Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-30, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. desember 2013síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. desember 2013 · Nr. 148 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur árið ið fór Landsdystir – Hjá monnum eru týsk vitjan til bæði A- og U21-landsliðið, meðan kvinnurnar skriva søgu, tá tær spæla sín fysta HM undankappingardyst. Skála hevur brúkt ólógligan spælara alt árið, U18 spælari hjá KÍ spýtir tyggigummi á dómara. Aftur er nógvur landsliðsfótbóltur á skránni. Súni Olsen takkar fyri seg á landsliðnum, eftir yvir 50 landsdystir. Lars Olsen kemur í satt óðnarveður, tá hann sambært sær sjálvum er mismæltur í samband við landsliðsúttøku. HB og KÍ vinna FM. september oktober Týskland vitjar á tórsvølli HB og kí føroyameistarar Tróndur Arge Føroyska landsliðið verður heilt klárt snýtt, tá teir tapa 2-1 fyri Kasakstan í Kasakstan. Johnny Casanova úr San Marino letur seg lumpa av kasakstanskum spælara og bríkslar fyri brots­sparki, sum vendir dyst­ inum. Í Føroyum er Týskland á vitjan og Tórsvøllur er stúgv­ andi fullur. Tað endar við 3-0 sigri til gestirnar, eftir at Atli Gregersen fær reytt kort. U21 landsliðið tapur somu­ leiðis 3-0 fyri Týsklandi. Tróndur Arge HB vinnur FM í Effo deildini, eftir at hava verið á veg í longri tíð. Sigurin kemur í hús eftir við 1-0 sigri á TB. HB hevur í løtum verið heili tíggju stig fremst, men móti kappingarenda er um at ganga gali. Stóri spurningurin er um Oddbjørn Joensen heldur fram, og um liðskiparin, Fróði Benjaminsen, gevst at spæla. KÍ vinnur FM hjá kvinnum fyri 14. ferð upp í slag. Tær eru nú ájavnar við Skonto Riga, og kunnu komandi ár seta evropsiskt met. ■ Guðmundur Joensen blívur nummar 18 í Iron Man kapping í Las Vegas. Hann er ikki heilt nøgdur við avrikið, men noktar at brúka nógva hitan sum umbering. ■ Heidi Sevdal skorar fyrsta føroyska málið í eini HM undankapping fyri kvinnur, tá Føroyar tapa 2-7 fyri Skotlandi. ■ Kjak stingur seg upp, tá FC Suðuroy velur at kæra Skála spælara, sum vísur seg ikki at hava spælaraloyvið í ordan. ■ U18 spælari hjá KÍ spýtir tyggigummi í andlitið á Eiler Rasmussen. FSF kemur í trupulleikar av reglugerð, sum ikki loyvir leikbanni at fylgja spælara, ið flytur upp deild vegna aldur ■ Súni Olsen takkar fyri á landsliðnum, tá hann verður útskiftur móti endanum av dystinum móti Eysturríki. Føroyar tapa 3-0. ■ U21 landsliðið fremur megnar avrik í Týsklandi og tapur bara 3-2, eftir at dómarin onkursvega yvirsær greitt reytt kort til Týskland. ■ Lars Olsen kemur í satt óðnarveður, tá hann sigur, at flestu spælararnir hjá Kasakstan spæla í Russlandi. Tað passar ikki og fær øði í fjøldina. – Eg var mismæltur, sigur landsliðsvenjarin. ■ Joseph Hickersberger váttar fyri Sosialinum og Rás2, at hann undirmetti Føroyar undan lagnudystinum í landskrona. 23 ár seinni kom sannleikin. Mezut Özil og hinar týsku stjørnurnar á vitjan HB føroyameistarar