Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-30, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. desember 2013síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. desember 2013 · Nr. 148 4 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór 2013 februar – Eg veit væl, at øll vilja sleppa inn, har sum tað eru nógvir pengar at tjena júst nú. Tað er natúrligt, og soleiðis hevur tað altíð verið. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, um fiskiloyvi í uppsjóvarvinnuni – Tit elska tað. Tað gera tit. Tit elska at hoyra hvussu pent, vakurt og serstakt tað er í Føroyum. Simon Kvam, sangari í Nephew, prikar áhoyrararnar á G! Festivalinum – Tað er onki, sum bendir á, at mis­ nýtslan av rúsevnum í Føroyum er í minking. Tað staðfestir Mikkjal Thomasen á narkodeildini hjá løgregluni í Føroy­um. Men samstundis staðfestir hann, at tað eru ikki bara gamlir hippiarir frá sekstárunum, sum síggjast aftur í rúsevna-umhvørvinum. – Tað er hugstoytt at síggja, men veruleikin er altso tann, at tað legst støðugt til av ungum fólki í rús­ evna-umhvørvinum, eisini blað­ ungum fólki. – Tað er ikki óvanligt at vit síggja og hoyra um børn, heilt niður í 14 ár, sum roykja hassj, sigur løg­ reglumaðurin. Hann sigur, at hetta er nakað, foreldur eru tilvitað um, tí løgreglan fær javnan fyrispurningar frá stúrnum foreldrum, sum hava ill­ gruna um, at børn teirra eru endað í rús­evnamisnýtslu. – Tað er ein ómetaliga torfør støða hjá foreldrum at vera í. Løg­ reglan kann ikki veita ráðgeving á hesum øki, men vit leiðbeina fegin foreldur um, hvaðani tey kunnu leita sær hjálp og ráðgeving og, hvat tey serliga skulu hava eyguni eftir í sam­bandi við atferð og annað, hjá børnunum. Hinvegin er løgreglan eisini virkin í SSP, sum er samstarv ímill­ um skúla, almannaverk og løgreglu og í tí sambandi er løgreglan á skúl­um og greiður børnum frá um rúsevni, rúsdrekka, og onnur viður­ skifti. Á sama stigi Men hóast ongar ábendingar eru um, at nýtslan av rúseevnum í Før­ oy­um minkar, kunnu vit hin­vegin fegn­ast um, at misnýtslan er heldur ikki serliga høg aftur ímóti í øðrum londum. – Útfrá teimum tølum og roynd­ um vit hava, er tað okkara meting, at misnýtslan av rúsevnum ímillum føroyskan ungdóm, er á leið á sama stigi sum misnýtslan ímillum ung­ dómin í okkara grannalondum, sigur Mikkjal Thomasen. Hann staðfestir at spurningurin um misnýtslu av rúsevnum er fyri ein stóran part ein sosialur spurn­ ingur. – Tí hava tey sosialu viður­ skift­ini, heimið og foreldrini, skúli, frítíðarfelagsskapir og sosialu sam­ bondini annars hjá teimum ungu, nógv tann størsta týdningin fyri um ung fella í misbrúk, ella ikki. Mikkjal Thomasen heldur, at ein orsøk til hetta er, at bæði løgregla og tollvald raðfesta bardagan ímóti rús­evnum rættiliga frammaliga. Hinvegin staðfestir hann eis­ini, at seinastu árini hevur rús­evna­ smuglingin til Føroya verið merkt av, at hon er betri skipað, enn hon hevur verið og at tað í ávísan mun eru professinell brotsmannalið, sum standa aftanfyri. Í hesum sambandi er tað staðfest, at danska rokkara-harkaliðið Hells Angels, hevur fyriskipað rús­evna­ smugling til Føroya. Tekur tíð at fáa meira flogferðslu Hóast flogvøllurin í Vágum er útbygdur og arbeitt hevur verið við at fáa onnur flogfeløg enn Atlantsflog at flúgva regluliga til Føroya, er hetta ikki blivið veruleiki enn. Men sambært stjóranum fyri Vága Floghavn er einki løgið í hesum. – Tað tekur tíð at fáa nýggj flogfeløg at flúgva til ein flogvøll, og soleiðis er eisini hjá okkum. Vit hava samband við fleiri flogfeløg, og eg trúgvi, at tað veruliga er ein realitiskur møguleiki fyri at fáa meira ferðslu um Vága floghavn, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri. Taks avskrivað 100 milliónir Síðani 2005 hevur landskassin avskrivað 100 milliónir krónur í meirvirðisgjaldi. Bara í fjør avskrivaði almenni skatta­inn­ krevjarin 31 milliónir krónur av teimum pengum, sum privat skulu krevja inn vegna landskassan. Skal venja seg við leiklutin Á nýggjarínum tók Sonni á Horni við sum borgarstjóri í Fuglafirði, og tað er nakað, hann skal venja seg við. – Tað er undarligt brádliga at vera ein almennur persónur, og tað er eisini nakað, sum er merki, at eg veruliga skal venja meg við. Eitt nú kann tað vera løgið, at fólk, sum eg als ikki kenni, koma yvir til mín at heilsa uppá, greiðir Sonni á Horni frá. Løgreglan er ørkymlað, at tað støðugt legst til av blaðungum misbrúkarum. Børn heilt niður í 14 ára aldur roykja hassj 14 ára gomul roykja hassj Prædikumaður slapp undan ákæru Presturin í Fuglafirði, Anne Mette Greve Klemensen, hevði meldað prædikumannin Sjúrð Højgaard til løgregluna, eftir at hann hevði lagt eftir prestinum við sera ógvuligum vendingum og skriftstøðum. Men ákæruvaldu helt ikki, at grundarlag var fyri at reisa ákæru, hóast prædikumaðurin brúkti vendingar, sum næstan tóktust hóttandi ímóti prestinum og hennara børnum. Anne Mette Greve Klemensen var ovfarin av, at fútin einki vildi gera við málið, men hon ætlar ikki at gera meira við tað.