mánadagur 30. desember 2013síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. desember 2013 · Nr. 148
2
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Niðurteljingin til enn eitt ársskifti er av álvara
farin í gongd. Vit hava lagt 12 mánaðir aftur um
okkum, og nú njóta vit seinastu tímarnar av
2013. Á midnátt gamlaárskvøld verður ársskiftið
markerað við fýrverki, veitslulagi og góðynskjum.
Og tað er eisini løtan, tá ið vit kunnu staðfesta,
at 365 dagar verða skjótt lagdir aftur um, og tíðin
gongur við ferð. Miðlar og tíðin gera, at vit valla
varnast tíðina. Alt gongur skjótt fyri seg, vit eru
online og við allatíðina, og blíva vit burtur í øllum
hentleikunum, kunnu vit altíð siga, at soleiðis
er tíðin. Og tað er tíðin, ja. Men eingin sigur, at
vit skulu liva og uppliva tíðina, sum tíðin leggur
upp til. Tað ber saktans til at skapa sær sína egna
gerandisdag við tí innihaldi, ið vit hava hug at
velja burturúr – eisini um innihaldið er tíðarleyst.
2013 bjóðaði okkum mangt og hvat. Vit hava øll
havt upplivingar, sum vit ikki áður hava havt,
og sum samfelag eru vit eisini farin ígjøgnum
nýggjar hendingar og tilburðir. Búskaparstøðan
í vesturheiminum er heldur frægari, enn hon var
var fyri nøkrum árum síðani, og her á landi er
støðan á góðari leið, hóast ført verður fram, at tey,
ið eru væl fyri, eru blivin betur fyri, meðan tey,
sum eru verri fyri, framvegis stríðast. Føroyski
útflutningurin er vaksin, serliga orsaka av
alilaksi og uppsjóvarfiski, og almenna hallið er
minkandi. Men tað er strøðugt trýst á almennum
myndugleikum fyri at veita betri tænastur til
borgararnar og at byggja út og betra umstøður í
samfelagnum.
2013 hevur verið sera lívligt á politiska leikvøll
inum. Stríðið millum samgongu og andstøðu
var hart, og samgongan misti ein flokk úr sam
starvinum, tá ið Kári P. Højgaard varð koyrdur
sum landsstýrismaður eftir ófriðin í samandi við
tunnilsmálið. Samgongan hevur tó megnað at
staðið saman um síni mál og sítt samgonguskjal,
og í løtuni bendir einki á, at missurin av einum
flokki fer at ávirka samgonguna stórvegis.
Tað hava eisini verið rembingar innanhýsis í
politiskum flokkum, og løgmaður og lands
stýrisfólk hava kent sviðan frá kritiskum
fjølmiðlum, sum hava tikið fleiri umstrídd og
prinsipiell mál upp í hesum árinum.
Fjølmiðlarnir hava í hesum árinum gjørt nógv
við kritiskan journalistikk, og stórmál hava sett
dám á samfelagskjakið í longri tíð. Men tað er
eisini brúk fyri nógvum smærri og skjótum
søgum til allar tíðindaportalarnar, sum kappast
um uppmerksemi hjá fólki. Tað skal verða ein
stríður streymur av søgum, og tað setir krøv til
fjølmiðlarnar – og eisini til brúkarnar.
Sosialurin hevur í 2013 roynt at givið sínum
lesarum eina fjølbroytta mynd av tí, sum fyriferst
í føroyska samfelagnum. Sosialurin er partur av
samtakinum, sum eisini umfatar tíðindaportalin
In.fo, Rás2 og Miðlahúsið. Hetta gevur møguleikar
at framleiða ymiskt tilfar til ymiskar miðlar og
brúka tær styrkir, sum teir ymsu miðlarnir hava.
Í hesum serblaði – tí seinasta í hesum árinum –
varpa vit ljós á nakað av tí, sum Sosialurin hevur
latið sínum lesarum í ár. Hetta er á ongan hátt ein
fullfíggjað mynd av árinum, ið fór, men nakrar
úrvaldar greinar, sum hava verið í Sosialinum
farna ári.
Ár í trúnaði
Har fór 2013
Vit takka við hesum fyri 2013 og ynskja øllum eitt gott 2014
2013 umaftur
við Høgna Djurhuus
So hugnaligt. Áh, so hugnaligt at
búgva her, sum einki er so støðugt
og álítandi sum veðrið og veitingar
skyldan hjá SEV.
