Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-30, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. desember 2013síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 30. desember 2013 · Nr. 148 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór 2013 – Eg eri ímóti, at fólk, ið hava sítt fulla vit, verða tvungin til eitthvørt. Kristianna Winther Poulsen, sum tekur sæti fyri Sjálvstýrisflokkin á løgtingi, um serliga ráðgeving í sambandi við fosturtøku – Eg tapti móti einari gentu, sum var nógv yngri enn eg. Tað tók eina løtu at koma yvir. Fótbóltsmálmaðurin Gunnar Nielsen, sum spælir á hægsta stigi í Skotlandi, royndi seg sum ungur í talvi, men tað kom eingin yrkisleið burturúr tí 20 ára haldið hjá ALS gjørdist tá avtornaði eitt dýrt ball. Bæði fyri ALS, fyri stjóran, fyri stýrið og fyri álitið á føroysku Arbeiðs­loysis­ skipan­ina. Í samband við at ALS skuldi há­ tíðarhalda seg sjálvt, 31. august í fjør, sendi stjórin fyri ALS stýrinum kunning um, at hann ætlaði at øll starvsfólkini skuldu sleppa ein ókeypis túr til Íslands at feira seg sjálvi og almenna arbeiðsplássið. Stórin roknaði við at hetta fór at kosta 5.000 krónur fyri hvørt starvs­fólkið. Men kreativa uppskotið fall ikki í góða jørð hjá stýrinum. Í frá­greið­ ing til landsstýrismannin í Vinnu­ málum skriva tey, sum enn sita í ALS-stýrinum, soleiðis: »Stýrið metti tað verða mangul upp á dømi­ kraft, at stjórin yvirhøvur kom við einum slíkum uppskoti. Undir øllum um­støðum átti hetta ikki at verið skotið upp, uttan fyrst at hava verið vent við stýrisformannin, so­ leiðis sum vanligt er.« Men kreativiteturin steðgar ikki her. Sambært frágreiðingini skeyt Ernst Jacobsen eisini upp, at ALS skuldi geva út bók í samband við føðingardagin. Men hetta vildi stýrið heldur ikki. Hinvegin boðaði stýrið frá, sambært frágreiðingini til landsstýrismannin, at 20 ára há­tíðarhaldið skuldi fyriskipast soleiðis, at kostnaðurin skuldi vera »beskeðin.« Nú eru nógvir mátar at tulka orð­ið »beskeðin«, men stutt undan hátíðarhaldinum upplýsti stjórin, at kostnaðurin fór at vera umleið 400.000 krónur. Og tað metti stýrið ikki at vera »beskeðið.« Heitur stýrisfundur Tað var ein stýrisfundur, 14. november í fjør, sum at enda feldi Ernst Jacobsen. Stjórin var sum van­ligt við á stýrisfundi, og hann bað um loyvi at viðgera hansara egnu samsýning á 15.000 krónur um mánaðir fyri arbeiðsuppgávur í sam­band við Trygdargrunnin. Stýris­formaðurin noktaði, tí málið var ikki á dagsskrá. Stjórin tvíhelt og byrjaði at greiða frá málinum. Stýrisformaðurin bað hann steðga, men stjórin noktaði og helt fram. Beint eftir regluliga stýrisfundin setti stýrið seg saman aftur, hesaferð á eykastýrisfund. Í frágreiðingini til landsstýrismannin stendur: »á eykastýrisfundi sama dag staðfesti eitt samt stýri, at fult álit ikki longur var á stjóranum, og at hetta átti at fáa starvsrættarligar fylgjur fyri stjóran.« Í somu frágreiðing sæst, at stjórin fyri ALS, Ernst Jacobsen, var ikki samdur við stýrinum í, at nakað var at finnast at viðvíkjandi starvs­útinnan hansara. Men endin var, at Ernst Jacobsen varð sendur heim við gyltum lógva­taki, sum gjørdist eitt mál í sær sjálvum, tí mett var, at tað var órímiliga stórt. Flatskattur brúktur til bilar Sølan av bilum er vaksin nógv, síðan flatskatturin kom, men fleiri fólk eru ikki farin at keypa teir heilt dýru bilarnar. Tað sigur sigur Pauli Waag, stjóri í Ivan Bilum (nú Waag & Company), hóast sølan av eitt nú Mercedes bilum vaks nógv. Í 2011 vórðu seldir 12 bilar, í fjør var sølan 52 bilar. Pauli Waag roknar ikki Mercedes- Benz fyri luksusbilar, tí hesir bilar eru vorðnir bíligari, og bilasølan hevur eisini bjóðað góð tilboð. Í song við ov ungari gentu Ein 18 ára gamal maður fekk í Føroya rætti treytaðan dóm fyri at hava verið í song við eini gentu undir 15 ár. Tað er ólógligt, uttan mun til um gentan er við upp á tað ella ei. Kristin best lønti politikari Kristin Michelsen er tann hægst lønti politikarin í Føroyum. Sum løgtingsmaður og sum borgarstjóri á Tvøroyri fær hann um 100.000 krónur um mánaðin í løn og skattafríum endurgjaldi. Hann er soleiðis nógv tann hægst lønti politikarin í Føroyum. Eg hoyri nógv fyri mastrarnar – Eg havi fingið nógv prik og viðmerkingar um ljósmastrarnar, men tað rørir meg als ikki. Tey flestu vita jú ikki, hví tær síggja út, sum tær gera. Soleiðis sigur 28 ára gamla Eyð Strøm, ið lesur til arkitekt og hevur sniðgivið stóru steyrarnar á Tórsvølli. – Hetta var ein bundin uppgáva og fleiri reglar, ið vit skuldu fyrihalda okkum til. Í roynd og veru eru ljósmastrarnar gjørdar so einfaldar og so lítlar, sum tað yvirhøvur letur seg gera, tá tey ymsu krøvini frá FIFA skulu haldast, sigur Eyð Strøm. Tá ALS-stjórin skeyt upp, at øll starvsfólkini skuldu feira 20 ára føðingardagin við einum ókeypis íslandstúri, fleyt bikarið yvir hjá stýrinum. Stjórin misti stutt eftir starvið Íslandsferð feldi ALS-stjóran Ernst Jacobsen varð sagdur úr starvi sum stjóri fyri ALS, og uppsøgnin førdi til stóra øsing og nógv kjak um fráfaringaravtaluna januar