Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-30, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. desember 2013síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 30. desember 2013 · Nr. 148 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið á ymiskan hátt gjørdu hjúnarbandsdag okkara ógloymandi. Takk fyri heilsanir, gávur, røður, undirhald og ikki minst takk fyri alla hjálp, ið vit fingu. Eisini vilja vit ynskja øllum Harrans ríku signing í komandi árið. Anna Sofía og Bergur Tøkk Øllum tykkum mongu, sum gleddu okkum á gullbrúðardegnum 15 desember 2013, takka vit hjartaliga. Tøkk fyri vitjanir, gávur, blómur, heilsanir og telefonuppringingar, bæði her heima og uttanlanda. Tøkk til øll tykkum, sum hjálptu til og gjørdu okkum dagin so hugnaligan. Somuleiðis ynskja vit øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Heilsan Jóhanna og Ingvard Olsen Tøkk Øllum tykkum, sum gleddu okkum á gullbrúllupsdegnum 27.10.2013, takka vit hjartaliga. Veronica og Böljer Wennerstrøm Tøkk Eg vil hjartaliga takka tykkum øllum, sum mintust meg á mínum 70 ára føðingardegi t. 1. oktober og gjørdu mær dagin til ein góðan og minnisríkan dag. Heilsan Janus Jacobsen Klaksvík Javning av upphæddum í sambandi við arbeiðsskaða­ tryggingarlógina Sambært § 43 í løgtingslóg um trygging móti avleiðingum av arbeiðsskaða, verða tær í § 42, stk. 6, § 57, stk. 2 og § 59, stk. 1 nevndu upphæddir javnaðar við broytingini í tí til eina og hvørja tíð galdandi høvuðssáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag og avrundaðar til nærmastu 100 kr. Upphæddirnar verða javnaðar av landsstýrismanninum eftir tilmæli frá Vanlukkutryggingarráðnum. Landsstýrismaðurin hevur tann 17. desember 2013 tikið undir við, at upphæddirnar verða javnaðar soleiðis við gildi frá 1. januar 2014: § 42, stk. 6 - frá 382.000 kr. til 388.200 kr. § 57, stk. 2 - frá 636.700 kr. til 647.100 kr. § 59, stk. 1 - frá 156.100 kr. til 158.600 kr. FØROYA VANLUKKUTRYGGINGARRÁÐ tann 20. desember 2013 DómArASkriVStoVAn C. Pløyensgøta 1 · Postrúm 28 · Fo-110 tórshavn post@sorinskrivarin.fo · www.sorinskrivarin.fo tlf. 31 10 03 · Fax 31 83 13