Skákandi millum illsintu hvirlur
nar í glopraregninum heim til bollar
og kakao. Tað er lívið – tíverri.
Kanst tú skriva eina klummu
um árið, ið fór? Spurdi ritstjórin.
Tað kann hann saktans spyrja og
vænta.
Skriva um árið, sum fór ella fer.
Ella, sum nú sigst vera við at fara.
Javell. Hvussu ber til at skriva
nakað um eitt ár sum 2013?
2013 var árið, har alt var í trúnaði.
Tagnarskylda og tagnarrættindi
uttan
innlit.
Fólkaræði
innan
fyri ramliga stongdar dyr. Eru vit
yvirhøvur í 2013? Lokið feyk ikki
av.
Tá vit einki vita um 2013, noyðast
vit bara at gita.
Vita ikki gita, segði ein. Var tað
Storm P? Storm, ikki veðurmaður
tó, men einasti reyvalummaheim
spekingur, sum verður endurgivin
í danska ríkinum. Kanska var tað
hann. Vit gita, at tað var hann.
Danska ríkið? Eru vit har enn? Ella
loystu vit, í trúnaði sjálvandi, í 2013.
Loystu og sleptu og reka nú fyri vág
og ódn.
Tað var ið hvussu er Storm P,
sum segði, at ringt er at spáa, ikki
minst um framtíðina. Í Føroyum
er eisini vorðið líka ringt at spáa
um fortíðina og nútíðina. Spáa í
kakaogruggi.
At spáa er at gita kvalifiserað.
Lógin um innlit er 20 ára gomul.
Og øll undantøkini í lógini eru líka
gomul.
Er koyrandi, gangandi ella renn
andi undir Skálafjørðinum longu
nú?
Tað vita vit til dømis ikki. Men
vit gita, at tunnil ikki er gjørdur í
loyndum, ikki enn.
Í spurnarkappingum, sum eru
Public Service fyri øll, eru javnan
spurningar um ár. Tey spurdu fáa
at vita um nakrar hendingar og
hoyra síðani eitt ússaligt popplag.
So skulu tey antin vita ella gita í
hvørjum ári, alt hatta hendi, tey júst
hoyrdu um, hendi.
Tað fer ikki at bera til at brúka
2013 í slíkum kappingum í fram
tíðini, sum vit gita kemur, tí eingin
veit, hvat hendi í 2013.
Veit nakar eitt nú, um Kaj
Leo framvegis er løgmaður? Um
nýggjársrøðan kanska varð tikin
upp í summar.
Vit vita so heldur ikki, um 2013
endar 31.desember 2013 á midnátt.
Tað kann væl vera, at onkur í
landsstýrinum hevur gjørt avtalu
við onkran í Danmark, loyniliga
avtalu sjálvandi, um at leingja ella
stytta ella strika 2013 aftur fyri eina
millión, um ikki eydnast at enda
2013 tann 31.desember í 2013.
Einastu tiðindi, sum eru váttað,
eru veðurtíðindini, tíverri. Veðrið
í Føroyum er so forbannað, at tað
átti at verið dult.
Veðrið er so forbannað, at ikki
ber til skriva um tað so tætt at høg
tíðum. So ljót og fúl orð eru óhósk
andi.
Jólini eru tíbetur farin afturum.
Jesus varð føddur í gjár, sungu tey
jóladag.
Eisini 2013, vit spæla, at har eru
vit, endar við buldri og braki. Allar
rakettirnar vera neyðrakettir. Og
veðrið verður ringt. Eingin ivi um
tað. Veðurmenn duga at spáa um
framtíðina.
Sum streymur í turrari á. Onnur
geva ódnunum fólkanøvn. Okkara
navnalisti er ov stuttur til slíkt
fják.
Vit, sum eru komin so langt,
at krákurnar langt síðani hava
vent, tí tær orka ikki mótvindin,
hava nakrar myrkar ódnardagar
og ódnarnætur eftir. Framtíðin er
longu her. Óneyðugt at spáa.
Farvæl 2013. Vit sakna teg ikki.
Tú vart ikki til. Borte med blæsten.
Sum gistingarhúsini, sum einki
rúm 13 hava. Men allir kirkjugarðar
hava grøv nummar 13.
2013. Annus horribilis hjá øllum
teimum, sum halda, at fólkaræði er
nakað.
Ein turran bolla afturat við osti
ella gjøgnumskygdum opinleika og
lunkað kakao? Ella ódn í eitt vatn
glas?