mánadagur 30. desember 2013síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 30. desember 2013 · Nr. 148
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Fótbólturin heiðrar tey bestu. Tað sæst væl, at HB hevur havt eitt gott kappingarár.
Sonni Ragnar Nattestad ger um seg í donskum fótbólti og fær nýggjan sáttmála.
Bæði føroyska a-landsliðið og U21 landsliðið spæla sínar seinastu landsdystir hetta ári.
Fleiri av okkara bestu avrikum verða framd í Danmark, har føroyingar gera seg galdandi
í svimjing, flogbólti og fótbólti. Her heima á klettunm velur hondbóltsvenjari at takka
fyri seg orsaka av sjúku. Talvlandsliðið ger um seg í smálanda kapping.
november
desember
Fróði og Heidi best
pál vinnur em-silvur
Tróndur Arge
Fróði Benjaminsen og Heidi
Sevdal, bæði úr HB, verða
kosin til ársins spælarar í
føroyskum fótbólti í 2013.
Eitt
kappingarár,
sum
byrjaði longu 2. mars og
endar í novembur fyri fleiri
av spælarunum.
Fróði
Benjaminsen
er
35 ára gamal, men hugurin
er
framvegis
til
fótbólt.
Hann verður ársins spælari
frammanfyri
Christian
R. Mouritsen og Páll A.
Klettskarð.
Hjá kvinnunum er Heidi
Sevdal stóri vinnarin. Hon
fær gullskógvin og vinnur
heitið ársins áleypari og
ársins spælari. Henni stendur
í boðið at royna seg uttanfyri
Føroyar.
Tróndur Arge
Pál Joensen vinnur EM silvur
í stuttgeil í Herning. Lítið
bendir á, at Pál fer at roynast
so væl, tá hann ikki klárar
seg so væl á 400 m teininum.
Á 1.500 m teininum gongur
tó nógv betri. Pál blívur
nummar tvey og vinnur
silvur. Tíðin er 14:35.99. Hann
er fimm sekund frá gullinum,
men verður eisini órógvaður
av, at svimjihettan dettur av
mitt í tí heila.
– Eg eri so flóvur av mær
sjálvum. Hatta má ikki henda,
men tað hevði ikki avgerandi
týdning fyri um eg bleiv
nummar eitt ella tvey, sigur
Pál Joensen.
■ Sonni Ragnar Nattestad fær debut
í Superliguni fyri FC Midtjylland. Stutt
seinni skrivar hann 5-ára sáttmála, sum
er eitt greitt tekin frá felagnum, um at
teir trúgva upp á miðverjan.
■ U21 landsliðið spælir sín seinasta dyst
í hesum árinum. Talan verður um 5-2
tap fyri Írlandi. Gunnar Zachariasen
skorar bæði málini fyri Føroyar.
■ A-landsliðið setur somuleiðis
punktum, men her er talan um
venjingardyst á Malta. Í hálvleikinum
er malta á odda 3-0. Í seinna hálvleiki
minka Hallur Hansson og Rógvi
Baldvinsson um munin.
■ Rættilig rók tekur seg upp í HB, har
Oddbjørn Joensen ikki heldur fram
sum venjari. Á ársveitsluni verður eisini
kunngjørt, at Fróði heldur ikki heldur
fram. Tað verður seinni broytt. – Tað var
ein misskiljing, sigur Fróði.
■ Kári Horn, venjari hjá kvinnunum
hjá Neistanum, velur at gevast, tí hann
hevur fingið staðfest sjúku, sum ger at
hann skal verða meiri róligur.
■ Birgit Guttesen og Sofía
Purkhús vinna seg í donksu
flogbóltssteypafinaluna saman við
Frederiksberg Volley, tá tær vinna
dramatiska hálvfinalu á Brøndby.
■ Talv-landsliðið vinnur smálanda
kapping. Sigurin kemur í hús í kapping
í Monaco. Føroyska liðið fær 16 stig og
tað er fleiri enn nakað annað av hinum
liðnum.
■ Brandur Hendriksson Olsen og
U19 liðið hjá FCk vinnur í UEFA Youth
League á Real Madrid, og vinnur seg
víðari í Champions League líknandi
kappingini. Brandur er millum tveir teir
best spælararnar á vøllinum.
árið ið fór
Heidi Sevdal ársins
spælari í kvinnudeildini
Pál Joensen við
EM-silvurmerkinum