða teir eftir løtuni, tá gamla fiskivinnureiðaríið av álvara flytir seg inn í frá­land­a­øldina. - Eg fari at nýta høvi at ynskja øllum føroyingum eins og okkara partnara í Nor­egi eitt gott nýggjár. Eisini fari eg at ynskja Stat­oil góða eydnu við bor­ing­u­num næsta ár, sig­ur Petur Jacobsen, stjóri, við oljan.fo Myndirnar hevur Bárð­ur Vágfjall, ið siglir við Havi­la Phoenix tikið. Úr fiski í frá­ landa­ vinnu Vilmund Jacobsen - Arbeiðið at byggja nýggja fim­leik­ahøll við Løkin gong­ur væl. Høllin hevur rættil­iga tikið skap, og broytingar síggjast nærum dagliga. Tað sigur Magnus Ras­ mussen, borgarstjóri í Run­avíkar kommunu, í kunn­ing­arskrivi til sínar borg­arar, nú árið 2013 er farið at halla. - Spenningurin er stórur mill­um fimleikarar og fólk flest í økinum at uppliva ta nýggju høllina. Áhugin er eisini stórur millum hini fimleikafeløgini kring land­ ið at royna høllina. Hann sigur, at nýggja fim­leik­a­r­høll­in eftir ætlan verð­ur liðug í vár og fer at geva fimleikinum í komm­ ununi karmar, sum ikki hava verið áður. - Nú nýggja og stás­i­ liga fimleikahøllin verð­ur samanbygd við ítrótt­ar­høll­ ina, hevur býráðið mett tað hóskandi at umvæla ítrótt­ ar­høllina, soleiðis at hon kem­ur at líkjast tí nýggju fim­l­eikarhøllini. Magnus Rasmussen vís­ir á, at ítróttarhøllin er víðk­að eystur eftir og hevur fing­ ið eitt nýtt glaspartí í end­ a­num, sum er meinlíkt tí í fim­l­eikahøllini. - Ætlanin er eisini at dag­ føra ítróttarhøllina við eitt nú at skifta út gólvið, sigur borg­ar­stjórin í Føroya trið størstu kommunu. Fimleikarhøllin liðug til várs Nú nýggj fimleikarhøll verður bygd í Runavík, verður ítróttarhøllin eisini umvæld Mynd: Jóannes Símunarson Hansen Leygardagin 28. desember læt und­ ir­hús­ið á Strondum upp. Fitt av fólki møtti til upp­lat­ing­ina. Vanligt er, at nakrir par­ trol­arar loysa aftur longu 2. ella 3. jóladag, og so­ leiðis er eisini í ár. Nakrir ís­fisk­atrolarar eru longu farnir aftur til fiskiskap