mánadagur 30. desember 2013síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 30. desember 2013 · Nr. 148
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
árið ið fór
Flogbóltsfinalur, hondbóltsfinalistar og fótbóltsárið byrjar og landsliðið fær bank.
Mars mánaði er fullur av føroyskum ítrótti. Mjølnir og ÍF vinna sum væntað flogbóltsfinalurnar,
sum verða spældar í Trongisvági.
FM vinnarnir í Badminton, Borðtennis, Judo og í Hondbóltur verða funnir í apríl.
Fótbóltslandskappingin er í fullari ferð og fyri fyrstu ferð verður skrivað um Brand Hendriksson Olsen,
sum spælir við U19 liðnum hjá FCK
mars
Apríl
Mjølnir vinnur greipuna triðju ferð
45 ára gamal FM vinnari
Tróndur Arge
Kvinnurnar í Mjølni eru ikki
til at steðga. Tær vinna 3-0 á
SÍ í FM finaluni. SÍ megnar
ongantíð at geva mótstøðu
sum í steypafinaluni. Mjølnir
hevur nú vunnið greipuna
tríggjar ferðir upp í slag.
Birgit
Guttesen,
Sofía
Purkhús og Eina Kalsø spæla
fyribils seinasta dystin fyri
Mjølnir, tí tær flyta av land
inum.
ÍF vinnur í stórum stíli 3-1
á SÍ hjá monnunum. Aftur er
talan um greiðan sigur, har
SÍ ikki megnar at býta eins
nógv frá sær, sum í steypa
finaluni.
Tróndur Arge
Peter H. Niclasen vinnur FM
í borðtennis hjá monnum.
– Tað kravdi at eg hugsaði,
sigur FM vinnarin, sum ikki
kann heilt tað sama sum
hinri kropsliga, nú hann
er komin nakað upp í árini
í borðtennis samanhangi.
Henrietta Nielsen vinnur hjá
kvinnunum.
Í
Badminton
vinnur
Niclas Eysturoy vinnur í ein
staklingum hjá monnum,
meðan Rannvá D. Carlssen
vinnur á systrini, Brynhild
hjá kvinnunum.
Í
Judo
vinnur
Áki
Davidsen tvey FM, meðan
Hjalmar
Johannesen
og
Sigurbjørn Mørkøre vinna
hvørsítt FM.
■ EB/Streymur vinnur 1-0 á Víkingi
í Stórsteypadystinum. Niels Pauli
Danielsen skorar einsamalla málið í
dystinum stutt fyri hálvleik.
■ Effodeildin byrjar við grannauppgerð
í Gundadali, har føroyski fótbólts
heimurin verður kunngjørdur fyri 18 ára
gamla Hørði Askham, sum spælir ein
branddyst fyri B36
■ Føroyska landsliðið tapur 6-0 í Wien
fyri Eysturríki. Talan er um eitt tað
vánaligasta avrikið í nýggjari tíð og
Lars Olsen er fyri kritikki.
■ Bárður Jacobsen, ÍF, og Birgit
Guttensen, Mjølnir, verða kosin til
ársins spælarar í flogbólti á gallaveitslu
í Fuglafirði.
■ KÍF vinnur FM og greipuna á fyrsta
sinni. Fyrri dysturin endar við javnleiki,
meðan KÍF vinnur seinna dystin og
vinnur samanlagt.
■ Neistakvinnur endurvinnur FM
hjá kvinnunum, eftir at Kyndil hevur
givið teimum skarpan gang í tveimum
dystum. Í triðja dystinum vinnur
Neistin greitt.
■ Føroyska kvinnulandsliðið vinnur
seg víðari í undankappingini til HM
undankappingina í fótbólti. Stóra
hetjan er Heidi Sevdal, sum skjýtur
avgerandi málini.
■ Í landskappingini er nostaligi í luftini,
tá HB og KÍ mynda oddin í føroyskum
mannfólkafótbólti. Tað skapar nógvan
spennning og áhuga úr Klaksvík.
Mjølnir greipuvinnari
triðju ferð upp í slag
Peter H. Niclasen
FM-vinnari