Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-30, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. desember 2013síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. desember 2013 · Nr. 148 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur árið ið fór Tað er føroyskur íblástur í báðum steypafinalunum í donskum flogbólti. Steypafinalistarnir verða funnir í hondbólti. VÍF røkkur ikki finaluni. Teir hava skift venjara, men tað eydnast ikki at venda gongdini í hálvfinalunum. Steypafinalurnar eru í bæði hondbólti og flogbólti. Í øllum fýra finalunum eru tað favorittarnir, sum vinna. Í hondbólti eru tað KÍF hjá monnum og Neistin hjá kvinnum, sum vinna. Í flogbólti er tað ÍF hjá monnum og Mjølnir hjá kvinnum, ið vinna. januar februar Mest dramatiski minutturin KÍF vinnur fyrsta gullið Tróndur Arge Í kanska mest dramatiska ítróttarminuttinum í før­ oyskum ítrótti í 2013, megnar VB at skjóta trý mál upp á ein minutt og vinna seg í steypafinaluna í hondbólti hjá kvinnum. Stjørnan vann fyrra dystin, men við ein­ um hendingaríkum enda á seinnu hálvfinaluni í Vági, eydnaðist tað Unu Egilsdóttir og VB skjóta alt avgerandi málið í seinasta sekundinum av dystinum. – Eg skilti tað ikki fyrr enn høllin kókaði, segði Una eftir dystin. VB og Neistin koma í finlauna hjá kvinnum, með­ an KÍF og StÍF vinna seg í final­una hjá monnum. Tróndur Arge Andrias Nielsen er stóra hetjan, tá kollfirðingar endiliga vinna fyrsta gullið í vaksna­manna­hondbólti. Hann skorar 11 av málunum, tá KÍF vinnur 35-26 á StÍF í høllini á Hálsi, sum er stúgv­ andi full. Fyri 42 ára gamla Óla Kristian Djurhuus er dagurin heilt serligur. Hann vinnur sítt fyrsta gullmerki eftir 23 ár sum málverji hjá KÍF. Hjá kvinnunum vunnu favorittarnir úr Neistanum 27-24 á VB. Undan dystinum varð tosað um, at hetta kundi blíva ein óspennandi dystur, men so bleiv ikki. Bára Hansen var besti spælarin á vøllinum. ■ Anja Sonnadóttir Danielsen vinnur donsku steypakappingina í flogbólti við Holte. Eisini Bárður Bendix Mikkelsen og Marienlyst vinna steypakappignina. Hann er hjálparvenjari. ■ VÍF skiftir venjara. Jan Ottosen verður koyrdur frá, meðan Henrik Gerster tekur við. Hann tapur fyrsta dystin móti KÍF. ■ Oddbjørn Joensen, nýggjur venjari hjá HB, sigur í samrøðu við Sosialin, at hann er til reiðar at verða einsamallasti maður í Gundadali, og at hann kennir treytirnar fyri at venja HB. ■ Lance Armstrong váttar alment, at hann hevur brúkt doping øll árini sjey árini hann vann Tour de France ■ Mjølnir vinnur steypagull hjá kvinnunum í flogbólti móti SÍ, sum annars vinnur fyrsta sett. Tá Mjølnir fyrst kemur í gongd, so vinna tær trygt. ■ ÍF vinnur steypagull í flogbólti, við einum 3-2 sigri á SÍ, sum hevur munin í eina tíð, men klára ikki at vinna dystin í triðja setti, og so er ongin luft eftir. ■ Ransin N. Djurhuus dømir venjingardyst millm CSKA Moskova úr Russlandi og Shakhtar Donetsk úr Ukraine. – Hetta er tí eg dømi, sigur hann í samrøðu við Sosialin ■ HB vinnur Klaksvíkskappingina í fótbólti. Teir eru sannførandi og verða gjørdi til stórfavorittar at vinna føroysku landskappingina. VB dramatiskt í steypafinaluni Fyrsta gullið hjá KÍF