Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-30, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. desember 2013síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. desember 2013 · Nr. 148 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur árið ið fór Á hondbóltsgalla verða Filip Jojic og Liljan Djurhuus vald til ársins spælara í farna kappingarári. Hóast Neistin og KÍF er einaráðandi í landskappingini, so sæst tað ikki aftur á atkvøðugreiðsluni. Vinnarar verða eisin funnir í FM í svimjing, fitness, amboðsfimleiki og í føroya sterkasti maður. Kappróðurin byrjar og tað setur sín dám á ítróttarheimin. Í fótbóltinum byrjar AB at røra upp á seg, eftir eina vánaliga byrjan. Zlatan er aftur eftir Føroyum, meðan U21 landsliðið enn eina ferð ger bart. Maj juni Filip Jojic Ársins spælari brotsmaðurin zlatan Tróndur Arge Filip Jojic ger øllum greitt, at hann ætlar sær ikki úr Føroyum fyrr enn hann hev­ur vunnið FM við VÍF. Stórskjúttin er toppskjútti og verður kosin til ársins spælara í bestu mansdeildini í hond­bólti. Hjá kvinnum vinnur Liljan Djurhuus úr felagsliðnum VÍF/Tjaldur. Hon vinnur heiðurin frammanfyri fyri Barbaru Brauer, sum gevst í Neistanum. Hóast kvinnurnar hjá Neist­anum og menninir hjá KÍF eru einráðandi gjøgnum alt kappingarárið, so sæst hetta ikki aftur á atkvøð­ unum hetta kvøldið. Á ársins liði, sum landsliðsvenjararnir velja, er tó øðrvísi, og bestu liðini eru betri umboðaði. Tróndur Arge Í Svøríki tapa føroysku lands­ liðsspælararnir fyri Svøríki og Zlatan Ibrahimovic. Í dyst­inum megnar Zlatan at skjóta bæði málini, tveita ein bólt í andlitið á Gunnari Nielsen og senda ein alboga í høvdið á Atla Gregersen, sum smellur í gólvið. Alt uttan at blíva útvístur. Eftir dystir sigur hann við altjóða miðlar, at før­ oyski spælarar bara grenja. Símun Samuelsen svarar aftur við brævi til svenskt blað. Myndirnar av brots­ gerð­unum hjá Zlatan fara kring heimin. ■ Jórun L. Mørkøre og Robin Jønsson vinna FM í fitness. Robin vann tað eisini árið fyri. Kappingin verður hildin á Hotel Føroyum. ■ Øssur Debes Eiriksfoss og Birita Poulsen vinna FM í amboðsfimleiði. Øssur er nú í tí støðu, at hann er bæði FM vinnari og DM vinnari samstundis. ■ Pál Joensen er einaráðandi í FM í svimjing og vinnur 14 gul heiðursmerki og setur tvey nýggj met. Hann verður eisini kosin sum ársins svimjari hjá monnum. Poula Ø. Mohr verður kosin ársins svimjari hjá kvinnum ■ Bogi Hammer vinnur kappingin um at verða føroya sterkasti maður. Bjarni Nielsen blívur nummar tvey og Helgi Lamhauge nummar trý. ■ Innskifti Pól Ingason tryggjar U21 landsliðnum 2-2 javnleik móti Rumenia í fyrsta undankappingardystinum í nýggju kappingini, tá hann í evstu løtu skorar á Svangaskarði ■ Andreas F. Hansen takkar fyri seg sum altjóða dómara í hondbólti. Hann gevst at døma og tekur við sum venjari hjá kvunnunum hjá Kyndli. ■ Frans Johannesen, føroyskur svimjari í Danmark, verður tikin fyri doping. Sjálvur er hann púra róligur, tí hann metir, at talan er eitt astma- innandingartól, sum hevur útloyst ein positivan test. ■ Pál Joensen verður nummar fýra í altjóða kapping á Mare Nostrum stevnuni kemur á mál við tíðini 15:19.66. Filip Joijic ársins spælari í føroyskum hondbólti Zlatan Ibrahimovic móti føroyingum