Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-30, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. desember 2013síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 30. desember 2013 · Nr. 148 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur árið ið fór Oyggjaleikirnir eru á Bermuda og Føroyar vinna 36 heiðursmerki. 10 gull, 12 silur og 14 bronsu. Pál Joensen og Magnus Jákupsson gera bart á DM stevnu, kappróðurin endar og føroysku fótbóltsliðini royna seg í Evropa við góðum úrslitum Pál Joensen luttekur á HM stevnu í Barcelona og kemur á mál sum nummar sjey. – Uppreins eftir OL. Helgi Dam Ziska ger um seg í altjóða talv kapping. KÍ kvinnurnar stríðast í nógvum hita í Portugal og vinna steypakappinga stutt seinni. Á Tórsvølli vinnur Víkingur kappingina um Løgmanssteypið. juli august oyggjaleikir á bermuda Víkingur aftur steypavinnari Tróndur Arge Føroyar koma væl frá ítróttar­ligu avrikunum á Oyggja­leikunum á Bermuda. Øssur Debes Eiriksfoss er stóra hetjan. Hann vinnur ikki færri enn níggju heiðurs­ merki í fimleiki og frælsum ítrótti. Valborg Heinesen luttekur á fyrsta sinni og ger bart í renning, har hon vinnur tvey gull heiðursmerki. Í skjóting gongur eisini væl og Marius F. Joensen gongur á odda og vinnur gull í einstaklinga skjótingini, og í liðkappingini saman við Sámali Debes. Eisini kvinnulandsliðið í flog­ bólti vann gull, eftir dramat­ iska finalu móti Saarema. Samanlagt verður tað til 36 heiðursmerki. Tróndur Arge Steypafinalan er ein endur­ tøka av finaluni frá 2012, tá Víkingur vann eftir brots­ sparkskapping. Hesa ferð var ikki brúk fyri brots­sparks­ kapping til at finna vinnaran, tí til tað vóru Víkingarnir alt for góðir. Teir settu seg tíðliga á dystin og tá EB/Streymur misti Arnbjørn Hansen vegna skaða, so var ongin vegur aftur. Sølvi Vatnhamar og Finnur Justinussen skjóta málini í 2-0 sigrinum. Hjá kvinnunum vinnur KÍ fyri 11. ferð steypafinaluna. Hesa ferð við einum greiðum sigri á ÍF. ■ Pál Joensen og Magnus Jákupson vinna fleiri gull heiðursmerki á DM stevnu í Danmark. Pál vinnur tríggjar kappingar og Magnus vinnur fýra og fær silvur í einari. ■ Kappróðurin kemur at enda á Ólavsøku. Hjá kvinnunum vinnur Jarnbardur 6-mannafør kvinnur, Havfrúgvin 5-mannafør kvinnur og Erla Kongsdóttir 5-mannafør gentir. ■ Hjá monnum vinnur Klaksvíkingur 10-mannaførini, Argjabáturin 8-mannaførini, Jarnbardur 6-mannførini og Drekin 5-mannaførini. ■ EB/Streymur og Víkingur vinna seg víðari í ávíkavist Champions League og Europa League kappingini. ÍF fær nógvan kritikk, tí fleiri spælarar eru í feriu til dystirnar hjá teimum, meðan HB er um reppið at koma víðari, men missur á stokkinum ■ Pætur Marjunarson Dahl vinnur FM í tennis. Í finaluni vinnur hann á Jón Brekku. Frida Johannesen vinnur FM hjá kvinnum, meðan Barbara Hentze vinnur FM í Gentur 14. ■ Helgi Dam Ziska vinnur sær GM norm, tá hann luttekur á altjóða talvkapping í lettiska býnum Riga. ■ KÍ kvinnurnar royna seg í Champions League í Portugal. Tær fingu stig í fyrsta dystinum, men síðani gekk ikki mær og tær fingu ikki fleiri stig í bólkinum. ■ Pál Joensen blívur nummar 7 í bæði 800 m og 1.500 m frí til HM í Barcelona. Flestu viðmerkjarar eru samdir um, at hetta er ein uppreisn fyri Pál. Øssur D. Eiriksfoss vinnur níggju heiðursmerki Atli Gregersen og Víkingur gerast aftur steypavinnarar