Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-30, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. desember 2013síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. desember 2013 · Nr. 148 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið á ymiskan hátt gjørdu hjúnarbandsdag okkara 03.08.13 so hugnaligan og ógloymandi. Takk fyri heilsanir, gávur, sangir, røður og fyri alla hjálpina ið vit fingu. Annika og Petur Kristian Tøkk Vit vilja takka øllum, sum á ymiskan hátt gleddu okkum á hjúnarbandsdegnum tann 3. August 2013 og vóru við til at gera okkum dagin ógloymandi. Samstundis vilja vit nýta høvið at ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum vælsignað nýggjár. Kærar heilsanir Annbjørg og Jógvan á Høvdanum Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum við hjálp, heilsanum og vitjanum gjørdu gullbrúdleypsdag okkara 27. juli so góðan og hugnaligan. Gleðilig jól og eitt av Harranum signa nýttár Marianna og Álvur Tøkk Vit vilja takka øllum, sum vóru við til at gera okkara hjúnarbandsdag tann 20. juli 2013 ógloymandi. Vit vilja eisini nýta høvi til at ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum vælsignað nýggjár. Eyðbjørn og Durita Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum við gávum, blómum, heilsanum og vitjanum gjørdu diamantbrúdleypsdag okkara sera góðan og hátíðarligan. Vit ynskja familju, vinum og kenningum eini gleðilig jól og eitt av Harranum vælsignað nýggjár. Anna og Marni Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum gleddust saman við okkum á 85 ára degnum 09.08.2013. Takk til tykkum, sum hjálptu til á ymiskan hátt. Ein tøkk til sangbólkin Keldan, sum setti sín dám á føðingaradagin. Takk fyri blómur, gávur og heilsanir. Vit ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum vælsignað nýttár. Aslaug av Rana, Trongisvágur og Erland Jensen, Hvalba